Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 159 - 21. august 2008 - Uppisjóvarskip hava onga hjáveiði í føroyskum sjógvi. Onkuntíð var stórur upsi uppi í veiðini í hetlandsrennuni í november/ desem- ber, men svartkjafta- kvotan er væl og virðiliga uppfiskað fyri ta tíð. So, hetta er søga, sigur skipari á uppisjóvarskipi sum heldur, at mynd- ugleikarnir – heldur enn at leggja upp til gitingar – áttu at sett eftirlitsfólk umborð á skipini Hjáveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipari á uppisjóvarskipi hevur vent sær til Sosialin eftir skriving um, at teir fólkavaldu nú aftur eru farn­ ir at seta sjóneyku á tað, tey rópa møguliga hjáveiði hjá pelagisku skipunum. ­ Tit, sum skriva, mugu ikki lata tykkum ávirka av upsafólki og snævurskygd­ um lokalpolitikki. Øll, sum lesa eina slíka grein um hjá­ veiði, taka alt til sín – við húð og hár. Nógv tvætl Skiparin sigur, at tað nógva av tí, sum gitt verður um hjáveiði hjá uppisjóvar­ skipum í føroyskum sjógvi, er humbukk og tvætl. ­ Eg vildi ynskt, at mynd­ ugleikarnir fyrst kundu funnið út av at sett eygleið­ arar umborð hjá okkum, áðrenn teir sleingja um seg við pástandum – á tingi og í fjølmiðlum, sigur skiparin, sum heldur, at fjølmiðlafólk stundum eru ov skjót at taka slíkt fyri góða ”vøru”. Hann vísir á, at ein stórur kassi kring Føroyar er bann­ aður fyri svartkjaftaveiði, eins og økir í ein útsynning úr Føroyum eisini eru tað. ­ At kalla alt føroyska sjó­ økið krevur rist í svartkjafta­ veiði, og tað er slett ikki kann­ að, hvønn mun ristin ger. Skiparin heldur tað vera í fínasta lagi, at myndugleik­ arnir á ymiskan hátt verja og ansa eftir okkara dýrari fiskasløgum. ­ Men tað er óseriøst bara at sleingja okkurt út og mæla til krøv fyri uppisjóv­ arskip ­ fyri at geva ávísum monnum, ið kanska øvunda okkum í síni egnu neyð, eina tátu í munnin. Hjáveiðivandin Skiparin á uppisjóvarskipin­ um vísir á, at tá ið ræður um hjáveiði, er fyrst og fremst neyðugt at vita, hvar og nær hjáveiðivandin er til steðar – og um hann veru­ liga er til steðar millum før­ oysk uppisjóvarskip í verandi líki. ­ Stundum hava vit hjá­ veiði í íslendskum sjógvi og í altjóða sjógvi norðan­ fyri. Talan er um tosk í Íslandi og upsa og kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri. Skiparin sigur, at før­ oysku uppisjóvarskipini hava onga hjáveiði í før­ oyskum sjógvi. ­ Fyrr var onkuntíð hjá­ veiða í november/ desember í ein landsynning úr Føroy­ um. Hetta var á bládýpi móti hetlandsmarkinum. Talan var bara um stóran upsa. Men okkara svartkjafta­ kvota er væl og virðiliga uppfiskað, áðrenn vit koma har til. So, hetta er søga. Royndarloyvi Hann heldur, at okkurt skip kanska átti at fingið eitt royndarloyvi til veiði eftir stórum uppisjóvarupsa í hetlandsrennuni. ­ Hesin upsin hevði verið góður í mun til smáa upsan, sum veiddur verður inni á landgrunninum. Skiparin hevur eina áheit­ an á tey, sum skriva bløð og gera tíðindasendingar. ­ Vælsignaði, verið meira kritisk og spyrjið eisini fólk í uppisjóvarvinnuni, áðrenn illgruni verður sáddur um hjáveiði hjá hesum skipum. Sosialurin veit, hvør keldan er, og vit kunnu upp­ lýsa, at skiparin, vit endur­ geva, er ein av okkara dugnaligastu í uppisjóvar­ vinnuni – umborð á einum av okkara bestu skipum. Hjáveiða í føroysk- um sjógvi er søga Árligi aðalfundurin hjá Faroe Seafood hevur drigið út í summar, men nú er líkt til, at fundurin helst verður tíðliga í næstu viku aðalfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ætlandi skuldi aðalfundurin hjá Faroe Seafood vera sein­ ast í juni og síðan tíðliga í juli, men nú vit eru komin út í endan av august mán­ aða, hevur enn eingin aðal­ fundur verið. Í apríl mánaða var eyka­ aðalfundur í Faroe Seafood, har felagið fekk nýggja nevnd og nýggjan nevndar­ formann, Richard Mort­ ensen. Nývaldi formaðurin segði eftir eykaaðalfundin, at fel­ agið hevur gjaldføristrupul­ leikar, og at broytingar eru alneyðugar. Hann legði aftr­ at, at leiðslan í Faroe Sea­ food hevur fullan stuðul í nýggju nevndini. ­ Støðan er álvarslig, men tað eru stórir framtíðar­ møguleikar í fyritøkuni. Nú fara vit at hyggja at ymsum møguleikum, so lønsemi aftur kann skapast í fyritøk­ uni, segði tá nývaldi nevnd­ arformaðurin. Síðan nýggja nevndin í Faroe Seafood tók við, er ymiskt farið fram, og eitt nú læt fiskavirkið í Miðvági ikki uppaftur eftir summar­ frítíðina. Í næstu viku Richard Mortensen sigur við Sosialin í morgun, at aðalfundurin í felagnum helst verður hildin í kom­ andi viku, mánadagin, týs­ dagin ella mikudagin. ­ Júst, hvør dagurin verð­ ur, er ikki endaliga ásett enn, sigur nevndarformaðurin. Richard Mortensen vil einki siga um úrslitið í farna ári, fyrr enn á aðal­ fundi felagsins. Faroe Seafood aðalfund í næstu viku Richard Mortensen, nevndar­ formaður í Faroe Seafood Mynd: Kári Mikkelsen ­ Tað nógva av tí, sum gitt verður um hjáveiði hjá føroyskum uppisjóvarskipum í føroyskum sjógvi, er humbukk og tvætl, sigur skipari, sum soleiðis vísir aftur, at nakað ”myrkaspæl” fer fram í hesi vinnu Mynd: Yngve Olsen Vandu skipsvanlukku Íslendska bjargingartænastan og amerikanska sjóverjan høvdu fyrradagin eina felags venjing vestur úr bygdini Sandgerði. Endamálið við venjingini var at vita, hvussu best er at gera, um eitt ferðamannaskip rennir á eitt ísfjall einar 100 fjórðingar eystan fyri Hvarvið. Í venjingini vóru skip og flogfør hjá íslendsku sjóverjuni og eitt flogfar hjá amerikonsku sjóverjuni. Í venjingini var amerikanska flogfarið statt millum Labrador og Grønland og beyð sær til at hjálpa íslendingum at leita. Nógv rúsevn i og innbrot Juli mánaður gjørdist tann strævnasti hjá rúsevnadeildini hjá íslendsku løgregluni samanborið við hinar mánaðirnar í ár. Løgreglan fekk ikki færri enn 163 mál um rúsevni í síðsta mánaði. Tað er tó ikki vist, at tað stóra talið sigur nakað um veksandi nýtslu, tí sambært løgregluni er eftirlitið hert munandi, og tað er helst høvuðsorsøkin til tað stóra talið í juli. Tað var nú ikki bara rúsevnið, sum gav løgregluni nógv at hugsa um í juli, tí hendan mánaðin vóru ikki færri enn 262 innbrot. Íslendsk sjóverjuskip vóru við í venjingini Mynd: Vísir