Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 150 - 8. august 2001 Nr. 150 - 8. august 2001 3 Hóast sera nógv virksemi í seinastuni, m. a. í sambandi við Gøtustevnuna, leggja tey seg ikki á latu síðuna í Tónleika- samtakinum Grót TÓNLEIKUR Tíðindaskriv frá Grót Komani leygarkvøld skipar Grót fyri konsert í losjuni við Gøtugjógv. Luttakandi bólkarnir eru, “Í Eb-inum” (úttalast: í essinum), og “Høvd, Aksl- ar, Knø og Tær”. Í Eb-inum er ein jazz- bólkur við Heðin Ziska Davidsen á odda. Heðin er fyrst og fremst kendur frá thrash-bólkinum Hate- speach, sum var sera væl umtóktur fyri fáum árum síðani. Í Eb-inum gav fløgu út á TUTL í 1998. Síðan hevur lítið verið at hoyrt til bólkin, serliga tí Heðin hevur verið uttanlands og nomið sær útbúgvin innan tónleik. Heðin ferð aftur av landinum skjótt, so um tú ætlar tær at hoyra hendan bólkin í ár, er at fara á konsert í Gøtu. Afturat sær hevur Heðin m.a. Brandur Jacobsen (Ivory), Mikael Blak (Ivory, Clickhaze) og Óli Olsen (Enekk). Høvd, akslar, knø og tær, er ein bluesbólkur, ið fyri tað mesta spælir kend løg, tillagað teirra egna stíl, nevnast kunnu løg hjá Eric Clapton, Michael Jackson og øðrum. Síðani bólkuirin varð stovnaður fyri nøkrum mánaðum síðani, hava tey spælt nógv, m.a. á Café Natúr, í Mimir og tey end- aðu hegnisliga Free Før- oyar konsertina í Sanda- gerði 14. juli. Fyri kortum vóru tey at hoyra í Zenith- sendingini hjá ÚF, har tey spældu live úr studio 1. Tey, ið manna hendan bólkin eru: Kristianna Poulsen, sang; Uni Reinert Debes, guitar; Mikael Blak, bass; Brandur Jacobsen, trummur. Nógv er annars á skránni hjá Grót hendan mánaðan. Umframt konsertina í kvøld, fer Grót í samstarvið Listastevnuna at hava tvær konsertir í losjuni í Gøtu í næstum, har bólkarnir “Kaput” og “Kakofonia” fara atspæla. Eisini ferð Grót at hava tiltøk kring landið. Í fyrsta umfari í Havn og Klaksvík. Hesar vera longu hendan mánaðan, tann fyrra verður í hølunum hjá Grímu (gamla meiarínum) í Havn leygarkvøldið 18. august. Tá fara eysturoyarbólkurin Marigold og Havna/Klaks- víks-bólkurin Krit á pallin. Onnur verður í Mentan- arhúsunum Atlantis í Klaksvík 24. aug. Enn eru ikki allar avtalur fingnar upp á pláss við bólkarnar til Klaksvíkar. Tað verða ikki tey somu sum í Havn, men tað verða tvey góð nøvn, sum fara at undirhalda Klaksvíkingum, leggja tey dent á í Grót. Men sum sagt verður fyrsta konsertin í august mánaða longu í kvøld kl. 20.30 í Losjuni í Gøtu. Skeiðsdepilin á Langasandi hevur virkað væl í tvey ár. Í september byrja skeiðini aftur SKEIÐSDEPIL Tíðindaskriv Seinastu tvey árini hava sýnt, at áhugi er fyri og tørvur er á tí virksemi, ið Skeiðsdepilin fór undir í 1999. Tey munadyggu vist- arskeið, ið Depilin skipar fyri, hava havt stak góða undirtøku, og longu nú er líkt til, at fíggjarliga grund- arlagið er í lagi. Uttan- veltaði stovnurin, ið er leysur av almenna skúla- og mentaverkinum, fer undir nýtt starvsár í september. Komandi mánaðirnar verða skeiðini í føroyskum og enskum hildin á sama hátt sum árini framman undan. Hesi skeið eru røðir við seks vistarskeiðum, annaðhvørt í vikuskiftum ella í miðvikum, frá sep- tember til mars/apríl. Vikuskiftisskeiðini eru hesi: “Føroyskt fyri øll”, “Faroese for non-Nordic Speakers”, “Enskt lágstig” og “Enskt framhaldsskeið”. Miðvikuskeiðini eru: “Før- oyskt í fyri- og umsiting” og “Enskt hástig”. Onnur skeið eru skipað sum modul ella seminar, 3-4 dagar eina ella fleiri ferðir. Roynt verður at fáa hesi skeið fullteknað: “Enskt í altjóða samskifti og um- siting”, 3 ferðir 4 dagar, “Enskt í frálandavinnuni”, tvey modul, 4 dagar hvørt, “Enskt í ferðavinnuni”, trý seminar, 4 dagar hvørt, “Hvussu menna vit smá- virki og -fyritøkur á bestan hátt?”, tvey støk seminar, 3 dagar hvørt, “Ferðavinna í alheimshøpi”, seminar, tvey vikuskifti, “Tvørment- analigt samskifti”, seminar, fýra dagar hvørt. Skeið verða hildin, um ella tá ið 8 fólk hava teknað seg at taka lut, og hægsta talið á lut- takarum er 10, tí á tann hátt fæst mest burturúr. Luttak- arar gista og fáa allar mál- tíðir á Deplinum, og árini framman undan hava sýnt, at hetta er nógv besti hátt- urin. Á hvørjum einstøkum vikuskiftis- ella miðviku- skeiði eru 18-20 frálæru- tímar, t.e. fyrrapartar, seinnapartar og kvøld. Á longru skeiðunum eru eyðvitað fleiri tímar. Tey tvey undanfarnu árini hava nøkur 20 skeið verið hildin, og luttakarar hava verið um 200 sam- anlagt. Stovnar og fyritøkur sum Frímerkjadeildin, Gjaldstovan, Politiið, At- lantic Airways, Tórshavnar Skipasmiðja og aðrar hava havt fólk á Deplinum, og fleiri einstaklingar hava somuleiðis tikið lut, fullført skeiðini og tikið eitt ella fleiri av teimum altjóðaligu prógvum, sum standa í boði. Farið verður undir komandi starvsárið við góðum treysti, tí royndirnar hava verið stimbrandi, yvir- høvur eru fólk sera væl nøgd, og fíggjarliga er støð- an batnað munandi seinasta árið, so skeiðsgjaldið er óbroytt. Eini 12-15 lærara- fólk úr Føroyum og aðra- staðni halda skeiðini, sum øll enda við sjálvbodnari próvtøku ella próvbrævi. Góði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Kimm Hanusson ættaður úr Leynum, búsitandi í Havn andaðist mánadagin 6. august 2001, 81 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin 9. august kl. 14.00. Vegna familjuna Anna Tøkk Eina hjartans tøkk veita vit tykkum, sum vístu okkum samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Henry Jacobsen doyði og varð jarðaður. Túsund takk øll tit, sum hjálptu til bæði við jarðarferðina, og til prest fyri troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og kirkjukórið Ljóm fyri luttøku tykkara í kirkjuni.Tøkk til øll tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Vigerd, Poli og Hildur Triðja árið byrjar nú Á hvørjum einstøkum vikuskiftis- ella miðvikuskeiði á Skeiðsdeplinum á Langasandi eru 18-20 frálærutímar, t. e. fyrrapartar, seinnapartar og kvøld. Á longru skeiðunum eru eyðvitað fleiri tímar Jazzur og blues í Gøtu leygarkvøldið Føroya MC-Boogie verður í ár hildið í Hetlandi MOTORSÚKKLUTREFF Eirikur Lindenskov Føroya Ellisakfør bjóða nú øllum, sum koyra motor- súkklu, við á ein túr til Hetlands – til altjóða MC Boogie – í døgunum 3. til 5. september – Hesaferð verður skipað fyri tiltakinum í Hetlandi, sigur Ove Ritter, fyrireik- ari. Hann sigur, at tað stóra altjóða MC-treffið, »summardimm«, sum hvørt ár verður hildið í Hetlandi síðst í juni, í ár er avlýst vegna munn- og kleyvasóttina, sum herjaði í Onglandi í vár. – Tí eru motorsúkklu- fólkini í Hetlandi nú til reiðar at gera okkara MC- Boogie til ársins motor- súkklutiltak í Hetlandi. Ove Ritter sigur, at seinasta freist at melda seg til túrin er 27. august. Hetta kann gerast mánadag í hølunum hjá Ellisakførum yviri við Strond 22. Tele- fonin har er 316799, faxið 318099 og e-mailadressan er ellis@post.olivant.fo. Meira fæst at vita um túrin á heimasíðuni http://www.leitel.fo Til Hetlands á motorsúkklu Av tí at árliga motorsúkklutiltakið í Hetlandi í ár er avlýst vegna munn- og kleyvasóttina, sum herjaði í Onglandi í vár, hava hetlendingar bjóðað seg fram at stíla fyri Føroya MC- Boogie – sum tískil verður hildið í Hetlandi frá 3. – 5. september KT-klekingardepilin ætlar seta gongd á fyrstu verkætlaninar innan stutta tíð. Neyðugt er tó, at før- oyskir íleggjarar eru klárir at fíggja nýggju vinnuhugskotini KT Eyðun Klakstein KT-klekingardepilin leitar nú eftir fígging til fyrstu KT-hugskotini, sum depilin er sinnaður at seta í gongd. Skal KT-klekingardepilin verða við í eini verkætlan er neyðugt, at fígging er til ætlanina í øllum tíðar- skeiðnum, sum verkætlanin umfatar. KT-klekingardep- ilin er við í arbeiðnum at finna fígging til umsøkj- arnar. – Føroyskir íleggjarar skulu framyvir hugsa meiri um vitanarvinnurnar, tí tað er har stóra framgongdin er. Tað er kanska tryggari at seta pengar í meira traditionellu framleiðslu- vinnuna, men kring allan heimin eru ætlanir innan KT og samskifti, sum íleggjarar leggja seg alt meira eftir, sigur Símun Hammer, sum er depils- samskipari. – Fortreytin fyri einum mennandi vitanarsamfelag- ið er, at kapitalmarknaðurin í Føroyum beinir kósina mótvegis vitunarvinnu- greinum, og at føroyingar við góðum hugskotum hava dirvi og áræði at seta góð hugskot í verk. Tað er tí týdningarmikið, at íleggjar- ar gera meira burturúr at spjaða sínar íløgur soleiðis, at pengar í vitanarvinnur eisini koma at njóta ágóða av tí kapitali, sum finst í Føroyum. Leita eftir fígging KT-klekingardepilin hevur fyrstu tíðina fingið fleiri hugskot, og í løtuni eru tað tríggjar ætlanir, sum tað verður arbeitt við at finna fígging til. – Tað verður helst eingin trupulleiki at finna fígging til eina av hesum ætlanum, og tað eru longur pengar úr útlandinum við, meðan vit ikki enn vita, um tað fer at eydnast at finna fígging til hinar báðar ætlaninar, sigur Símun Hammer. Endamálið hjá KT-klek- ingardepilinum er millum annað at at ráðgeva um- søkjarunum, at hjálpa við umsiting, ráðgeving, makn- aðarføring og menning av vøruni. – Vit hjálpa til við skriv- stovu og umstøðum annars til at seta gongd á ætlanina, men ein treyt fyri at vit fara í holt við eina ætlan er, at fígging er til tann partin, sum vit ikki taka okkum av, sigur Símun Hammer. Á KT-klekingardeplinum er fyribils pláss til tríggjar verkætlanir, og stýrið vón- ar, at fyrstu verkætlanirnar kunnu fara ígongd í august ella september. Neyðugt við góðum hugskotum KT-klekingardepilin, sum landsstýrismaðurin í vinnu- málum setti á stovn í vár, hevur verið virkin í 3 mán- aðir. Umsóknir, sum koma inn, verða viðgjørdar í stýr- inum fyri KT-klekingardep- ilin, sum er samansett av vinnuumboðum, Fróðskap- arsetrinum, Menningar- stovuni, TK-stovuni og Vinnumálastýrinum. – Skal KT-vinnan gerast ein munandi vinna í Føroy- um komandi árini, er neyð- ugt við góðum hugskotum, ið kunnu mennast til fram- leiðslu við útflutningi fyri eyga, sigur Símun Hammer. – KT-vinnan er tann vinnan í heiminum, sum er í størsta vøkstri og hevur møguleika fyri stórum inn- tøkum. Endamálið við Klekingardeplinum er júst at verða eitt stað, har tey góðu hugskotini kunnu mennast til at gerast burðardygg og lønandi. Leita eftir fígging til KT-hugskot – Tað er týdningarmikið, at íleggjarar gera meira burturúr at spjaða sínar íløgur soleiðis, at pengar í vitanarvinnur eisini koma at njóta ágóða av tí kapitali, sum finst í Føroyum, sigur Símun Hammer, samksipari fyri KT-klingardepilin Kendi danski sangarin Erann DD og hansara bólkur eru eitt av stóru nøvnunum á Listastevnuni, sum byrjar mikudagin. Við sær hevur hann James Olsen, ið eigur ábyrgdina av, at teir koma til Føroya. UPPTAKT Heri á Rógvi Eftir at hava tingast eitt sindur aftur og fram, eydnaðist tað mær endiliga at fáa samband við Erann DD. Meðan eg siti í einum hýruvogni, ringir telefonin, og maðurin í hinum endan- um eitur Erann. Eg gjørdist satt at siga so skakaður, at tað kunnu ikki hava verið pen orð, sum danski sang- arin hevur sagt um undirrit- aðu eftir samrøðuna. Eg fekk tó tosa eitt sindur við, hóast mín danska úttala var tikin beint úr einari nútíðar danskari grillbar. Erann er tó bæði blíður og týður, og hann hevur eis- ini ógvuliga føgur orð at bera James Olsen, sum spælir trummur í bólkinum hjá honum. Eitt sindur av hvørjum Erann sigur, at hann hevur eitt sindur av hvørjum á skránni mikukvøldið, tá hann fer á pallin í ítróttar- høllini á Hálsi. -Tað vera løg frá mínum fyrrverandi bólkum sum eitt nú Zapp Zapp, men áhoyrarnir verða ikki snýtt- ir fyri nøkrum av teimum nýggjaru løgunum frá teirri seinastu útgávuni, sigur Erann DD. Her heima er hann kanska mest kendur fyri sína seinastu útgávu, men tað eru óivað fleiri føroy- ingar, sum kenna hann frá hansara tíð í bólkinum Zapp Zapp. Erann DD er í løtuni sera væl umtóktar í Danmark, og hann ætlar sær eisini víðari út í heim. – Eg havi m.a. havt eitt stórt summarhit í norður Týsklandi, og eg havi fing- ið góða móttøku í hinum Norðurlondunum og í Sveiss, sigur Erann DD. ‘ Erann DD leggur serliga stóran dent á, at hann veru- liga dámar at spæla, og hetta ikki bara verður ein konsert, sum allar aðrar. – Vit dáma virkuliga væl at spæla, og vit gleða okkum eisini rættiliga nógv at spæla fyri føroyingum. Okkara framførslur verður ein uppliving, eisini fyri tey, sum ongantíð áður hava hoyrt okkara tónleik, tí vit leggja veruliga nógv í hetta, sigur Erann DD. Sjálvur kennur Erann DD einki til hvørki Clickhaze ella Chilly Friday, sum er úr Grønlandi. – Tað einasta, sum eg kenni til føroyskan tónleik er gjøgnum James, sigur Erann DD. Dynamiski James Tá prátið fer at snúgva seg um James Olsen, so eru orðini føgur. – James er ótrúliga góður hjá okkum at hava, og hann útstrálar ein ótrúliga mongd av energi, sum ikki nógv onnur megna, sigur Erann DD. James Olsen er trummu- sláari hjá bólkinum, og hann roynir eisini at koma fram sjálvur, og hetta er nakað, ið Erann sigur seg vilja hjálpa honum við. – Eg vil sera fegin hjálpa James við at koma víðari. Hetta kann m.a. gerast við at fáa tær røttu kontakt- irnar, sigur Erann DD. James Olsen sang saman við Erann DD, tá Danish Music Awards vórðu hand- aðar fyrrr í ár, og hetta vakti eisini ans í Føroyum. Erann DD sigur, at James verður at finna aftanfyri trummurnar mikukvøldið. James er ein ótrúliga dynamiskur og góður per- sónur, og seti veruliga prís uppá hann, sigur Erann DD at enda. Erann DD verður at hoyra mikukvøldið kl. 20.00 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Erann DD: -James fekk meg til Føroya C M Y K 3 2