mikudagur 8. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 150 - 8. august 2001
Nr. 150 - 8. august 2001
5
Ein maður frá heim-
sins størstu tíðinda-
stovu, Associated
Press, hevur seinastu
dagarnar verið í Før-
oyum og gjørt inn-
sløg, sum skulu vísast
í sjónvarpi kring allan
heim. Sjálvstýri og
olja eru evnini
SAMRØÐA
Heri á Rògvi/
Eyðun Klakstein
Tá Brødrene Olsen fóru á
pallin leygarkvøldið, fylgdi
ein maður við einum upp-
tøkutóli
teimum.
Fólk
flestu hildu, at hetta var ein
maður, sum teir báðir
høvdu tikið við sær til Før-
oya, men so var ikki. Mað-
urin, David Notman-Watt,
er nemliga frá Associated
Press(AP), og var tað av til-
vild, at hann valdi at fylgja
brøðrunum.
Associated
Press
er
heimsins størsta tíðinda-
stova, og er hon yvir
hundrað ára gomul.
Fyri sløkum fimm árum
síðani, so fór AP eisini í
holt við at gera sjónvarps-
sendingar. Hetta var eftir, at
teir keyptu WTN, sum fleiri
óivað kenna. Tað er tó ikki
soleiðis, at teir hava eina
sjónvarpsrás sjálvir, men
heldur verður gjørt sum við
tí skrivaða tilfarinum, t.e.
teir framleiga sendingar-
/innsløg og síðani verða
hesi seld til sjónvarpsrásir
kring heimin. Tað er sjálv-
andi ymiskt, hvussu væl
umtókt tey ymisku innsløg-
ini. Men teir hava selt til
fleiri enn hundrað lond
millum ár og dag, og David
heldur, at innsløgini um
Føroyar fara at vera væl
umtókt.
Tað, at onkur ger innsløg
ella skrivar um Føroyar og
føroyingar er ikki nakað
sjálvsamt í sjálvum sær,
men hetta er ein av fáa ferð-
um, helst fyrstu ferð, at AP
vitjar í Føroyum.
David Norman-Watt hev-
ur seinastu tvey árini ferð-
ast í nógvum londum, har
hann hevur gjørt sjónvarps-
sendingar.
Hann hevur eisini verið á
okkara leiðum áður, tí hann
hevur verið tvær ferðir í
Grønlandi, og seinni í hes-
um mánaðinum skal hann
til Íslands at finna tilfar.
Olja og sjálvstýri
Sendingin,
sum
David
Notman-Watt arbeiðir við,
eitur Roving Report. Hetta
er tað slagið av sendingum,
sum verður rópt »Current
affairs«. Roving Report
ferðast kring allan heim.
Aloftast er tað einans ein,
sum fer avstað, men okkurt
serstaka stórt, verður farið
avstað við fleiri fólkum. Tá
tað so einans er ein í Før-
oyum, so sigur tað kanska
eitt sindur um Føroyar, men
David sigur, at hann dámar
satt at siga best at arbeiða
einsamallur, og hann er eis-
ini einsamallur hesaferð.
Á sínari vitjan í Føroy-
um, er tað serliga tvey evni,
ið hann hevur lagt seg eftir
at lýsa. Talan er um ríkis-
rættarligastøðuna og tað
møguligu oljuvinnuna. Ser-
liga hetta seinna evnið er
áhugavert og aktuelt, sigur
David.
Tá hann so hevur verið í
Føroyum, so hevur hann
eisini fingið aðrar søgur
við, sum hann so at siga er
dottin á. Ein av hesum søg-
unum
var
nemliga
Brødrene Olsen, men eisini
aðrar smásøgur hava stung-
ið seg upp, og David sigur,
at hetta er nakað, sum eyð-
kennir Roving Report, t.e.
innsløgini byggja oftani á
»vanlig« menniskju, ið
hava eina søgu at siga frá.
David sigur seg hava lært
nógv um Føroyar, meðan
hann hevur verið her. Eisini
sigur hann seg vera berg-
tiknan av teirri vøkru nátt-
úru, sum er í Føroyum.
-Tit hava eitt ómetaliga
vakurt land, og fyri ein
sjónvarpsmann er stuttligt
at gera upptøkur í slíkum
landslagi.
Litirnir
eru
sterki, og eg havi fingið
nakrar av mínum bestu
myndum nakrantíð á ferð-
ini í Føroyum, sigur David
Notman-Watt.
Hann væntar, at innslagið
um føroyska oljuvinnu fer
at verða liðugt um einar
tríggjar vikur, men tað er
sera torført at siga, nær inn-
slagið fer at vera sent í
sjónvarpsrásan kring heim-
in, tí tað er ymiskt nær tær
ymisku rásirnar keypa rætt-
indini.
Óheft
Áðrenn David fer avstað,
ger hann hópin av arbeiði
áðrenn, t.e. sokallað »Re-
search«. Hann sigur tó, at
tað er nógv, sum hann lærir,
meðan hann er á staðnum,
men hann roynir at vera væl
fyrireikaður.
Vitjanin í Føroyum hevur
ikki verið drúgv, men hann
sigur seg vera nøgdan við
vitjanina, tí hann hevur
tosað við fleir fólk, og tað
eru oftani tey vanligu fólk-
ini, sum hann leggur seg
eftir at tosa við.
Hesar
dagarnar,
sum
hann hevur verið her, hevur
hann m.a. tosað við Høgna
Hoydal, landsstýrismann,
men hann hevur eisini verið
ein túr í Klaksvík, har hann
m.a. tosaði við Steintór
Rasmussen.
-Eg royni at koma inn í
landið, geri nøkur innsløg
og síðani fara eg avstað
aftur, sigur David. Hann
leggur dent á, at hansara
innsløg í allar mátar eru
óheft, og hann ikki ger
nakrar niðurstøður, men
roynir heldur at lýsa tingini
útfrá útsagnunum hjá teim-
um ymisku fólkunum.
David Norman-Watt fór
avstað aftur týsdagin. Nú
bíða fleiri dagar, har hann
skal klippa og skipa upp-
tøkurnar, sum hann hevur
gjørt í Føroyum.
Hetta verður so í øllum
førum ein møguleiki hjá
fólki kring allan heim at
síggja okkum føroyingar.
Heimsins størsta tíðindastova
ger innsløg um Føroyar
-Tit hava eitt ómetaliga vakurt land, og fyri ein sjónvarpsmann er stuttligt at gera upptøkur í slíkum landslagi. Litirnir eru
sterki, og eg havi fingið nakrar av mínum bestu myndum nakrantíð á ferðini í Føroyum, sigur David Notman-Watt.
Mánadagin fór
arbeiðið at spreingja
tunnil undir
Vestmannasund aftur
í gongd, eftir at øll
starvsfókini, bæði í
tunnlinum og í
umsitingini, hava
verið í feriu í tríggjar
vikur
VÁGATUNNIL
Rúnar Reitrup
Nú koyra lastbilar aftur inn
og út úr tunnilsmunnunum í
Leynum og á Oyragjógv
við gróti, sum er sprongt
burtur fyri at geva pláss fyri
fyrsta føroyska undirsjóvar-
tunnlinum.
Øll fólkini, sum hava sítt
dagliga yrki í samband við
Vágatunnilin, hava verið í
feriu hesar seinastu tríggjar
vikurnar, og arbeiðið at
gera tunnilin hevur tískil
ligið stilt. Men mánadagin
møttu tey so øll aftur, og
fóru í gongd.
Dávid Reinert Hansen,
stjóri í P/F Vágatunnlinum,
sigur, at tey valdu heldur at
steðga arbeiðinum full-
komuliga í tríggjar vikur og
so fara í gongd aftur við
fullari styrki, enn at lata
fólk fara í feriu so við og
við.
– So høvdu vit muga
koyrt við hálvum blussi alt
summarið. Tí tað er ikki
sum at siga tað at taka av-
loysarar inn í eitt slíkt ar-
beiði, sigur Dávid Reinert
Hansen.
Hálvantriðja
kilometur
Nú byrjað varð at spreingja
aftur mánadagin, var holið
Streymoyarmegin
1664
metrar djúpt, og Vágoya-
megin vóru teir komnir 882
metrar inn. Tað verður nú
arbeitt undir havinum á
báðum síðum. Streymoyar-
megin eru teir komnir 150
metrar út undir Vestmanna-
sund, og Vágoyamegin eru
teir júst komnir út undir
sundið. Her fer arbeiðið í
løtuni fram 56 metrar undir
havbotninum. Streymoyar-
megin eru teir 66 metrar
undir havbotninum.
Arbeiðið gekk sera væl
áðrenn farið varð í feriu, og
nú heldur tíðarætlanin aft-
ur. Har komu annars stórar
seinkingar fyri sum avleið-
ing av verkfallinum fyrr í
ar, men við tað at arbeiðið
at gera tunnilsvegin Vágoy-
armegin varð liðugt ein
mánað fyrr enn væntað, bar
til at vinna mistu tunnils-
metrarnar aftur.
Eru uttan fyri Kvívík
Tunnilsgerðin Streymoyar-
megin fer nú fram undir
havbotninum stutt uttan
fyri Kvívík. Og tá sprongt
verður í tunnlinum, hoyra
og merkja fólk í bygdini
rumbulin. Hetta fara tey at
gera í eina tíð enn, tí tunnil-
in skal so at siga spreingjast
framvið bygdini.
Men ristingarnar eru tó
eingin trupulleiki. Ein rist-
ingarmátari varð fyrr í ár
settur inn í summi av hús-
unum í bygdini, og hann
vísti, at tær harðastu rist-
ingarnar ikki vóru, tá tunn-
ilsarbeiðarnir
sprongdu,
men tá úthurðarnar blivu
smekkaðar.
Streymoyarmegin varð
tunnilsgerðin seinkað nak-
að av einum stórum leka
fyrr í ár, og hóast tað enn
verða pumpaðir einir 180
litrar av vatni um minuttin
út úr tunnilsmunnunanum í
Leynum, so er tað langt
undir mestamarkið fyri
hvussu nógv vatn kann leka
í tunnilin.
Tunnilin verður ongantíð
tettur heilt, tí tað loysir seg
heilt einfalt betur framhald-
andi at pumpa vatnið burtur
– eisini tá tunnilin einaferð
stendur liðugur.
Ætlandi skal tunnilin
undir Vestmannasund verða
klárur at taka í nýtslu á vári
2003.
Arbeiða aftur undir Vestmannasundi
Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður við
sjóvinnumálum,
hevur sett eina nýggja
kunngerð í gildi um
læknakanning av
sjófólki, sum millum
annað setir størri
krøv til
læknaførleikan
LÆKNAKANNING
Rúnar Reistrup
Nú skulu kommunulæknar
vera »góðkendir sjóvinnu-
læknar« fyri at kunna
standa fyri læknakann-
ingum av sjófólki.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður við sjóvinnu-
málum, hevur sett eina
nýggja
kunngerð
um
læknakanning av sjófólki í
gildi, sum kemur ístaðin
fyri ta kunngerð, sum hevur
verið galdandi á økinum
síðan 1996. Tað hevur mill-
um annað við sær, at
kommunulæknar skulu á
eitt serligt skeið í sjóvinnu-
læknafrøði, áðrenn teir
kunnu seta sítt navn undir
eina
heilsuváttan
fyri
sjófólk.
Flestu
av
landsins
kommunulæknum
hava
longu verið á hesum skeiði,
sum Sjóvinnufyrisitingin
og Deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu skipaði fyri
seinasta heyst, og teir hava
harvið fingið góðkenning
sum »sjóvinnulæknar«.
Kannast 2. hvørt ár
Nýggja kunngerðin hevur
ymsar aðrar broytingar við
sær eisini. Kommunulækn-
in fær nakað víðari ræsur
nú enn fyrr, við tað at hann
nú kann standa fyri sjón-
kanningum av sjófólki.
Sjónkanningarnar eru av-
gerandi fyri, um viðkom-
andi verður mettur egnaður
at standa á kægi á brúnni.
Fyrr var tað bert eygna-
læknin, ið kundu standa
fyri hesi sjónkanning
Heilsuváttan krevst av
øllum sjófólki, ið mynstra
við føroyskum skipi uppá
20 tons ella meira. Sjófólk
skulu lata seg kanna annað-
hvørt ár, tó skulu sjófólk
millum 15 og 17 ár til
kanningar hvørt ár. Kann-
ingin er ókeypis fyri sjó-
fólkini.
Sjófólk kannast øðrvísi
C
M
Y
K
5
4