Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 150 - 8. august 2001 Nr. 150 - 8. august 2001 7 Sambandsflokkurin skjýtur upp, at settar verða 800 milliónir krónur í Arbeiðs- marknaðareftirlønar- grunnin PENSJÓNIR Eirikur Lindenskov Á tingfundi hósdagin í síðstu viku legði Edmund Joensen fram fyri tingið uppskot um at leggja 400 milliónir krónur aftur at stovnsfænum hjá Arbeiðs- marknaðareftirlønargrunn- inum. Endamálið við uppskot- inum hjá Sambandsflokk- inum er, at avkastið av upp- hæddini verður goldið pen- sionistum afturat grund- upphæddini í pensiónini. Sambandsflokkurin skjýtur upp, at goldið verður út fyrstu ferð tann 1. januar 2002, og útgjaldið hækkar tann 1. januar 2003. Í viðmerkingum til upp- skotið sigur flokkurin, at ætlanin er at hækka grund- upphæddina hjá øllum pensionistum. – Tær fyrstu 400 mió. krónurnar, verða játtaðar sum eykajáttan á fíggjarlóg landsins fyri 2001 (lands- stýrið leggur fram uppskot um hetta beinanvegin, sam- an við hesum uppskotin- um). Tær næstu 400 mió. krónurnar verða settar beinleiðis á fíggjarlógina fyri 2002, segði Edmund Joensen. Hann segði, at Sam- bandsflokkurin vil á henda hátt tryggja føroyskum pensionistum eitt hægri gjald, sum samstundis er sjálvfíggjandi, av tí at bert avkastið av stovnsfæðnum verður goldið út. Hetta kemur sostatt ikki at økja skattin hjá fólki, men verð- ur eitt varandi og sjálv- fíggjandi tiltak. Tyngir ikki búskapin – Tiltakið upphitar ikki før- oyska búskapin av týdn- ingi, av tí at tær 800 mió. krónurnar verða standandi í grunninum, meðan bert av- kastið verður goldið út. Hetta tiltakið kundi verið framt í serligum grunni til endamálið, men tá ið pen- ingurin fer til somu pensionistar, sum Sam- haldsfasti Arbeiðsmarknað- areftirlønargrunnurin er ætlaður til, og grunnurin longu hevur ta neyðugu umsitingina, verður skotið upp, at sami stovnur eisini umsitur henda pening. Hædd má takast fyri, at botnfrádrátturin í skattinum verður reguleraður soleiðis at øll upphæddin kemur pensjonistunum til góðar. Sambandsflokkurin sigur í viðmerkingum til upp- skoti, at sambært hagtølum eru umleið 6.500 pension- istar í Føroyum í løtuni, men roknað verður við at hetta talið fer uppum 9.000 innan fyri tey næstu 20 árini. – Tí er alneyðugt at gera tiltøk hesum viðvíkjandi, áðrenn eldrabylgjan av álvara ger vart við seg, sig- ur flokkurin. – Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at lands- stýrisins ætlan um at skerja blokkstuðulin við 300- til 400 mió. krónum í kom- andi ári er ein óforsvarlig »panikkhandling« her ímóti endanum av lands- stýrisskeiðinum. Hetta til- tak hevur ikki nakað sakligt ella fakligt grundarlag at byggja á. – Tvørturímóti hevur før- oyska samfelagið, umframt tørvin á at betra um um- støðurnar hjá teimum eldru, eisini alstóran tørv á peningi til niðurgjalding av stóru skuldini, á útbygg- ingum á samferðslukervin- um, á útbygging av al- manna- og heilsuøkinum o.s.fr, segði Edmund Joensen. Alternativ til at minka blokkin Hann segði eisini, at hetta uppskotið er sett fram sum eitt alternativ til uppskotið frá samgonguni um at minka- og taka burtur blokkstuðulin. Styrkurin uppá 800 mió. krónur til tey gomlu og brekaðu kostar sostatt ikki restini av føroya fólki eitt oyra. Tvørturímóti er pláss fyri at økja um styrkin við fleiri hundrað mió. krónum afturat. Sigast kann av røttum, at aftaná kreppuna, sum undanfarnu landsstýrini og danska stjórnin megnaðu at koma Føroyum burturúr, hava vit havt óvanliga góð- ar innløgutíðir í landinum. Hóast rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini eru øktar einar 700 mió. krónur undir hesum landsstýrinum, so hevur kortini verið talan um rímuliga stórt avlop á fíggjarlógini seinastu árini. Hesi avlop eru ogn hjá øll- um Føroya fólki, og eiga tí at koma øllum føroyingum til góðar, ikki minst sum trygd hjá okkara gomlu og heilsubrekaðu, sigur Sam- bandsflokkurin í uppskoti sínum. Rennur saman um Samhaldsfasta Hóast nógvur orðadráttur hevur verið um Samhalds- fasta Arbeiðsmarknaðar- eftirlønargrunnin, sum nú bara eitur Arbeiðsmarknað- areftirlønargrunnurin, so tykist sum um hann hevur størri undirtøku á tingi. Sambandsflokkurin hevur verið ímóti grunninum, og Fólkaflokkurin, sum saman við Javnaðarflokkinum setti grunnin á stovn fyri 10 árum síðani, hevur arbeitt nógv fyri, at vit í staðin fáa eina persónliga pensjóns- trygging. Undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna á tingi boð- aði Tjóðveldisflokkurin frá, at hann ikki tekur undir við ætlan Fólkafloksins á pensjónsøkinum. Tí er mangt sum bendir á, at tað rennur saman við Sam- bandsflokkin, Tjoðveldis- flokkin og Javnaðarflokkin á hesum øki. Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sámal Petur í Grund, hevur enn einki sagt um, hvussu nýggja pensjónsskipanin, sum ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við, fer at síggja út. Hetta verður helst eitt av málunum, vit fara at hoyra nógv um seinni í heyst. 800 milliónir til Samhaldsfasta Edmund Joensen, løgtingsmaður Sambandsfloksin, legði fram uppskot sambandsfloksins um at játta tvær ferðir 400 milliónir krónur til Arbeiðsmarknaðareftir- lønargrunnin Dánjal hjá Victori farin Mikudagin 1. august andaðist Dánjal Dánjalsson í Klaksvík ella Dánjal hjá Victori, sum hann eisini varð nevndur har norðuri. Hann var føddur 17. juni í 1922 og tískil 79 ára gamal, nú hann fór. Dánjal var sonur Henrikku og Victor Danielsen í Fuglafirði. Tey áttu átta børn, og Dánjal var elstur av trimum beiggjum. Hinir vóru Richard, sum býr í Fuglafirði, og Hans Kristian, sum var blaðungur, tá hann slerdi út av trolara. Systrarnar eru Maria á Lakjuni, Karolina Øregaard og Victoria Jacobsen, sum búgva í Fuglafirði, og Hansa Joensen, Harriett Isaksen og Lena Danielsen, sum eins og Dánjal giftust til Klaksvíkar. Lena er ikki okkara millum longur. Dánjal giftist í 1952 við Karlu, dóttur Malvinu og Jákup Joensen, sum var bóndi í Gerðum. Karla og Dánjal bygdu á Gerðareiði, og tey eiga seks børn: Victor býr í Klaksvík, Malvina býr á Viðareiði, Henrikka og Jórun, sum er onnur av tvíburðunum, búgva í Klaksvík, hin tvíburðurin, Elsuba, býr í Reykjavík, og Eydna, sum er yngst, býr í Gøtu. Nógvu tey seinastu árini búði mamma Karlu, Malvina, hjá dóttrini og versoninum. Dánjal kom til Klaksvíkar í 1940, tá hann fór í læru í blikksmiðjuni, sum Kjølbro hevði á Forna- gørðum. Har arbeiddi hann inntil miðskeiðis í seksti árunum. Eitt stutt skifti var hann hjá elektrik- aranum Tummasi Thomsen og á bedingini, har Otto Joensen var meistari. Men nógvu tey seinastu arbeiðsárini var hann aftur hjá meistaranum, sum hann hevði havt á Fornagørðum. Eftir at Erling Høgnesen, sum eisini var ættaður úr Fuglafirði, var givin hjá Kjølbro, hevði hann sína egnu blikk- smiðju á Gerðareiði. Dánjal var friðsælur, lítillátin og samstundis hittinorðaður og ikki sørt skemtingarsamur. Hóast hann ikki gjørdi nógv hóvasták burturúr sær sjálv- um, so avrikaði hann nógv umframt dagliga yrkið. Í mongum føroyskum heimum hongur álmanakk- in Ráðgevari mín, sum hevur eitt lítið skriftorð til hvønn dagin. Pápi Dánjal, Victor Danielsen, fóru at geva álmanakkan út og stjórnaði honum í 25 ár. Tá hann var deyður í 1961, tók Dánjal á seg at geva Ráðgevan út. Nú hann legði eyguni saman fyri síðstu ferð, var hann liðugur at leggja Ráðgevan fyri 2002 til rættis. Tá Sjónvarp Føroya í sambandi við 100 ára føð- ingardagin hjá Victori Danielsen í 1994 hevði send- ingar um Victor, greiddi Dánjal m. a. frá, hvussu hann hevði upplivað tað, tá pápin í tredvunum og fjøritunum umsetti Bíbliuna. Tá var leikluturin hjá Dánjali m. a. at maskinskriva hondskrivaða handrit- ið hjá pápanum. Dánjal var uppi í, tá ið Bíbliutýð- ingin hjá Victori varð endurskoðað í sjeyti árunum. Tey eldru komast við Sendiboðið, sum fleiri úr samkomuni í Betesda í Klaksvík inntil fyrst í seksti árunum sigldu kring oyggjarnar við, tá teir hildu møtir. Dánjal, sum var musikalskur og bæði spældi urgu og harmoniku, var ofta við. Stríðið um eitt byggi- loyvið Úti í Bakka í Havn liggur nú á borðinum hjá grann- anum, nevniliga Kommunala Eftir- litinum í Tinganesi. Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndin i í Tórshavnar Býrað sigur, at endamálið er at fáa miðbýin livandi BYGGISTRÍÐ Dagfinn Olsen Stríð hevur tikið seg upp um eitt byggiloyvi Úti í Bakka í Havn.Tórshavnar Býrað hevur givið einum privatmanni loyvi at byggja sethús á eina neystagrund, sum kommunan eigur. Maðurin skuldi leiga grundina. Hinvegin hevur Løgmansskrivstovan steðg- að hesum, tí tað er í stríð við byggisamtyktina. Serlig byggisamtykt er fyri Reyn, ið er býtt í ymisk øki, og matrikkulnumm- arið, talan er um, er ætlað almennum stovnum og skrivstovum. Heðin Mortensen, for- maður í Byggi- og Býar- skipanarnevnd Tórshavnar Býráðs sigur, at har bíða tey eftir svari úr landsstýr- inum, tí málið liggur hjá Kommunala Eftirlitinum. Fundur skuldi vera í nevndini mánadagin, men var hesin útsettur til seinni í vikuni. Býráðið hevur sent Kommunala Eftirlitnum bræv við frágreiðing um málið og bíðar nú eftir svarið. Lív í aftur Spurdur, um býráðið er sinnað at gera broyting í samtyktina, sigur Heðin Mortensen, at tað er júst úr hesum ætlanum, at málið er sprottið. Hann minnir eisini á, at broytingar áður eru komnar fyri. Hann metir, at tað er av stórum týdningi, at fáa lív í aftur Miðbýin og økið á úti á Reyni og at fáa fólk at búgva har. - Lív skal í aftur Tinga- nes. Best er við so fáum almennum stovnum, sum gjørligt, tí almennir stovnar lata aftur klokan 16, og so er myrkt. Miðbýurin verður sovibýur. Hinvegin eigur málið at vera at fáa hetta til eitt øki, hart fólk búgva og børn spæla og vaksa upp, metir Heðin Mortensen. Gott hugskot Heðin Mortensen arbeiður við hugsanum og uppskoti um, at niðasta hædd í bygn- ingum í miðum býnum í Havn, skulu hýsa handlum og matstøðum. - Hetta er einasta loysn, skal býarparturin ikki sovna, heldur Heðin Mort- ensen. Um ávísa málið Úti í Bakka sigur hann, at talan er um eitt neyst, eina neystagrund, sum hevur ligið har í áravís. Mest sum ein skomm og hettta hevur verið til irritatión. Heðin Mortensen metir eisini, at talan er um, at eitt gott hugskot er komið á borðið. - Nú er so eitt gott hug- skot komið, sigur Heðin Mortensen, sum tó er greiðir yvir, at sjálvsagt skulu øll viðurskifti vera greið, áðrenn nakað skal gerast. Síðsta orð er ikki sagt í málinum enn, men bíðað verður nú eftir svari úr landsstýrinum, næsta granna hjá umstríddu neystagrundini Úti í Bakka í Havn. Miðbýurin skal vera livandi Heðin Mortensen, formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs, heldur vera av týdningi, at lív kemur í aftur miðbýin og úti á Reyni, har almennir stovnar húsast og myrkt er eftir kl. 16.00 Málið um sethús á neystagrund Úti í Bakka í Havn liggur nú á skrivaraborðinum hjá grannanum, Kommunala eftirlitinum í Tinganesi C M Y K 7 6