fríggjadagur 22. august 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 160 - 22. august 2008
Ver við til at styrkja
mentan og samfelag okkara
– løgfrøðingur/fulltrúi til Mentamálaráðið
Hevur tú hug at royna spennandi avbjóðingina at arbeiða saman við landsins fremstu
politisku og fyrisitingarligu myndugleikum innan undirvísing, gransking og mentan, so
bjóða vit tær eitt spennandi fulltrúastarv á aðalskrivstovuni í Mentamálaráðnum.
Starvsøkið
Høvuðsuppgávurnar hjá tær verða m.a.:
< Lógarfyrireiking, kunngerðir og reglugerðir
< Ráðgeving og vegleiðing til landsstýriskvinnu, starvsfólk, stovnar og borgarar
< Vegleiðing og kunning um nýggjar lógir o.a.
< Umsiting av málsøkjum, sum verða løgd til tín
< Málsviðgerð
< Kæruviðgerð
< Aðrar uppgávur
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv (cand. jur.), MA ella BA í løgfrøði. Fært
tú prógv sum BA, MA ella kandidatur í summar, ert tú eisini sera vælkomin at søkja.
Tú hevur annars eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva
og samskifta við arbeiðsfelagar og viðskiftafólk. Fyrimunur er at hava viðkomandi
royndir, tó at hetta ikki er krav.
Vit bjóða
< Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við fjølbroyttum uppgávum
og nógvum samskifti úteftir
< Samstarv við royndar løgfrøðingar
< Luttøku í løgfrøðiligum samstarvsmótum
< Skeið og eftirútbúgving
< Starv í einum toymi við trimum løgfrøðingum
Setanartreytir
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið. Setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, løgmansskrivstovuna og
tilhoyrandi stovnum.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum kunnu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella til mmr@mmr.fo.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. august 2008 kl. 16.00. Starvið
verður at seta frá 1. oktober ella eftir avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Petersen,
aðalstjóra, tel. 555 051.
____________________________________
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking.
Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Á aðalskrivstovuni eru stápsfunktiónir innan m.a. løgfrøði, búskap, HR, kunningartøkni og
fyrisiting. Bygnaðurin í Mentamálaráðnum er býttur í tríggjar deildir – fólkaskúladeild, vinnu-/
miðnámsskúladeild og mentamáladeild – sum stápsfunktiónirnar veita ráðgeving til, umframt at tær
ráðgeva aðalstjóranum og landsstýriskvinnuni.
Blástempla títt CV
SMYRIL LINE · YVIRI VIÐ STROND 1 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN
TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM
Smyril Line bjóðar áhuga vert og
avbjóðandi starv sum handils-
leiðari í ein um al tjóða um hvørvi
har lykla orðini eru:
· Ábyrgd
· Personlig avbjóðing
· Dygd
· Faklig menn ing
· Persónlig menn ing
Tú ynskir at skapa úrslit og hevur
góð samstarvsevni. Við tínum
royndum innan starvsøki, veist tú
hvat krevst, fyri at handilin skal
verða í støðugari menning. Vit
seta dagliga trivnaðin sera høgt,
og vanta vit av tær, at tú dug ir at
leiða
og
stuðla
tínum
sam-
starvsfelagum. Tú fært ábyrgd av
ætlanum og starvs fólkum, og
verður ímyndin av einum góðum
arbeiðsumhvørvi. Sum handils-
leiðari fært tú nógva ábyrgd, men
samstundis eisini frælsi at viðgera
dagligu avbjóðingarnar.
Førleikakrøv:
· Viðkomandi útbúgving, t.d.
økonomi og handil
· Royndir í líknandi starvi (handils-
leiðari, handils leiðara hjálpari)
· Leiðsluroyndir
· Góðan telduførleika
(Offi ce-pakkin)
· Dugir at arbeiða strukturerað
· Skandinaviskt og enskt í talu og
skrift
· Kunn leiki til OSCAR ella líkn andi
kassa- og goymslu skip an
Vit vilja heita á bæði kvinnur og
menn at søkja starvið.
Ynskir tú at fáa meira at vita, vitja
www.smyril-line.com
ella
ring
+298 34 49 00 og spyr eftir Hotel
Manager.
Umsóknarfreist: 17. sept. 2008
Skrivligar umsóknir við CV, skulu
sendast til:
crew@smyril-line.fo,
mrk. SHOP SUPERVISOR
HANDILSLEIÐARI
TIL NORRÖNU
Smyril Line varð stovnað í 1982, og
er í dag ein altjóða fyritøka við
skriv stovum í Føroyum, Ís landi,
Noreg, Týsklandi og Dan mark.
Um framt egnar skriv stov ur, hev ur
felagið eisini sam starvsfelagar í
megin part inum
av
evrope iska
meginland inum og restini av út -
heiminum.
Ferðavinnusamstarv millum
Ísland, Grønland og Føroyar
N o r t h A t l a n t i c To u r i s m A s s o c i a t i o n
Øllum við áhuga í ferðavinnu- sam-
starvi landanna millum, stendur í
boði at søkja stuðul í sambandi við
fígging av verkætlanum, hugskotum,
vørumenning, ferðum ella líknandi.
Samstarvið skal umfata minst tvey
av teimum trimum londunum.
Stuðul verður veittur til verkætlanir
innan hesi øki:
Útbúgving
uppihald til starvsvenjing, fakligar
kanningarferðir, skúlaferðir,
ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt
Menning av ‘kombinationsturisme’
cruise, temaferðir, short break og
tílíkt
Millumlanda samstarv
mentanartiltøk, skúlaferðir og tílíkt
Marknaðarføring og
greining av ferðavinnu
at skunda undir altjóða
marknaðarføringsátøk
Stuðul verður veittur til verkætlanir,
ferðing ella virksemi, sum fer fram
innan árslok 2008. Umsóknin
skal skrivast á umsóknarblað,
har møguliga nærri frágreiðing
og fíggjarætlan kann leggjast við.
Umsóknin skal skrivast á donskum
ella enskum og sendast til:
NATA c/o SamVit
Bryggjubakki 12
Postsmoga 118
110 Tórshavn
Møguligir spurningar kunnu setast
til: Per Hansen á tel. 306904 ella
teldupost: per@samvit.fo
Evstamark fyri at senda inn
umsókn er 29. august 2008
Leiðbeining kann fáast hjá
SamVit. Umsóknarblað kann
takast niður frá www.samvit.fo