Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 160 - 22. august 2008 Nýggi kringvarps­ stjórin, Annika Mittún Jacobsen, sigur við Rás2, at við bygnaðarbroyt­ ingunum roknar hon við, at teir tríggir miðlarnir hjá almenna kring­ varpinum fara at kunna bjóða hyggjarum, hoyrarum og lesarum eina enn betri tænastu KRINGVARP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Nú seks nýggir deildarleið­ arir eru settur í Kringvarpi Føroya er áhugavert at vita, hvat fer at henda í kring­ varpinum. Kári Mikkelsen hevur tosað við Anniku Mittún Jacobsen og spurt, hvussu vit koma at merkja broytingarnar. Fyrst skulu vit koma at kenna hvønn annan. Nýggju deildarleiðararnir fara í fyrsta umfari at tosa við sínar deildir og finna fram til, hvussu tey leggja arbeiðið til rættis frameftir. Fina út av, hvar er møguligt og hvat ber til, sigur Annika Mittún Jacobsen. Arbeiðið hjá henni hevur verið at fullført ætlaðu samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi. Síðani eg tók við havi eg arbeitt við at fullført saman­ leggingina av útvarpi og sjónvarpi. Tað nýggja er, at alt er lagt saman í eitt, tað vil siga eina deild fyri bæði útvarp og sjónvarp, tað verið seg tíðindadeild ella tekniska deild og so framvegis, sigur kringvarpsstjórin. Tað nýggja er miðladeild­ in, sum er ein menningar­ deild, ið skal leggja strategi­ ir og hugsa frameftir. Kringvarpsnevndin hevur arbeitt við málinum saman við fyrrverandi stjóranum. Tað havi eg hugt eftir og mett um, hvat reint praktiskt ber til, eins og eg havi litið aftur á, hvussu farið hevur verið fram í teimum undan­ farnju størvunum, eg havi verið í áður. Út frá tí gjørdi eg eitt upplegg, sum eg legði fyri leiðslu og starvs­ fólk, og sum tey so kjakað­ ust um og gjørdu við­ merkingar til, sigur Annika Mittún Jacobsen. Góð kapping Men hóast útvarpið og sjónvarpið formelt eru løgd saman í ein stovn, so eru miðlarnir reint fysiskt skilt­ ir at. Tað hevur ljóðað, at tíðindadeildin øll skuldi flyta oman í Vørðsluna. Vit skulu jú øll enda her í Sortudýki, men hvussu tíðindadeildin verður skip­ að, er heilt upp til nýggja tíðindaleiðaran. Men tað hevði sjálvandi verið ynskiligt, at tíðindadeildin fysiskt situr saman, sigur Annika Mittún Jacobsen. Hon óttast ikki fyri, at samansjóðingin av tíðinda­ deildini fer at merkja minni kapping á økinum. Eg haldi, at tað hevur ver­ ið góð kapping á tíðinda­ økinum síðani nýggja kring­ varpslógin kom í gildi. Og vit fara framvegis at hava tríggjar tíðindaeindir, út­ varp, sjónvarp og internetið, sigur kringvarpsstjórin. Fleiri politikarar løgdu dent á, at talan framvegis skuldi verða um tvær atskyld­ ar tíðindadeildir, tá uppskotið um at leggja útvarpið og sjónvarpið skuldu leggja saman skuldi samtykkjast. Mann hevur valt at seta ein stjóra fyri báðar miðlarnar, og talan verður um fleiri redaktiónir. So tað vænti eg ikki verður nakar trupulleiki, sigur Annika Mittún Jacobsen. Betri umstøður Tað liggur í kortunum , at byggjast skal upp í verandi útvarpshús í Sortudýki, og kringvarpsstjórin vónar, at peningur verður settur av á fíggjarlógini í ár, so byrjast kann upp á arbeiðið. Tað kann væntast, at tað ganga eini tvey til trý ár frá tí at arbeiðið byrjar, til bygn­ ingurin er klárur at flyta inn í. Men eg rokni við, at tann dagurin upprennur innan fyri tey fimm árini, sum eg eri settur sum kringvarps­ stjóri, sigur Annika Mittún Jacobsen. Men eitt er at hava karmarnar í lagi, onkur skal eisini verða at fylla teir út. Kringvarpsgjaldið stend­ ur í stað, meðan lønirnar alsamt vaksa, so tað verður etið burtur av starvsfólka­ talinum. Vit eru nú 20 færri starvsfólk í dag í mun til 2004, sigur Annika Mittún Jacobsen. Men hon er kortini bjart­ skygd, tá talan er um framtíðina. Vit fremja bygnaðar­ broytingar, og eg rokni við, at vit fara at kunna bjóða hyggjarum, hoyrarum og lesarum eitt enn betri tilboð, sigur kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen. SKEIÐ til byrjarar 2. og 3. september ’08 Synergit5W“SH“UBt5ØSTIBWOtXXXTZOFSHJGPtTZOFSHJ!TZOFSHJGP #&--  t'"9  tTLZQFTZOFSHJBTB Excel I - tey fyrstu fetini Situr tú enn við roknimaskinuniPHIZHHVS FJUU TJOEVS “WVOETKÞLVS FGUJSUFJNVN TVN CBSB UBTUB BMU JOO È &YDFM PH WVQUJ  TP FS ÞSTMJUJ§LMÈSU &MMBCSÞLBSPHIFWVSUÞLBOTLB CSÞLU&YDFMÓNJOOJNVO NFOLVOEJIVHTB USBUMSUGPSSJUJ§IFJMUGSÈHSVOEJOJ  Tað er nú tú hevur møguleikanBUMSBPH GÈBTUØSBHMF§JBW&YDFM,PNÈEBHBTLFJ§ TBNBOWJ§UÓOVNMÓLVNPHGÈ&YDFMESFZNJO VQQGZMUBO 5FLOB§UFHTLKØUBTU UÓQMÈTTJ§FS TFSBBWNBSLB§ Um Excel &YDFMFSFJUUSPLOJBSL IBSUB§FSN“HVMJHUBU BSCFJ§B WJ§ U“MVN PH HSBGVN VQQÈ BMMBS IVHTBOEJ PH ØIVHTBOEJ  IUUJS 7J§ BU MVUUBLBÈIFTVNTLFJ§OVN GSUUÞHSVOEMFH HKBOEJLVOOMFJLBUJM&YDFM5ÞMSJSUSNFTU CSÞLUV PH NFTU Uâ§BOEJ GVOLVSOBS "GUBOÈ TLFJ§J§LBOTUUÞCSÞLBPHGÈBTUØSBHMF§JBW GPSSJUJOVNÓUÓOVNEBHMJHBBSCFJ§J Skeiðið vendir sær til tey TVNIBWBIVHUJM  KBLBOTLBÓMPOHSJUÓ§IBWBIBWUIVHUJM BUMSB USHSVOEMFHHKBOEJ Uâ§BOEJPHNFTUCSÞLUV GVOLVSOBSÓ&YDFM Tú hevur lítlar ella ongarSPZOEJSWJ§&YDFM GSBNNBOVOEBO  NFO WJU SPLOB WJ§  BU UÞ IFWVSBSCFJUUWJ§UFMEVȧVS Tilmelding og les meira VN TLFJ§J§ È IFJNBTÓ§V PLLBSB  XXXTZOFSHJGP5Þ FSU FJTJOJWMLPNJOBUSJOHKB Vælkomin til tiltøk hjá Synergi Betri tilboð til kundan Nýggja leiðslan í Kringvarpi Føroya. Frá vinstru Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari, Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, Barbara Samuelsen, dokumentarleiðari, Sanna Hansen, starvsfólkaleiðari, Herluf Sørensen, programmleiðari, Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari og Allan Dalsgarð, miðlaleiðari 28 snellubátar avreiddu í Sørvági í gjár Í gjár tók Landingarmiðstøðin í Sørvági ímóti 11.000 pundum av útróðarfiski. Tað vóru 28 bátar, sum avreiddu, teir flestu úr Vágum, men eisini fleiri av Sandoynni. Mikudagin avreiddu 15 bátar til Landingarmiðstøðina, teir høvdu tilsamans um 7000 pund. Veðrið hevur verið gott hesa vikuna, streymurin er harður, men fer nú at batna. Í morgun fóru fleiri bátar aftur til útróðrar, hann lotar av suðri ­ 8m/sek., hann verður helst sunnan í ættini til mikudagin í komandi viku, men tað verður ikki nógvur vindur, vindferðin fer at liggja um 10 m/sek. allar dagarnar. Andstøðan bjóðar Heina formanssess Samgongan fyrireikar uppskot um nýtt býti av nevndarsessum. Støðan hjá samgongu­ tingmonnunum Gerhardi Lognberg og Heina O. Heinesen tykist í hesum sambandi óviss. Heini O. Heinesen veit í øllum førum ikki, um hann far nakran nevndarsess frá samgonguni. ­ Eg veit ikki, um eg fái nakað frá samgonguni. Eg eri limur í Tjóðveldi og ynski framhaldandi at vera tað. Men eg havi ikki fingið greið boð um býti av nevndarsessum, sigur Heini O. Heinesen við Portalin. Andstøðan hevur hinvegin bjóðað honum nevndarsess, um hann verður partur av valbólkinum hjá andstøðuni. ­ Eg kann fáa formanssessis í vinnunevndini, um eg vil. Men eg vil helst vera valdur í nevnd sum partur av Tjóðveldi og samgonguni, staðfestir tjóðveldistingmaðurin.