fríggjadagur 22. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 160 - 22. august 2008
Bygdarlív
Orð&mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Trøllanes: - Tá eg varð gift
norður higar, var tað ikki
ein spurningur um, hvar vit
skuldu búgva.
- Maðurin var bóndi, og
tað var tí púrasta natúrligt
at flyta hagar sum hann
búði, sigur Signhild Joen-
sen, sum eisini er býráðs-
limur í Klaksvík.
Á Trøllanesi hevur hon
alt upp síni fýra børn, men í
dag kann hon staðfesta, at
eitt ættarliðsskifti er á veg í
bygdini: Við ársbyrjan vóru
12 fólk undir 20 ár, men
bert eittans barnið undir
skúlaaldur.
Fólkið í bygdini kann tí
bert staðfesta, at fólkatalið
og serliga á teimum ungu er
í einum aldudali. Men tey
falla kortini ikki í fátt:
- Nei, tað gera vit ikki.
Men tað kann taka sína tíð
at »byggja« tað uppaftur,
sigur Signhild Joensen við
Sosialin.
Tey eiga sjálvi fýra børn
– eitt sum er liðugt við mið-
námsskúla, eitt í studenta-
skúla, eitt í 8. flokki og eitt
sum gongur í 2. flokki í
Mikladals skúla.
Løtt avgerð
Tá Signhild á sinni varð
gift við Mikkjali Joensen
og skuldi flyta allan vegin
úr Klaksvík og norður til
Trøllanes, var hetta ikki ein
trupul avgerð at taka.
- Orsøkin til hetta var
tann, at vit tá skrivaðu árs-
talið 1991 og at tíðirnar
ikki vóru so góðar um tað
mundið, greiðir hon frá.
Búskaparliga afturgongd-
in hevði tað við sær, at fólk
gjørdust arbeiðsleys. Og
tey sum ynsktu at finna ann-
að
arbeiði
máttu
bara
ásanna, at tøk arbeiði vóru
ikki at finna undir hvørjum
steini í Klaksvík.
Norðuri á Trøllanesi vóru
betri umstøður at fóta sær
innan landbúnaðin, fáa mat
á borðið hvønn dag og ala
upp børn á einum tryggum
og barnavinarligum staði á
útoyggj.
- Nei, hetta var eingin
tung avgerð at taka, sum
onkur kanska vildi hildið.
Men um avgerðin hevði
verið eins einføld at tikið í
dag, - tja, tað er ein heilt
annar spurningur.
- Í dag trúgvi eg, at eg
hevði hugsað meg um fleiri
ferðir, sigur Signhild álvar-
som.
Betur aðrastaðni
Føroyska samfelagið er
nógv broytt hesi seinastu
17 árini, eisini á Kalsoynni.
Hjá kalsoyingum er ferða-
sambandið við meginøkið
vorðið munandi betri við
fleiri fráferðum um dagin
og um kvøldið, eftir at Bars-
skor gavst at sigla og varð
avloystur av SAM.
Hetta hevur aftur ført við
sær, at teimum stendur í
boði at taka lut í virksemi í
Klaksvík av ymiskum slagi.
Hesin møguleikin, hjá bæði
børnum og vaksnum, var
ikki til staðar fyri bert fáum
árum síðani.
Fyri Signhild er spurn-
ingurin alla tíðina um hesar
umstøðurnar hóast alt gera
sítt til, at tað unga fólkið fer
at støðast í norðastu bygdini
á Kalsoynni.
- Tá ein fær fleiri børn, er
tað ikki altíð so at tey eru
eins. Og eg má bara við-
ganga, hóast eg veit at øll-
um ikki dámar tað: - At fyri
nøkur av børnunum, hevði
tað uttan iva verið lættari at
búð aðrastaðni.
- Og tá ein, sum í mínum
føri, eigur fýra børn, er stór-
ur møguleiki fyri at onkur
teirra ikki trívist í bygdini,
tí vit eru so ymisk. Men
hvat er alternativið, tá ið
maðurin hevur sítt inntøku-
grundarlag á staðnum?!,
spyr Signhild álvarsom á
málinum.
Hennara niðurstøða er tí,
at tað í roynd og veru ikki
er pláss fyri øllum børnun-
um og teimum ungu í bygd-
ini, so hvørt sum tey gerast
eldri.
- Eg veit, at tað er hart at
siga tað, og kanska eg taki
feil – ja, tað fer so tíðin at
vísa. Men í dag eru viður-
skiftini broytt sera nógv og
krøvini vorðin størri frá tí
einstaka.
- Tí í dag krevur man ikki
bara at liva fyri at liva, men
at hava góðsku og eitt inni-
hald, og ikki minst hava
eina orsøk at verða verandi
á einum slíkum staði so
langt burtur frá meginøkin-
um, slær hon fast.
Ikki broyta ov nógv
Fyri Signhild og kalsoyingar
annars, er eingin ivi um, at
var ferðasambandi ikki so
gott sum tað er í dag, hevði
støðan verið munandi verri
og fólkatalið væl minni.
Tann næsti og viðkomandi
spurningurin til Signhild er
tí hesin: - Kann nakað ger-
ast til tess at tryggja eina
framtíðar búseting á Trølla-
nesi og hinum bygdunum í
oynni?!
Til henda spurningin hev-
ur Signhild eina heilt greiða
fatan: Hóast ein fegin vil,
so kann ein ikki broyta ov
nógv í slíkum bygdasam-
felagi.
- Hóast eg onkutíð hugsi
um, at tað er trupult at
búgva her, so dugi eg sam-
stundis væl at síggja, at ein
kann ikki broyta alt ov
nógv, sigur hon.
Sambært henni skulu Før-
oyar vera fjølbroyttar, og
vísir her á tað serstaka lívið
sum er á útoyggj. Trendurin
er eisini hann, at føroyingar
í størri og størri mun leita
sær til tey smáu plássini í
frítíðini, og høvdu neyvan
gjørt tað, um tær heilt stóru
broytingirnar høvdu verið.
- Tað, sum er gott við at
vera her á Trøllanesi er, at tað
brýtur
fullkomuliga
frá
býarlívinum: Her er friðsælt,
onki stress og eitt paradís
fyri tey flestu børnini. Eg
dugi so ikki at síggja nakran
trupulleika í at politikkararnir
flyta okkurt alment starv úr
miðstaðarøkinum og út á
útoyggj, sigur Signhild og
leggur síðani aftrat:
- Tað minsta kravið hjá
okkum foreldrum er kortini
tað, at vit hava ein góðan
skúla fyri at tryggja børnun-
um eina eins góða undir-
vísing, sum børn aðrastaðni
kring landið fáa!
Ein løtt avgerð
at flyta á útoyggj
Fyri mong kann tað tykjast at vera
ein stór fjarstøða millum Klaksvík og
Trøllanes. Men fyri Signhild Joensen
á Trøllanesi er henda fjarstøðan kort
ini ikki størri enn so, at hon kann
búgva her og arbeiða í Klaksvík.
– Ferðasambandið er gott, og tí átti at
borið til at flutt onkur almenn størv
úr miðstaðarøkinum norður higar,
sigur hon
Fólkatalið á Trøllanesi er í afturgongd, og í dag eru einans 12 fólk undir 20 ár, men bert eitt
undir skúlaaldur
Góðan stuðul til
Slættanes-tiltakið
Um vikuskiftið verður skipað fyri serligum tiltak
á Slættanesi (myndin), har dentur verður lagdur á
at lýsa bygdina í søgu og lívi. Tað er Sandavágs
Fornminnafelag sum skipar fyri tiltakinum, og
sum tey taka til: Uttan góðan stuðul frá góðum
fólki, fyritøkunum Grón, Poul Michelsen, Føroya
Keypssamtøku og Sandavágs kommunu hevði
hetta forvitnisliga tiltakið borið illa til.
Senda gudstænastu
umvegis alnetið
Svenski bispurin, Tony Gulbrandzen ynskir at senda gudstæn-
astur á alnetinum, soleiðis at fleiri av sóknarbørnum hansara
kunnu fylgja lívinum í kirkjuni. Eitt kirkjulið í hansara sókn
veitir longu fólki hesa tænastuna, og nú ynskir hann at víða
tilboðið til alt landið. – So kunnu øll verða við til gudstænast-
una, eins og fólk fáa sjálvi møguleika at velja tað sum ein vil
síggja, sigur hann. Hinvegin er eisini mótstøða ímóti ætlanini.
Hildið verður at skipanin er ov kostnaðarmikil, tí fólk vilja
hava dygd og ikki slíkt sum er gjørt óprofessionelt.