fríggjadagur 22. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 160 - 22. august 2008
”
Eg eri nú farin til Klaksvíkar at arbeiða,
og er tað eins og ein nýggjur heimur
hevur latið seg upp fyri mær, nú eg eri
komin aftur til røturnar í heimbýnum
”
Nei, hetta var eingin tung avgerð at
taka (at flyta úr Klaksvík til Trøllanesar,
blðm.), sum onkur kanska vildi hildið.
Men um avgerðin hevði verið eins
einføld at tikið í dag, - tja, tað er ein
heilt annar spurningur
- Í dag vilja fólk ikki bert hava
eitt arbeiði. Tey vilja eisini
hava okkurt at gera og fara
til í frítíðini, sigur Signhild
Joensen á Trøllanesi
Gongutúrur í Gjógvardal
Annan sunnudag, tað er: 31. august skipar Árnafjarðar
Róðrarfelag fyri gongutúri yvir í Gjóvardal. Hetta er áhugavert
stað fyri bygdarfólkið og onnur við, tí tað var her at menn
skóru torv í síni tíð. Við á túrinum verða eisini frásøgufólk, so
alt verður gjørt fyri at geva fólki eina góða uppliving. Eftir
túrin, sum væntandi tekur einar 5-6 tímar, verður ábit í
Róðrarneystinum í Árnafirði (myndin), og hevur verið eisini
lutakast millum gongufólkið um eitt lamb til heystar. Neyðugt
er at tekna seg á Kunningarstovuni í Klaksvík.
Klárt til Fjarðafestivalin
Í Skálafirði: Komandi vikuskifti verður árligi
Fjarðafestivalurin hildin í Kelduni í Skálabotni. Hóast
høvuðsnavnið til henda tónleikafestivalin gav avboð, hava
fyrireikararnir kortini megnað at samanseta eina spennandi
skrá til teir báðar pallarnar, sum koma at mynda tiltakið. Ein
pallur verður uttanfyri, meðan pallurin í salinum, og sum
vanliga verður brúktir til tiltøkini hjá samkomuni, verður hin
pallurin. Fleiri møguleikar verða hjá fólki at koma til
festivalin. Tey flestu taka helst bilin við, men møguleiki er
haraftrat at taka tjald og kampingvogn við ella bátin, ið kann
liggja tryggur í bátahylinum í Skálafirði.
NÝTT SKEIÐ
4. og 5. september ’08
Synergit5WSHUBt5ØSTIBWOtXXXTZOFSHJGPtTZOFSHJ!TZOFSHJGP
#&--
t'"9
tTLZQFTZOFSHJBTB
-VUUBLBSJÓWÈS
“...tað besta telduskeiðið eg
nakrantíð havi verið á...”
The very best of Word, Excel,
Outlook & PowerPoint
Brúkar tú8PSE
0VUMPPL
&YDFMPH1PXFS
1PJOU Ó UÓOVN EBHMJHB BSCFJ§J (KSU UÞ
UJOHJOJVQQÈUBOOØTNBSUBNÈUBOWJ§GVMU
BWVNWFHVN
Kundi tú hugsa tærBUöOHJ§FJOMUUBSJ
EBHMJHEBHWJ§IKÈMQBWGPSSJUVOVN 4WBSBS
UÞ KB VQQÈ IFTBS TQVSOJOHBS
FS TUVOEJO
LPNJO BU BSCFJ§B FJUU TJOEVS TNBSUBSJ PH
HBHOOâUB UFZ BNCP§ UÞ MPOHV BMMÓLBWM
IFWVS
Skeiðið hevur fingiðTFSBHاBSFGUJSNFU-
JOHBS
Max. 14 luttakarar
Tilmelding
-FT NFJSB PH UFLOB UFH È IFJNBTÓ§V
PLLBSB È XXXTZOFSHJGP t UFM #&--
(322355)
Tú lærir alt millum himmal og jørð
VNNZOEJStCSPUUBMWVStTUØSTLKMtCSW
UFMEVQPTUBS t FUJLFUUJS t TBNBOTQMJ§
NJMMVN8PSEPHIJOJ0óDFGPSSJUJOJtTUâSB
UFMEVQPTUVOVNtLBMFOEBSJOtGVOEBSJOO-
LBMMJOHtBWUBMVStVQQHÈWVGVOLBOtLPOUBL-
UQFSTØOBS t UÓ§JOEJ UJM LVOEBS GPSNMBS
GPSNBUFSBDFMMJStLPMPOOJStSFLLKVStSL
öOOBEBUBtZWJSMJUZWJSTUØSBSNPOHEJSBW
VQQMâTJOHVN t JOOJIBMETZWJSMJU t öMUVS
TLJMKJOH t TVCUPUBMJS t SJUNZOEJS t GPSNBS
UFLOJBNCP§ t NHVMFJLBS WJ§ TMاVN t
LPQJFSBGSÈFYDFMVQQÈUBOOöYBNÈUBO
Vælkomin UJMUJMULIKÈ4ZOFSHJ
Íbúgvarar á
Trøllanesi
Aldursbýtið millum
fólkið á Trøllanesi er
rættiliga spjatt, hóast
tey bert eru 22 í tali.
Sambært einum yvirliti
hjá Hagstovuni er
býtið hetta:
0-10
4 fólk
11-20
8 fólk
21-30
0 fólk
31-40
4 fólk
41-50
2 fólk
51-60
0 fólk
61-70
2 fólk
71-80
2 fólk
81-
0 fólk
FAKTA
Tað eru, sum longu nevnt 17 ár síðani
Signhild giftist til Trøllanesar.
Tá hon skal líta aftur um bak, kann hon
bara staðfesta, at hon livdi rættiliga
avskorin tey fyrstu 14 árini, tí ferðasam-
bandið ikki var nøktandi. Hesi árini gekk
tíðin fyri tað mesta við at taka sær av
húsi, heimi og børnum.
- Nú eru børnini vorðin tað eldri, eins
og ferðasambandið til Klaksvíkar er
vorðin nógv betri. Eg eri nú farin til
Klaksvíkar at arbeiða, og er tað eins og
ein nýggjur heimur hevur latið seg upp
fyri mær, nú eg eri komin aftur til røturnar
í heimbýnum.
Í Trøllanesi búgva í dag 22 fólk, meðan
talið tvey tey seinastu árini var uppi á 27.
Ein veruleiki er kortini hann, at fólkatalið
kann fara at minka uppaftur meiri í
framtíðini, tí í løtuni er bert eitt einstakt
barn undir skúlaaldur.
- Ein fylgja av hesum er tí, at tað verða
helst ikki fleiri fólk í bygdini í framtíðini,
enn hvat tað higartil hava verið, sigur hon.
Hinvegin er hon sannførd um, at tað
ber heldur ikki so væl til, av teirri ein-
faldu orsøk at fíggjarliga grundarlagið
hjá fólki er so avmarkað.
Hóast strandfaraskipið SAM siglir upp
í níggju ferðir um dagin, og hóast regluligt
samband er við bussi til Syðradals, so er
hetta ikki nóg mikið til at fáa fólk at
støðast í eini slíkari bygd.
- Í dag vilja fólk ikki bert hava eitt
arbeiði. Tey vilja eisini hava okkurt at gera
og fara til í frítíðini. Hesir møguleikarnir
eru so smáir, at ilt er at nøkta tørvin hjá
øllum pørtum her á staðnum.
- Tí velja helst fleiri at verða búgvandi
í stórbýnum, heldur enn úti á bygd, sigur
Signhild Joensen.
Bygdarlívið er gott, men ...