Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 160 - 22. august 2008 Ein avleiðing av stríðnum í Georgia er, at Sýrialand ætlar sær at økja tað hernaðarliga samstarvið við Russland Undir kalda krígnum var tætt samstarv millum Sovjetsamveldið og Sýria­ land, og nú er líkt til, at Sýrialand hevur hug at nærkast Russlandi. Uttan­ ríkisrpolitiskir eygleiðarar hava leingi sagt, at Moskva vil sleppa at endurnýggja tað gamla sambandið við Damaskus, og tað er líkt til, at russar fáa sín vilja. Í hesum døgum er sýriski forsetin, Bashar al­Assad, á vitjan í Moskva og í gjár hitti hann Dmitrij Medve­ dev, forseta. Undan fundi­ num duldi sýriski forsetin ikki fyri, hvørji ørindi hansara eru. ­ Hernaðarligt og tekniskt samstarv er sjálvandi tað týdningarmesta evnið. Vápnakeyp er eitt sera týðandi evni, og eg haldi, at vit eiga at seta meiri ferð á hetta samstarvið. Vit mugu hava í huga, at Vestur­ heimurin og Ísrael leggja altsamt størri trýst á Russland, segði al­Assad við russiska blaðið Komm­ ersant í gjár. Í 2002 koyrdi George W. Bush, forseti, Sýrialand í sama leyp sum Iran og Norðurkorea, og tað hevur elvt til øði í USA og Ísrael, at Russland kanska fer at selja Sýrialandi vápn. Ísrael hjálpti Georgia Í samrøðuni við Kommer­ sant sigur sýriski forsetin, at gongdin í seinastuni vísir, at tað er neyðugt at styrkja tað hernaðarliga samstarvið millum Russland og Sýrialand. Eygleiðarar siga, at orðini hjá forsetanum hava helst samband við, at sambært russum brúkti georgiski stjórnarherurin ísraelsk vápn ella vápn úr Ísrael í bardøgunum við russiska herin. Harafturat vilja russar vera við, at ísraelskir heryvirmenn hava vant georgiska herin. Sýriski forsetin sigur við Kommersant, at viðurskifti sum hesi fara at fáa fleiri lond í Miðeystri at knýta tættari samband við Russland. ­ Eg haldi, at allir russar og fólk aðrastaðni eru nú greið yvir leiklutin hjá Ísrael og landsins hernaðar­ ligu ráðgevar í georgiska herinum. Og var tað nakar í Russlandi, sum helt, at hesar deilirnar kundu vera vinarliga sinnaðar, so er tað neyvan nakar, sum hugsar so í dag, sigur al­Assad við russiska blaðið. Stríðið í Kaukasus breiðir seg til Miðeysturs Tveir av samstarvsmonn­ unum hjá Russlandi ví Miðeystri, sýriski forsetin Bashar al­Assad og iranski forsetin Mahmoud Ahmadinejad Mynd Polfoto Oljustuðul og betri fiskaprís Grønlendska fiski­ og veiðimannafelagið KNAPK vil hava landsstýrið at útvega limunum størri oljustuðul umframt betri fiskaprísir. Lands­ stýrið hevur fyrr sýtt fyri at geva vinnuni stuðul til oljukeyp, men eftir at landsstýrismaðurin í fiskisivinnumálum, Finn Karlsen, hevur sagt seg skilja áheitanina frá fiski­ og veiðimonnunum, hevur felagið gjørt av at royna eina ferð afturat. Samstundis vil KNAPK hava Royal Greenland at lata meiri fyri fiskin. Tveir av samstarvsmonnunum hjá Russlandi ví Miðeystri, sýriski forsetin Bashar al-Assad og iranski forsetin Mahmoud Ahmadinejad Mynd Polfoto Skótafundir byrja aftur mánakvøldið Allir smáskótar, skótar og leiðarar møta klokkan19. Eisini tey, sum ikki hava verið skótar eru vælkomin við til skótarnar, siga KFUM OG K skótarnir í Klaksvík. Tey siga, at sum skóti upplivir tú nógv spennandi, læruríkt og gott. ­ Tú fært góðar vinir, kemur til aðrar bygdir og lærir at brúka tíni evni. Vit hava eisini brúk fyri góðum leiðarum, so um tú vil hjálpa okkum og vera við í leiðara­bólkinum, so kanst tú eisini koma á fund komandi mánakvøld. Tann 1. september byrja vit so við regligum fundum, kl.17,30 møta smáskótar 7­8 ára gomul, kl.19 møta tey 9­10 ára gomlu. Týsdagin 2. september møta miðskótar 11­14 ára gomul kl.19. Ungdómsskótar møta eitt kvøld, sum passar best til tey, siga tey úr Klaksvík, sum ynskja øllum vælkomnum á skótafund. 23. oktober var ein dramatisk gíslatøka í einum leikhúsi í Moskva. Tjetjenar kravdur Russland at taka seg aftur úr Tjetjenina. Sorgar­ leikurin kostaði 170 mannalív. Hendingin fer nú á pall á Tjóðpalli Føroya GÍSLATØKA Tíðindaskriv Mikudagin tann 23. oktober 2002 kl. 21.05 storma 42 tjetjenar Dubrovka­leik­ húsið í Moskva. Teir steðga framførsluni og taka 850 áskoðarar sum gíslar. Teirra krav: Fullkomin afturtøka av tí russiska herinum úr Tjetjenina. Gíslatøkan varar í 57 tímar og kostar 170 mannalív. Týski høvundin Torsten Buchsteiner hevur skrivað ein sjónleik um gíslatøkuna, sum verður fyrsta leikverk hjá Tjóðpalli Føroya leikárið 2008 ­ 2009. Leikurin Nordost er um tríggjar kvinnur, sum allar á hvør sín hátt vórðu knýttar at sorgarleikinum á Dubrovka­leikhúsinum: (Navn) er tjetjeni, sjálv­ morðsbumbukvinna og ein av gíslatakarunum. (Navn) er lækni sum er á náttarvakt og situr uttanfyri leikhúsið til reiðar at veita hjálp. (Navn) er áskoðari, farin at njóta ein musikal saman við manni og dóttur, tá leikhúsið verður tikið. Hesar tríggjar siga okkum frá hendingini tíma fyri tíma soleiðis sum tær upplivdu tað. Tær hava hvør sítt sjónarmið og hvør sína fatan av krígnum í Tjetjenia – og allar hava tær rætt – hvør á sín hátt. Fyrsta sýning av Nordost verður 19. september 2008, Ria Tórgarð leikstjórnar og André Niclasen hevur umsett. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Súsanna Tór­ garð og Birita Mohr. Pallinum og ljósinum standa Árni Baldvinsson og Símun Pauli Hansen fyri, meðan Katrin Bonde tekur sær av búninum. 22. september byrja eisini venjingarnar av spildur­ nýggjum føroyskum fam­ iljuleiki. Tað er Í Geyma eftir bók hjá Dánjali Hoydal, sum Dánjal sjálvur hevur gjørt til leik saman við íslendska leikstjóranum Águstu Skúladóttir. Pall­ myndina ger Gudrun Øya­ hals, ið eisini gjørdi pallmyndina til einmans­ leikin Sellofan, meðan Katrin Þorvaldsdóttir stend­ ur fyri búnum og maskum. Í Geyma hevur heims­ frumsýning í nýggju høllini í Norðurlandahúsinum 7 . november. Minnisvarði yvir tey 170 fólkini, sum fullu í gíslatøkuni í Dubrovka leikhúsinum í Moskva í 2002 Gíslatøkan í Dubrovka á Tjóðpalli Føroya