fríggjadagur 22. august 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 160 - 22. august 2008
Nógv rúsevni og innbrot
Juli mánaður gjørdist tann strævnasti hjá rúsevnadeildini hjá
íslendsku løgregluni samanborið við hinar mánaðirnar í ár.
Løgreglan fekk ikki færri enn 163 mál um rúsevni í síðsta
mánaði. Tað er tó ikki vist, at tað stóra talið sigur nakað um
veksandi nýtslu, tí sambært løgregluni er eftirlitið hert
munandi, og tað er helst høvuðsorsøkin til tað stóra talið í juli.
Tað var nú ikki bara rúsevnið, sum gav løgregluni nógv at
hugsa um í juli, tí hendan mánaðin vóru ikki færri enn 262
innbrot.
Grundraksturin
gav eitt úrslit á 2,8
mió kr., men eftir
burturleggingar er
talan um hall upp á
1,7 mió
Vinna
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Úrslitið fyri sama tíðarskeið
í fjør vísti eitt yvirskot á
2,68 mió. kr.
Afturgongdin
skyldast
fyri ein stóran part gongdini
á altjóða partabrævamarkn
aðinum og øktum burtur
leggingum.
Sparikassin hevur eftir
varsemisprinsippinum burt
urlagt t.kr. 2.893 fyrra
hálvár 2008.
Kurstapið hjá stovninum
er 1,7 mió. kr og avskriving
arnar eru t.kr. 347. Fyri
sama tíðarskeið í fjør vóru
hesi tøl ávikavist t.kr. 987 í
burturleggingum, t.kr. 567 í
kursvinningi og t.kr. 343 í
avskrivingum.
Burturleggingarnar hava
við sær, at Suðuroyar Spari
kassi hevur eitt burturlegg
ingar procent á 1,8%. Hetta
er væl lægri enn á føroyska
fíggjarmarknaðinum ann
ars, har ið burturleggingar
prosentið í miðal er 2,7%.
Fíggjarstøða sparikassans
javnvigar við 496 mió. kr.
ultimo juni 2008 ímóti 435
mió. kr. ultimo juni 2007.
Hetta er ein vøkstur uppá
13,8%.
Úlánini eru í dag 95% av
innlánum. Av hesum er
13% vinnulán og 87%
privatlán, harav eru 65%
bústaðarlán.
Samanlagt eru útlánini
416 mió. kr. fyrra hálvár
2008, samanborið við 376
mió. kr. sama tíðarskeið í
fjør.
Innlánini
í
Suðuroyar
Sparikassa eru 442 mió. kr.
fyri fyrra hálvár 2008,
samanborið við 367 mió.
kr. somu tíð í fjør innlánini
øktust sostatt 20,4%.
Eginpeningur sparikass
ans er t.kr. 42.398. Solvens
urin ultimo juni 2008 er
13,4% í mun til 15,3%
sama tíðarskeið í fjør tað
er væl omanfyri lógarinnar
krav, ið er 8%.
Hall hjá Suðuroyar Sparikassi
Vøruhúsið
leitar eftir
stjóra
Finnbjørn K. Mour
itsen heldur fram
sum nevndarlimur,
men nevndin er
víðkað, og nú skal
nýggjur stjóri setast
Vinna
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á eykaaðalfundi hjá P/F
Litaval hin 19. august
2008 varð avgjørt at økja
talið av nevndarlimum
frá verandi 4 limum upp
í 6 nevndarlimir.
Víðkanin av nevndini
er liður í tilgongdini, har
fyritøkan fer frá at vera
ein familjustýrd fyritøka
burturav til at vera ein
professionell fyritøka, ið
eisini
frameftir
skal
standa seg í kappingini á
marknaðinum, sigur høv
uðseigarin og fráfarandi
nevndarformaðurin, Finn
bjørn K. Mouritsen, ið
sjálvur annar byrjaði fyri
tøkuna í 1962.
Eigararnir av fyritøk
uni meta at víðari menn
ingin av fyritøkuni krev
ur, at fokus verður sett á
førleikarnar hjá teimum,
ið reka fyritøkuna. Tí
koma nú tveir persónar
úr føroyska vinnulívinum
inn í nevndina. Annar er
Árni Arge, ið er nýggjur
nevndarformaður, og hin
er Rógvi Róin.
Fyrsta stigið hjá nýggju
nevndini er at seta nýggj
an stjóra at stýra virksem
inum í samtakinum Vøru
húsið, ið hevur høvuðssæti
á Hjalla og deildir í Havn,
Saltangará, Klaksvík og
Tvøroyri.
Besti hátturin fram
móti at gerast ein pro
fessionel fyritøka er, at
leiðslan í felagnum eisini
kemur uttanifrá, sigur
Finnbjørn K. Mouritsen.
Nevndin í P/F Litaval
er nú mannað soleiðis:
Árni Arge, formaður,
Jóannes Mouritsen, næst
formaður, Rógvi Róin,
Peter Mouritsen, Andreas
Mouritsen og Finnbjørn
K. Mouritsen.
Øktar avskrivingar,
hækkandi oljuprísir
og kursjavningar
tyngja raksturin hjá
Atlantic Airways,
sum tó framvegis
hevur svørt tøl á
botnlinjuni. Grund
raksturin er tó betrað
ur við hálvari fjórðu
millión
Vinna
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Úrslitið hjá Atlantic Air
ways eftir skatt gjørdist góð
ar 6 mió. kr. annan ársfjórð
ing í 2008 samanborið við
17 mió. kr. somu tíð í fjør.
Avlopið fyrra hálvár í 2008
var 246.000 kr. samanborið
við 12,5 mió. kr. í 2007.
Í fráboðanini til virðis
brævamarknaðin
verður
sagt, at høgir prísir á brenni
evni, størri avskrivingar og
stór sveiggj á partabræva
marknaðunum hava ávirkað
hálvársúrslitið í 2008 mun
andi samanborið við fyrra
hálvár í fjør, ið annars kast
aði sjáldsama væl av sær.
Prísurin fyri brennievni á
rutuflúgvingini
hækkaði
fyrra hálvár í ár við 11 mió.
kr. sammett við fyrra hálvár
í 2007. Hetta tyngdi rakst
urin nógv. Virðisjavnanin á
virðisbrøvum gav 5,0 mió.
kr. í vinningi fyrra hálvár í
fjør, men fyrra hálvár í
2008 elvdi hon til eitt eitt
tap á 1,6 mió. kr.
Felagið tók í nýtslu tvey
flogfør og eina tyrlu á heysti
í fjør, og hetta sæst aftur í
avskrivingunum, sum vóru
10 mió. kr. hægri fyrra
hálvár í 2008 sammett við
sama tíðarskeið í fjør.
Frároknar tú úrslitið av
virðisbrævajavnanini,
so
neutraliserar hetta munin
við á leið 6 milliónum.
Avskrivingar skulu sjálv
andi roknast við, tí tær eru
jú úttrykk fyri endurnýggj
anina av flotanum, men
hóast oljuprísurin er farin
upp ígjøgnum loftið, so
hava vit ein grundrakstur,
sum sær sera skilagóður út,
og tað eru vit sera fegin um,
sigur Magni Arge, stjóri,
við portalin.
Av roknskapinum sæst
eisini, at EBIDA – úrslit
fyri avskrivingar og javnanir
– er betrað. Hetta tal var
fyrra hálvár í ár 35,3 mió
kr. Fyrra hálvár í fjør var
hetta 31,9 mió kr.
Talið á ferðafólkum við
rutuflogførunum fyrra hálv
ár í ár vaks við 5.170 ferða
fólkum úr 92.201 upp í
97.371 ferðafólk. Vaksandi
ferðafólkatal
og
hægri
meðalinntøka fyri hvørt
ferðafólk høvdu við sær inn
tøkuvøkstur í rutuflúgving
ini, men hesin vøkstur stóð
tíverri ikki mát við vøkst
urin í oljuútreiðslunum.
Umsetningurin
hjá
Atlantic
Airways
fyrra
hálvár í ár var 250 mió. kr.
Fíggjarjavnin hjá felagnum
30. juni 2008 var 484 mió.
kr., ið er 95 mió. kr. hægri
enn við ársbyrjan. Eginogn
in var 211 mió. kr. og sol
vensprosentið 44.
Betri rakstur – verri úrslit