Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 160 - 22. august 2008 RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Muhammed Bourbia skrykkir nú teppið undan ákæruvaldinum í málinum móti Rafik Bourbia og bróð­ uri hansara um drápshóttan móti Muhammed og einum systkinabarni hansara. ­ Tá Tallell fyri stuttum viðgekk fyri mær, at alt, hann hevði sagt mær um hóttanir frá Rafik var nak­ að, hann hevði funnið upp á, gjørdi eg av at koma aftur til Føroya, sigur Muhammed Bourbia. Tallell hevur rikið Rafiksa seinastu árini, og hevur havt bæði innkeyp og handfaring av pengum um hendi. Í rættinum kom fram, at tað kom ikki nóg nógvur peningur í kassan, hóast sølan kundi verða upp í fleiri og tjúgu túsund um dagin. Í dag sigur Rafik seg hava funnið út av hví. ­ Tað vísti seg, at eingir kontantir pengar komu á kontoina í bankanum. Bert sølan, sum fór fram við korti, kom á konto, sigur Rafik Bourbia. Tað hevur seinni víst seg, sambært samstemmandi frá­ greiðingum frá teimum báð­ um, Rafik og Muhammed Bourbia, at stóri skurkurin í málinum er Tallell, sum hevur tikið kontanta pening­ in, veksla hann um til dansk­ ar seðlar og síðani sent teir við posti til Tunesia. ­ Eg havi spurt meg fyri í bankanum, um reiður pen­ ingur varð settur inn, og á posthúsinum um brøv, og eg kann bara staðfesta, at eingin reiður peningur er settur inn á kontoina í langa tíð, og at peningur er veksl­ aður um úr føroyskum til danskar seðlar, sigur Rafik Bourbia. Somuleiðis váttar heim aftur komni Muhammed Bourbia, at hann hevur sæð Tallell við nógvum pengum í tasku síni her heima í Føroyum. Altíð hjálpt mær Sambært Muhammed Bourbia, eru allar ákærur móti Rafik Bourbia settar fram eftir at Tallell hevði bilt honum inn, at Rafik skuldi havt sagt tað, sum hann er dømdur fyri at siga. Rafik Bourbia hevði ill­ gruna til, at alt ruggaði ikki rætt við pengunum, og tí halda teir báðir, at Tallell hevur kent seg kroystan av avdúking, og at tað kann vera atvoldin til, at hann hevur sagt Muhammed Bourbia um hetta við hótt­ anum frá Rafik. Muhammed Bourbia sigur, at hesar hóttanir ikki eru settar fram, meðan hann hevur hoyrt, og alt hann veit um tær er tað, sum systkinabarnið hevur sagt honum. ­ Tá hann ringdi um morg­ unin og segði, at Rafik ætl­ aði at drepa okkum, gjørdist eg ræðuliga bangin. Eg skilti ikki hví, men eg trúði honum, og tá hann so rann avstað úr pizzarianum og bað meg koma við, so fór eg, sigur Muhammed Bour­ bia. Í rættinum kom eisini fram, at bróður Rafik hevði sæð teir báðar, Muhammed og Tallell í Kastrup, har teir høvdu spurt um veksling av pengum. Sambært Muhammed Bourbia veit hann einki um tað, og sigur tað má tískil hava verið Tal­ lell, sum hevur havt peng­ arnar og spurt um veksling. ­ Eg havi verið í Føroyum í sjey ár, og Rafik hevur altíð verið fittur og blíður og hevur hjálpt mær á mang­ an hátt. Tí skilti eg ikki, at hann skuldi havt hótt okkum báðar eftir lívinum, sigur Muhammed Bourbia. Hann undirstrikar, at hann hevur ikki verið til staðar sjálvur, tá Rafik Bourbia skal hava framført hesar hóttanir. Fer at vitna Rafik Bourbia sigur, at hann var ovfarin, tá hann varð tikin av løgregluni og gjørdur varðugur við skuld­ setingarnar móti sær og bróðurinum. Og hann end­ urtók tað, sum hann eisini førdi fram í rættinum. ­ Eg virði teir sum mínar egnu synir. Og tí skilti eg ongantíð, at teir kundu havt sett hesar ákærurnar fram móti mær, sigur Rafik Bourbia. Ákærurnar vóru Tá Rafik Bourbia og bróður hans­ara 31. juli vórðu dømdir fyri dráps­hóttan móti s­ys­tir- og bróðurs­ynum teirra, vóru ákærirnar bygdar á lygnir. Tað s­igur annar teirra, s­um meldaði Rafik og bróðurin til løgregluna Át tummilfingur Ein 18 ára gamal maður varð í dag í rættinum í Frederiksberg dømdur hálvt annað árs fongsul fyri at hava høgt tummilfingurin av einari ungari kvinnu og etið hann. Dómurin í dag er bert ein lítil partur av einari umfatandi sak um ringu viðferðina av einari táverandi 19 ára gomlu gentu. Hon var millum annað hildin fangi í einum skúri í Suðurhavnini í Keypmannahavn. Tað eydnaðist henni kortini at flýggja og boða frá, og síðani er málið útgreinað av løgregluni. Unnustin hjá gentuni noyddi ein vinmann at verða við í ringu viðferðini av gentuni, og noyddi hann at høgga tummilfingurin av gentuni og síðani eta hann. Og tað er vinmaðurin so nú dømdur fyri. Verjin hevur kravt, at dómurin skal falla burtur, tí maðurin handlaði undir tvingsli. Unnustin hjá kvinnuni situr varðhaldsfongslaður og er sagdur sinnissjúkur. Hann skal fyri rættin í november, skrivar ekstrabladet.dk. Tað var í hesum skúrinum, at 19 ára gamla gentan var hildin fangi