fríggjadagur 22. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 160 - 22. august 2008
lygn
Eftir at Muhammed Bour
bia kom heim aftur til
Føroya fyri góðari viku
síðani, hevur hann verið hjá
løgregluni og hjá sakførar
anum hjá Rafik Bourbia og
boðað teimum frá, at tað er
systkinabarnið, sum hevur
íspunnið hesa søguna. Með
an Bjørn á Heygum er fegin
um hetta óvæntaða vitnið
til landsrættin, so hevur løg
reglan boðað frá, at málið
ikki longur hvílir í teirra
hondum.
So eg má bíðað, til mál
ið kemur fyri í Eystara
landsrætti, áðrenn eg kann
siga ákæruvaldinum sum
er, sigur Muhammed Bour
bia.
Teir báðir ungu vóru ann
ars ikki til staðar í rættinum,
tá sakin móti Rafik Bourbia
og bróðuri hansara fór fram,
men teir vóru avhoyrdir
framman undan. So skjótt
sum hetta var gjørt, fóru
teir til Tunesia. Men sum
skiltist á lagnum hendan
dagin í rættinum, so høvdu
verjarnir havt møguleika at
tráðspurt Muhammed og
Tallell.
Nógvan ágang
Tá Sosialurin vitjaði seinna
partin í gjár kundi tað ikki
umgangast, at vit løgdu til
merkis tvey brot í rútinum á
úthurðini.
Soleiðis er tað, rúturin
er steinaður inn. Her verður
brotið inn í heilum, og tí
goyma vit einki av virði
inni her, sigur Rafik Bour
bia.
Og millum virðini eru
passini hjá teimum.
Tallell segði, at Rafik
hevði stolið passini hjá okk
um, tá hann ringdi til mín
hendan morgunin í juli.
Seinni niðri í Tunesia segði
hann mær, at tað passaði
ikki, og at hann sjálvur
hevði givið Rafik passini.
Hetta var vanligt, tí visum
er ógvuliga trupult og
umstendiligt at fáa í Tune
sia, og tí er tað vanligt, at
Rafik hevur passini hjá okk
um, sigur Muhammed Bour
bia.
Rafik Bourbia vísir eisini
á, eins og hann gjørdi í rætt
inum, at tá hann goymdi
passini í bilinum, so var tað
eingin loyna sum so.
Teir høvdu jú lykilin til
bilin, sigur Rafik Bourbia,
sum vísir á, at tað ikki bert
vóru passini hjá Muhammed
og Tallell sum vóru goymd
har, men eisini passini hjá
sær sjálvum og bróðrinum.
Hann sigur seg annars
hava kent nógvan ágang, og
umframt innbrotini er eldur
eisini einaferð settur á pizza
búðina hjá honum.
Hinvegin
undirstrikar
hann umaftur og umaftur,
at tað ikki er hann, sum hev
ur lokkað Muhammed Bour
bia til Føroya aftur, men at
tað útilokandi er Muham
med sjálvur, sum hevur tik
ið ta avgerðina.
Muhammed Bourbia vil
hava fram í ljósmála tað
mistakið, sum hann heldur
er gjørt, og tá hann nú er til
reiðar at vitna »móti sær
sjálvum« í landsrættinum,
so kann bara gitast um
úrslitið.
Í hvussu er kann stað
festast, at Muhammed Bour
bia er aftur í Føroyum, býr
inni hjá Rafik og hevur
tikið arbeiðið sum pizza
kokkur í Rafiksa upp aftur.
Teir eru aftur so góðir vinir, sum teir plagdu at vera. Hendingin, sum fyribils hevur kostað Rafik fýra mánaðir í
fongsli, er nú gloymd
Mynd: Álvur Haraldsen
Muhammed og Rafik Bourbia framman fyri pizzabúðini Rafiksa í
Runavík og við bilin, har passini vóru goymd
Mynd: Álvur Haraldsen
Skúlabyrjan í studentaskúlanum á
Kambsdali
Mikudagin í seinastu viku byrjaðu studentaskúlin og HF. skeiðið á Kambsdali. Í dag eru
267 næmingar á skúlanum, og tað eru átta færri enn fyri summarfrítíðina. Okkurt er
broytt í tímatalvuni á skúlanum. Tímatalvan er nú býtt í blokkar, hvør á 90 minuttir. Tað
hevur við sær, at tímatalvurnar nú eru galdandi í tvær vikur í mun til eina, sum var
vanligt, Annanhvønn fríggjadag er eitt hol, tá allur skúlin hevur frí. Ætlanin er, at hesin
blokkur skal nýtast at betra um tað sosiala á skúlanum og til gestir uttanífrá. Skúlin
hevur skipað eina holnevnd, og hon skal, í samstarvið við næmingunum, skipa fyri, hvat
skal henda í holinum.