fríggjadagur 22. august 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 22. august 2008
17
Í vár samtykti løgtingið, at
stakir uppihaldarir kundu
fáa 500 kr fyri hvørt barnið
undir 18 ár skattarfrítt mán
aðarliga. Tá eg tosi við
mammur og pápar, sum eru
stakir uppihaldarir er
greitt, at fólk í fleiri førum
ikki kenna til hendan møgu
leikan. Vit politikarirnir
hava ikki “brandað” tað
nóg væl.
Tí hesa kunning:
Hvussu søki eg?
Fær antin inn á heim
asíðuna www.almannastov
an.fo og prenta tær um
sóknarblaðið út ella fær inn
á sjálva Almannastovuna
og fá tær eitt sumsókn
arblað.
Freistin at søkja er 1.
september.
Tú fært peningin útgold
nan 3. hvønn mánaða.
Fleiri hugsa kanska, at
upphæddin ikki er ovur
honds stór og nakað er um
tað – vildi fegin, at hon var
størri. Hinvegin fegnist eg
stórliga um, at tað eydnað
ist at fáa uppskotið samtykt.
Tí vit hava framvegis
politikarar, hvørs hugburð
ur er: “Nú mugu vit eisini
ansa eftir, at stakir uppi
haldarar ikki fáa tað so
gott, at allar familjur fara í
upploysn. Tí skulu vit vera
varin við sovorðnum!” Eg
lati orðini tala fyri seg! Og
fegnist um at alsamt færri
við hesum hugburði eru
millum tey fólkavaldu.
Men lat okkum vóna og
virka fyri, at hetta bert er
byrjanin, tí eingin ivi er
um, at júst familjurnar við
støkum uppihaldarum eru
millum teirra, sum í mong
um førum hava truplast við
at fáa endarnar at røkka
saman. Ikki minst vegna
vánaligu bústaðarmøgu
leikarnar.
Sum nevnt var hetta bert
ein lítil áminning og kunning!
Stuðul til stakar uppihaldarir – loksins!
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Nú oljudroparnir eru dýrari
enn nakrantíð, og krøvini
um útlát gerast strandari
fyri hvørt ár, er høvi, at
føroyingar broyta hugburð
frá at vera ein fiskiveiði
tjóð, ið altíð hevur lagt seg
eftir kvantiteti (nøgd), fer
at leggja seg eftir kvaliteti
(dygd).
Havi sjálvur verið sjó
maður nógv ár. Tann ráns
veiða, ið fór fram við trolar
unum, var so óhugnalig, at
orð eru ikki fyri tí. Uppi í
Barentshavinum, tá ið
nógv var at fáa, sást tú
sjáldan dekkið. Tað varð
bara fylt oman á, tá ið
trolið hevði verið úti eina
ávísa tíð. Ovasta lagið av
fiskinum frysti og var ov
hart at flekja, tí vóru øll
hesti tonsini tveitt útaftur.
Teir niðastu fiskarnir vóru
kleimdir, og tí vóru eisini
tey mongu tonsini traðk
aðir út gjøgnum lensi
portrið. Hýsa, kalvi og
onnur dýr fiskasløg fóru
sama veg. Fyri ikki at tala
um høvd, ryggir og inn
vølirnir á fiskinum. Bara
stóri toskurin var tikin mitt
burtur úr tí øgiligu fiska
rúgvuni á dekkinum, sum
alla tíðina lá javn við
lúnningini.
Uttan at vera fiskifrøð
ingur, undrist eg yvir, at
serkunnleikin rópar so hart
um, at skal fiskastovninum
verða lív lagað, er neyðugt
fullkomulig at friða inni
við land. Ja, men har er
einki at friða, tí fiskur livir
ikki á plinkum og miðum.
Kønir útróðrarmenn, sum
kenna fiskileiðirnar
framvið landi eins væl og
teirra egna buksulumma,
koma, eftir at hava roynt
heilar dagar, aftur á landið
við einum brondingi og
tveimum seiðum. Soleiðis
hevur tað ongantíð verið
áður. Um lítið var til
okkkurt ár, so fekk tú altíð
til eini knettir. Her er tí
einki at friða.
Fiskurin kemur mær
vitandi uttan av havinum
og inn á grunnin. Hann
kemur ikki saman við
seyðinum oman úr fjøll
unum. Er alt havið avhegn
að við effektivasta trolreið
skapi, so sigur tað seg
sjálvt, at fiskurin sleppur
ikki inn at landi.
Meira enn fjøruti ár eru
liðin síðani eg fyrstu ferð
av á Vertíð í Íslandi. Longu
tá, fyrrapartin í seksti
árunum, kom størsti part
urin av íslendska flotanum
inn hvørt kvøld við veiðini.
Og veiðan var fiskur, ið
bara var bløðgaður. Kruvt
var í landi, har úrdrotturin í
fiskinum, bæði rogn og
livur, vóru gagnnýtt. So
langt frammi vóru
íslendingar longu tá.
Í dag bjóðar marknað
urin sær eisini at keypa
magan og annað úr fiski
num. Mær vitandi er slíkt
aldri komi uppá tal í Før
oyum, at leggja seg eftir, at
fáa sum best burtur úr
smærri nøgdum.
Ikki bara vildi hetta
givið nógv arbeiði á landi,
men eisini givið manning
ini umborð, eitt munandi
betrið lív, at sloppið undan
í illveðri at standa heili
samdøgur og reinsa hvønn
tertling.
Trol er eitt ránsveiði
amboð. Tað ikki bara oyðir,
men oyðileggur havbotnin
og styggir fiskin. Trol og
húkur kunnu ikki saman.
Tað er ein sannroynd.
Eingir grunnar verða
oyddir av húkaveiði.
Fiskurin kann ikki siga nei
takk við eitt trol, men tað
kann hann gera við ein húk
og hann ger tað eisini
ofta. Loddið kann rulla í
fiski, men hann býtur ikki
á fyrr enn hansara tíð er.
Á føroysku fiskigunnun
um, bæði á djúpum og
grunnum vatni, eigur bara
húkaveiði vera loyvd. Har
afturat átti fiskurin verið
landaður hvønn dag. Tað
vildi gjørt góðskuna so
góða, at vit høvdu ongan
inntøkumiss havt, tvørtur
ímóti, við tíðini høvdu vit
fingið munandi meira fyri
nógv smærri nøgdir.
Stundin er komin til hugburðbroyting í fiskivinnuni
JoHn s.
MyllHaMar
Ein staðfesting ein og
hvør við fíggjarligum
skili má gera sær av
sitandi samgongu er, at
stýringin av búskapinum
er farin fyri bakka, og at
ringt verður at rætta upp
aftur á skeivu kósina –
hóast samgongan einans
hevur sitið fáar mánaðir.
Avlopið er vent til hall, og
kósin frameftir gevur
einans ábendingar um
verri fíggjarligt óskil
Avlop vent til hall
Avlopið á fíggjarlógini fyri
2008 er nú burtur og
roknað verður við, at
avlopið er vent til hall.
Hetta skal síggjast í mun
til, at undanfarna sam
gonga legði eina fíggjarlóg
fyri tingið við 170 mió. í
avlopi fyri fíggjarárið
2008, og at tá nýggi fíggjar
málaráðharrin kom til stað
festi hann, at hann ynskti
300 mió í avlopi í 2008 –
seinni broyttist tað til “ein
trýsiffrað milliónaupp
hædd” – og nú er avlopið
vorðið hall. Legg til merkis
at talan er um sama
fíggjarár!!!
Orsøkirnar til gongdina
eru fleiri:
Broytta samfelagsgongd
in, sum gevur landskassa
num minni inntøkur í m.a.
MVG og skrásetingargjøld
um, men har skattainntøk
urnar framvegis vaksa.
Øktu útreiðslurnar til
nýggja uttanríkismálaráðið,
ið tók meginpartin av rað
festingini á fíggjarlógini
2008.
Vánaliga fíggjarstýring
in, har útreiðslur í millión
avís ikki eru tiknar við á
fíggjarlógina – t.d. 32 mió.
til sjúkrahúsini, 9 mió. til
Strandferðsluna, 10 mió. til
undirmettar pensións
útreiðslur o.s.fr.
Óansæð hvørja politiska
áskoðan vit annars hava –
høgra/vinstra ella loysing/
samband, eru vit øll áhug
aði í at landið verður stýrt
fíggjarliga ábyrgdarfult. Tí
má ein innilig áheitan á
sitandi samgongu vera, at
fáa fíggjarligt skil inn aftur
í føroyskan politikk.
Eiga at hava munagott
avlop
Ynskiligt hevði verið um
fíggjarlógin kundi víst eitt
munagott avlop, hetta átti
ikki at verið so trupult
búskapurin er jú í góðum
standi við metlágum
arbeiðsloysi og góðum
virksemi.
Tí er tað als ikki nøkt
andi at hall er á fíggjar
lógini og harumframt at
boðað er frá, at samráð
ingar skulu byrja um at
minka blokkstuðulin við
117 mió. Óansæð polit
iskan lit mugu vit síggja
veruleikan í eyguni og
sanna at hetta er ein
fíggjarliga ábyrgdarleys
kós. Kósin ber brá av, at
fokus als ikki er á at gera
tað besta fyri land og fólk
– her er einans talan um
misskilta nationalismu.
Javnaðarflokkurin slept
vælferðini uppá fjall
Tað skal vera mín vón, at
Javnaðarflokkurin sær hvar
kósin ber okkum og velur
at hálsa um. Tað er harmi
ligt at standa á síðulinjuni
og síggja ein flokk selja so
nógv út av sínum idealum
og grundsjónarmiðjum.
Tað átti at verið gjørligt
hjá Javnaðarflokkinum at
kasta misskiltu nationalis
muna av sær og í staðin
hildið seg til veruligan
realpolitikk, har vit í felag
arbeiða fyri at skapa eitt
betri samfelag fyri øll.
Verandi kós leiðir okkum
einans til ótryggleika,
minni vælferð og størri
skattabyrður.
Mugu rætta kósina inn
aftur
Tað er av alstórum týdn
ingi, at politiska skipanin
sum skjótast fær rætta
kósina inn aftur á beint og
fær fíggjarligt skil inn aftur
í politikkin. Eingin av
okkum kann liva við eini
politiskari skipan á skeivari
kós, uttan trúðvirði, og
uttan fíggjarligt skil.
Fíggjarstýringin út av lagi vánalig
Sambandsmaður
Magni
laksáfoss
Vilt tú vera við til at
tryggja, at tey eldru verða
hoyrd, og ert tú yvir 60
ár, so hevur tú nú
møguleikan
at
gerast
limur í Eldraráðnum í
Tórshavnar kommunu.
Eldraráðið hevur skjótt
virkað í trý ár, og 1.
januar 2009 byrjar eitt
nýtt skeið hjá ráðnum.
Hesa ferð er valskeiðið
fýra ár, og í oktober skulu
fimm limir og fimm
varalimir veljast í ráðið.
Seinasta freist at boða
frá uppstilling til Eldra
ráðið er 9. september kl.
16 í Snarskivuni hjá
Tórshavnar kommunu.
Uppgávan hjá Eldra
ráðnum er at gera vart
við viðurskiftini hjá eldru
borgarunum í kommununi
og veita býráðspolitikar
unum góð ráð, áðrenn
teir
taka
avgerðir
á
eldrapolitiska
økinum.
Eldraráðið skal tryggja,
at vitanin og royndirnar,
ið eldru borgararnir sita
inni við, verða virðismett
og gagnnýtt á besta hátt.
60 ára aldursmark
Øll tey, sum eru 60 ár og
eldri og hava bústað í
Tórshavnar
kommunu,
hava valrætt á eldra
ráðsvalinum, og somu
leiðis kunnu øll tey, ið
eru 60 ár og eldri stilla
upp á valinum.
Tey, ið vilja stilla upp,
skulu útfylla eina upp
stillingarfráboðan,
sum
fæst i Snarskivuni og
tryggja sær undirskriftina
frá fimm stillarum, ið
eisini hava valrætt til
Eldraráðið.
Hevur tú góð hugskot
og uppskot um, hvussu
bøtast kann um viður
skiftini hjá eldru borgar
unum, og vilt tú gjarna
vera
bindilið
millum
yngru politikararnar og
eldru borgararnar, so er
at halda seg til.
Sjálvt valið fer fram
við brævatkvøðu. Allir
borgarar í kommununi,
sum eru 60 ár ella eldri
valdagin tann 7. oktober
fáa atkvøðuseðil sendandi
við postinum.
Atkvøðurnar
verða
taldar upp í Snarskivuni
seinnapartin 7. oktober
2008.
Eldraráðið skal mannast
fyri aðru ferð
viðmerkingar