fríggjadagur 22. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 160 - 22. august 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Revsing ella seming
Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, sigur við blaðið,
at hann er vorðin frystur út úr tingbólkinum
hjá Javnaðarflokkinum og flokkurin hevur ikki
boðið honum við í valbólk. Hetta kemur í ljós í
sambandi við, at løgtingsnevndir skulu umskipast.
Nevndirnar skulu sum kunnugt umskipast eftir,
at Sjálvstýrisflokkurin er vorðin samstarvsflokkur
hjá CHE samgonguni. Gerhard fýlist samstundis á
samskiftið í Javnaðarflokkinum, har tað opinbert
ikki verður tosað um trupulleikarnar. Tingmaðurin
heldur seg tí ikki hava aðrar møguleikar enn
at fara í valbólk saman við andstøðuni, nú
Javnaðarflokkurin ikki vil rætta hondina út móti
honum. Hetta er ein sera beisk atfinning, sum
almenningurin átti at fingið eina viðmerking til frá
floksleiðsluni.
Tað hevur ikki verið vanligt á tingi at latið kenslur
ráða, tá flokkar hava myndað valbólkar. Tá
valbólkur verður skipaður, ræður um at vinna sum
mest av politiskari ávirkan. Jú størri valbólkur hjá
eitt nú eini samgongu er, jú størri er ávirkanin. Tá tú
gert valbólk ger tú samstundis avtalur, og eingin er
so lítið at sær komin, at hann ella hon fer at bróta
hesar avtalur. Tann flokkur, sum revsar ein tingmann
við at frysta hann úti frá valbólki og nevndarbýti,
revsar bert seg sjálvan, og minkar samstundis um
ávirkan sína. Ein slíkur atburður hevur ongantíð á
tingi verið mettur sum skilagóður politikkur.
Heini O. Heinsen er í næstan somu støðu, sum
Gerhard, men her tykist kortini at vera ein ávísur
munur. Forkvinna Tjóðveldis á tingi læt herfyri
skilja, at ongar dyr vóru stongdar fyri Heina, og tað
var soleiðis upp til Heina sjálvan, um hann kom inn
aftur ella hann varð standandi uttanfyri í politiska
kuldanum. Nú vita vit ikki í skrivandi stund, hvørjum
hetta endar við, men tað skuldi ikki undra, um Heini
ikki, tá avtornar, er fullgyldugur limur av tingbólki
Tjóðveldisins. Sjálvur hevur Heini í samrøðu her
í blaðnum gjørt púra greitt, at hann væntar sær
nevndarsess. Hann sigur orðarætt, at hann gongur
bara út frá, at hann er partur av valbólkinum hjá
samgonguni, og at hann í minsta lagi varðveitir
sessin i vinnunevndini.
Heini fer valla út við hesum boðskapi uttan at hava
ein varhuga av, at soleiðis fer tað at ganga. Tað
liggur tí nær at hugsa, at Heini sleppur inn aftur. So
er spurningurin, hvat leiðslan í Javnaðarflokkinum
ger við Gerhard. Hon kann velja at revsa Gerhard,
og hon kann velja at koma til sættis við Gerhard,
sum jú her í blaðnum í gjár gloppaði dyrnar.
Hetta snýr seg um at sýna stórsinni ella um hevnd.
Hevndin, gagnar, sum skrivað stendur, ongum.
Samgongan yvirlivdi stjórnarkreppuna, og leiðslan
hevur boðað frá stórum politiskum ætlanum.
Kanska skuldi leiðsla Javnaðarfloksins nýtt høvið
at vaska talvuna og roynt seming, bjóða Gerhardi
inn aftur í politiska varman – við ávísum treytum
sjálvsagt. Hetta mátti, við undirtøku floksins í huga,
verið vert at umhugsa.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tað er ein nýggj kensla at
sita á síðulinjuni og fylgja
við tí árliga slagsmálinum
um fiskidagarnar. Júst
hetta var eitt av teimum
stóru økjunum hjá FF, har
felagið saman við hinum
feløgunum í vinnuni við
hjálp av útlendskum
serfrøðingum fingu eitt
mótspæl til almennu
fiskifrøðina.
Hetta saman við øðrum
fiskivinnumálum er nú av
Jan Højgaard persónliga
avreitt til nakað, sum eitur
Samtak.
Tað kann sjálvsagt vera
skilagott við einum slíkum
samstarvi millum fiski
menn og arbeiðarar, um
samstarvið umfatar tey
mál, sum hesir stættir hava
felags. Ein treyt er eisini,
at talan er um samstarv
millum javnbjóðis partar.
Men tað er púra greitt, at
FF er bert eitt ”páheng” í
Samtak. Afturat hesum er
tað greitt, at FF gjøgnum
Samtak í fleiri førum bein
leiðis arbeiðir ímóti áhuga
málunum hjá fiskimonnum.
Hetta kom fyrst til sjónd
ar, tá ið Samtak enntá tvær
ferðir hevur kravt samtyktu
skattalækkingarnar fyri
2008 afturtiknar. Hetta
vildi ikki kostað arbeiðara
inntøkum nevnivert. Men
tað vildi kostað fiskimanna
inntøkum túsindir av krón
um. Afturat hesum hevur
Samtak kravt hægri komm
unuskatt fyri hægri inntøk
ur. Hetta vil eisini koma at
kosta fiskimonnum meira
skatt. Slík sjónarmið mugu
slætta vegin fyri avtøku av
sjómansskattaskipanini,
sum FF í síni tíð bardist
fyri at fáa og síðan fyri at
verja. Hon hevur higartil
givið sjófólki meira enn
600 milliónir krónur, og
man vera størsta hál nakað
fakfelag hevur fingið í
einum.
Hevur sjálvur kravt
niðurskurð í fiskidøgum
At FF gjøgnum Samtak
mótarbeiðir fiskimonnum
vísir betri enn nakað tann
yvirlýsing, sum kom í
august um kreppuna í fiski
vinnuni, har FF aftur gong
ur beint ímóti áhugamálun
um hjá fiskivinnuni á sjón
um og harvið fiskimonnum.
Her gongur FF ímóti, at
forðingin fyri at virka fisk
umborð á skipunum verður
avtikin.
Tað er viðurkent, at við
teimum høgu oljuprísum
kann vera stórur vandi
serliga fyri trolaraveiðuni
eftir ráfiski. Her er tað kan
ska ikki longur ein spurn
ingur, um fiskur skal virk
ast á landi ella á sjónum,
men um hann kann fiskast
yvirhøvur av føroyskum
skipum. Tá kundi tað verið
ein møguleiki at virka fisk
umborð á skipunum. Tað er
ein royndur lutur, at hetta
er meira lønandi enn at
landa fiskin feskan.
Hetta vildi í hvussu er
tryggjað, at fiskurin verður
virkaður av føroyingum.
Hetta kundi varðveitt og
kanska økt arbeiðsplássini
hjá føroyskum fiskimonn
um. At seta seg ímóti hes
um er at skaða áhugamál
um fiskimanna.
Tað sama er við tilmæli
num um áseting av fiski
døgum. Í somu yvirlýsing
verður sagt:
”Feløgini í Samtak harm
ast um, at stovnarnir ikki
hava verið betri røktir
seinastu árini. Feløgini
vóna veruliga, at landsstýr
ið og løgting taka henda
spurning í álvara og gera
nøkur munadygg tiltøk,
sum kunna vera við til at
tryggja, at toskurin og
onnur fiskasløg kunna
menna seg aftur í føroysk
um sjóøki”.
Henda orðing, sum eisini
er undirskrivað av Jan
Højgaard, kann bert fatast
sum ein áheitan á politisku
myndugleikarnar um at
skerja fiskidagatalið. Ser
liga skal hetta gerast á
húkaflotanum, sum júst er
tann, sum fiskar tosk.
Torbjørn Jacobsen hevur
havt alla grund til at halda,
at hansara uppskot um fiski
dagar var fult út í samsvar
við hesi sjónarmið.
At pípan seinni fekk eitt
annað ljóð váttar bert,
hvussu lítil samanhangur
er í tí, sum verður sagt
nærum frá degi til dags.
Hetta skapar í hvussu er
ikki virðing fyri fiski
mannafelagnum ella
fiskimonnum!
Tá er munur á formann
inum í Meginfelag Útróðr
armanna. Hann hevur alla
tíðina havt eina greiða
støðu í hesum máli, og tað
er eisini honum lurtað
verður eftir. Hann, sum
hevur tvær tungur í einum
heysi, verður als ikki tikin
upp á tunguna!
Hetta merkir, at á slíkum
avgerandi økjum hevur Jan
Højgaard flutt avgerandi
støðutakanir í fiskimanna
málum, sum FF upplagt
skuldi staðið fyri, til Sam
tak, har hann sjálvur bert
er ífylla og kanska enn ikki
veit, hvat hann leggur navn
til við tí førleika hann
hevur.
Hetta kemur ikki óvart á
nakran við tí destruktiva
hugburði, sum Jan Høj
gaard annars hevur lagt
fyri dagin frá fyrsta degi.
Málið um fiskidagarnar:
Jan Højgaard bað um skerjing av fiskidøgum
ÓLI JAcoBSEN
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.