Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 160 - 22. august 2008 ] Gullið til Klaksvíkar sunnudagin Kvinnurnar hjá KÍ hava aftur í ár verið mest sum einaráðandi, og nú eru tær bara ein dyst frá gullinum. Hóast fimm umfør eru eftir at spæla í bestu deildini, so er munurin millum KÍ og næst besta liðið – Víkingur – longu 14 stig, og tí kunnu tær vissa sær gullið, um tær vinna útidystin móti AB sunnudagin Seinasta kastikapping í ár Komandi leygardag fer síðsta kastikapping hetta kappingarárið av bakkastokki á kastivøllinum við Eysturskúlan. Kappast verður í Kasti 5-kampi og vektkast. Hetta verður vænta ndi eisini seinasta kapping á hesum vøllinum, sum hevur verði einasti kastivøllur í landinum síðan 1999. Kappingin byrjar klokkan 14 við hamarkast, síðan verður raðfylgjan kúlustoyt, diskuskast, spjótkast og at enda vektkast. Stig verða givin í hvørjari grein eftir altjóða stigatalvu, og tann sum hevur flest stig tilsamans hjá ávikavist kvinnum og monnum verður føroyarmeistari. Tann sum kastar vektina longst hjá ávikavist kvinnum og monnum verður føroyameistari í hesi grein. B36-Skála: Landslið í Lazarett Hjá B36 eru fýra týðandi spælarar á skaðalistanum undan uppgerðini móti Skála, sum spælir finalu mest sum hvørja ferð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrstu árini í fremstu røð í føroyskum fótbólti gjørdi Skála sær til ser- grein at bjarga tilveruni í evstu løtu. Og skal liðið eisini spæla Formula-fótbólt næsta ár, verður skjótt neyðugt at gera ein »Skála«. Hesa ferð verður tað á útivølli móti B36, at John Petersen og hans- ara menn skulu royna seg, og eftir 1-1 javnleik- in móti NSÍ eru vónirnar helst ikki heilt ongar. Tað er tó ivasamt, um Skála hevur Boga Greg- ersen við í hópinum sunnudagin. Hann noydd- ist av vøllinum við skaða seinast, og enn tykist hann ikki vera komin fyri. Pauli G. Hansen noyddist eisini av vøll- inum í tí dystinum, men hann verður væntandi tøkur aftur sunnudagin. Hjá B36 er skaðalistin drúgvur í løtuni. Ingi Højsted hevur verið skaðaplágaður alt árið. Hann hevur spælt nak- að síðani í summar, men nú er knæið aftur farið at arga, skilst. Súni Olsen brákaði eitt bein í fótinum longu í sínum næsta dysti fyri B36, og hann er enn ikki tøkur, og tað er nýggi álopsspælarin, Sam Mal- son, heldur ikki. Hann hevur bruna í skinnabein- inum. Hinvegin verður vónað, at Hanus Thor- leifsson er førur fyri at spæla. Eisini hann hevur drigist við skaða, men tað verður vónaða, at hann kortini er til reiðar at tørna út sunnudagin. Hóast talan er um botn móti toppi, so hevur gongdin hjá B71 verið væl betur, enn hon hevur verið hjá EB/Streymi seinastu tíðina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á formbarometrinum, sum vit høvdu á hesum síðum mánadagin, var EB/Streym- ur aftast liðið. Millum ann- að hevur oddaliðið í For- mula-deildini tapt fýra úti- dystir á rað, og tað er ein gongd, sum helst skal vend- ast, um teir ikki skulu trýst- ast alt ov nógv av hinum lið- unum í Formula-deildini. Til dystin á Sandi kundi Sigfríður Clementsen, venjari, tó helst ynskt sær betri umstøður til fyrireik- ingar. Ikki færri enn seks av spælarunum vóru partur av landsliðshópinum, sum miku- kvøldið var í Portugal, og tí verður tað ikki fyrr enn fríggjadagin, at hópurin er savnaður til venjing. Hinvegin kann Sigfríður fegnast um, at allir seks lands- liðsspælararnir koma skaða- fríir heimaftur. Framman undan er greitt, at Marni Djurhuus er leikbannaður og Brian Olsen er skaddur, og tí eru ikki ráð at geva nógv meira enn tað sama burtur av hópinum. Hjá B71 hevur gongdin seinastu vikurnar verið tann øvuta. Á formbarometrinum fyri seinastu seks dystirnar er B71 í løtuni næst ovasta liðið, og tí er sjálvsálitið í hæddini. Eisini tí teir hava spælt javnt tær báðar ferðir- nar, sum EB/Streymur í ár hevur vitjað á Sandi. Til dystin noyðist B71 tó at vera stórspælandi Gud- mund S. Nielsen fyriuttan, eftir at hann fekk sítt fimta gula kort seinast. Hinvegin er Símin Hansen til reiðar at spæla, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær. Skað- ar tykjast tey ikki kenna til á Sandi í løtuni. KÍ fyllur 104 ár sunnu­ dagin. Men standurin á føðingardagsbarnin­ um hevur ofta verið betri, enn hann er í løtuni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við bara tveimum stigum niður til skeivu síðuna av niðurflytingarstrikuni er einki at taka seg aftur í, at KÍ hevur knívin á barkanum, tá teir taka móti HB sunnu- dagin. Bara tað í sjálvum sær er helst nóg mikið til at motiv- era klaksvíkingar. At talan so eisini er um dyst móti arvafíggindanum og á 104 ára degnum hjá KÍ ger neyv- an motivatiónina minni. Tað verður tó uttan Heðin á Lakjuni, at KÍ skal standa seg. Hann fekk reytt kort í tapinum móti Víkingi sein- ast, og tí er hann leikbann- aður. Hinvegin er Ovi Nysted nú um at koma fyri seg eftir skaða, eins og John Hammer er komin ígongd aftur, eftir at hann hevur verið burtur frá eina tíð. Hjá HB vóna tey, at form- kurvan er um at venda rætta vegin eftir sigurin móti EB/ Streymi. Eingi leikbann gera um seg í hópinum, sum tí helst verður á leið tann sami, sum hann var fyri viku síðani. Tó er møgu- ligt, at Christian Restorff Mouritsen hesa ferð fær dystarvenjing við teimum næstbestu í 1. deild, og kanska verður Ólavur S. í Ólavsstovu tøkur, eftir at hann hevur verið darvaður av skaða. KÍ-HB: 104 ára dagur á høkjum Føðingardagur er í Klaksvík sunnudagin. Og einki er at ivast í, at klaksvíkingar vóna, at karmarnir til føðingardagin verða hugaligari, enn teir hava verið seinastu vikurnar B71-EB/Streymur: Botnlið við sjálvsálitið Skal gangast eftir stigatalvuni, er EB/Streymur greiður favorittur. Men gongdin seinastu umførini sigur nakað heilt annað