fríggjadagur 22. august 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 160 - 22. august 2008 ]
Amerikonsku stafettirnar úti
USA eigur ikki umboðan í nakrari av stafettini í 4X100
metra renning. Hetta er annars vanliga ein av greinunum,
har USA er mest sum einaráðandi, men í hálvfinalunum í
gjár gekk galið hjá bæði monnum og kvinnum. Fyrst
kiksaði hjá monnunum, har Tyson Gay ikki fekk fatur á
stafettini, tá hann skuldi renna seinasta teinin. Og hjá
kvinnunum eydnaðist ikki Lauryn Williams at fáa fatur á
stafettini í seinasta skiftinum.
Podolski breyt rivjabein
Tað líktist eini kloning av ørskapstacklingini hjá týska
Schumacher móti franska Battston í HM-kappingini í ’82.
Ta ferðina breyt Battiston nakkan, men tíbetur gekk ikki
heilt so galið hjá Lukas Podolski mikukvøldið. Talan var at
kalla um karate-spark, sum hann fekk frá belgiska
málverjanum, Stijn Stijnens, tá hesin kom rennandi út úr
brotsteiginum í vinardystinum landanna millum, og
fótbóltsáskoðarar kring heimin standa púra spyrjandi, tí
einki kort varð givið fyri tilburðin. Tíbetur slapp Podolski tó
við einum brotnum rivjabeini eftir tacklingina, sum alt fyri
eitt fann sær veg til Youtube.
Tað eru fleiri ár síð
ani, at fyritreytirnar
fyri tættari uppgerð
á vestara armi av
Skálafjørðinum hava
verið so góðar, sum
tær nú tykjast at vera
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað verður grannauppgerð
á Svangaskarði sunnudagin.
NSÍ skal út at vitja B68, og
soleiðis sum gongdin hevur
verið tær seinastu ferðirnar,
so er lagt upp til tættari
stríð, enn tað hevur verið
fleiri av undanfarnu árun-
um, tá ið NSÍ hevur vitjað á
Svangaskarði.
Inntil miðskeiðis í níti
árunum var tað NSÍ, sum
ferðaðist upp og niður mill-
um tvær tær ovastu deildir-
nar. Í hesi øldini hava teir í
Runavík átt fast pláss í
fremstu røð, meðan tofta-
menn hava verið eitt sindur
ódrúgvari.
At tað ikki hevur hilnast
so væl hjá B68 hevur sæst
aftur í úrslitunum á heima-
vølli ímóti grannunum hes-
ar seinastu ferðirnar. Í fjør
var B68 í næstbestu deildini,
í 2006 vann NSÍ 5-1 á
Svangaskarði, í 2005 var
B68 í næstbestu deildini,
og í 2004 vann NSÍ 5-0 á
Svangaskarði. Tá ið NSÍ í
2. umfari 19. apríl í ár vann
2-0 á Svangaskarði var
úrslitið,
sum
tað
varð
roknað við.
Seinasti B68 heimasigurin
ímóti NSÍ er fimm ára gam-
al. Í 2003 vann B68 3-2.
Síðani hevur NSÍ verið
omaná, men soleiðis sum
úrslitini hava lagað seg
seinastu ferðirnar, so kundu
tey bent á, at tað hesa ferð
verður torførari hjá meistar-
unum at tryggja sær øll
stigini, enn tað hevur verið
seinastu ferðirnar, tá ið teir
hava vitjað á Toftum.
Burturúr teimum trimum
umførunum síðani summar-
steðgin hevur B68 úrtøkan
verið níggju stig, og hjá
NSÍ hevur hon verið eitt
stig! Hetta er avgjørt ikki í
tráð við tað, sum tað
frammanundan varð roknað
við. Á støðutalvuni er mun-
urin millum hesi bæði feløg-
ini farin at tódna, og nú
fæst at síggja, um gongdin
fer at síggjast aftur í granna-
uppgerðini.
Hjá NSÍ er miðverjin og
liðformaðurin Óli Hansen
tøkur aftur eftir leikbann.
Jóhan Troest Davidsen, Jón-
as Þór Næs og Bogi Løkin
hava verið burturstaddir í
landsliðsørindum í vikuni.
Teir fara at venja saman við
liðfeløgunum í kvøld.
Eingin B68 spælari hevur
verið í Portugal. Tað er
greitt, at Pól Jóhannes Justin-
ussen, sum hevur verið sera
stinnur miðverji, síðani hann
flutti úr NSÍ og til B68, ikki
fer at spæla sunnudagin, og
at heldur ikki Jann Martin
Mortensen fer at spæla. Teir
eru ikki skaddir, og teir eru
ikki leikbannaðir, men feløg-
ini hava í sambandi við flyt-
ingina avrátt, at teir ikki
skulu spæla ímóti sínum
gamla felag.
Senegalesiski miðverjin
Landing er um at vera tøkur
aftur hjá B68. Hann breyt
seg sundur heilt tíðliga í
kappingarárinum, og hevur
síðani tá ikki verið førur
fyri at spæla.
B68-NSÍ:
Tað verður krút í grannauppgerðini
Munurin millum grannarnar, B68 og NSÍ, tykist vera minni í ár, enn hann hevur verið seinnu
árini
Í Fuglafirði er
neyðugt við nýggjum
málverja, nú
liðformaðurin er
leikbannaður
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
fer Víkingur sunnudagin at
spæla landskappingardyst í
Fuglafirði. ÍF hevur tvær
ferðir fyrr í ár vitjað í Sarpu-
gerði. Fyrru ferðina vunnu
væl uppløgdu fuglfirðingar-
nir 1-0, og seinnu ferðina
vann heimaliðið 2-0.
ÍF hevur einki stig fingið
burturúr síðani summar-
steðgin, og tá ið tapini hava
verið ímóti B68, B71 og
Skála, so hava tey borið við
sær, at fuglfirðingar eru
meiri kroystir nú, enn teir
hava verið fyrr í summar.
Hjá Víkingi hevur tað
leingi hilnast rættuliga væl.
Skoðsmálið
eftir
fyrsta
partin av kappingini var, at
Víkingur tapti aðru hvørja
ferð. Soleiðis er tað ikki
longur. Seks tær seinastu
ferðirnar eru víkingarnir
farnir av vølli við úrtøku,
og góða gongdin hevur bor-
ið við sær, at yngsta felagið
í bestu deildini nú stríðist
fyri at vinna heiðursmerkir.
Manningarliga støðan er
góð í Sarpugerði. Teir eru
19-20 til venjingar, og tað
er vorðið luksus trupulleiki
hjá Antoni Skoradal og
Magna Jarnskor at gera av,
hvørjir skulu á vøllin, hvørj-
ir skulu sita á beinkinum og
hvørjir skulu hjálpa til í 1.
deild, har tað eisini hevur
gingið væl.
Í Klaksvík var Geza Turi
plágaður av haldi í rygg-
inum. Málverjin vandi aftur
mikukvøldið, og hann verð-
ur heilt víst ímillum stólpar-
nar, tá ið Víkingur fer at
vitja í Fuglafirði.
Í Fuglafirði eru Áki Peter-
sen og Jonn Thomsen tøkir
aftur, eftir at teir hava sitið
skaddir uttanfyri. Andras
Gango sá reytt síðsta sunnu-
dag á Sandi, og hann er leik-
bannaður ímóti Víkingi. Tá
ið Albert Ellefsen fyri
fyrstu ferð verður ábyrgdar-
maður fyri ÍF í Fuglafirði,
verður nýggjur maður ímill-
um
ÍF
stólparnar. Tað
verður Rógvi Ryggshamar,
sum loysti av, tá ið Andras
Gango fór av vøllinum á
Sandi.
Dystaryvirlit
Formula-deildin
Dagur
Dystur
Dómari
24.08
ÍF-Víkingur
Lars Müller
24.08
KÍ-HB
Dagfinn Olsen
24.08
B71-EB/S
Georg Rasmussen
24.08
B36-Skála
Rúni Gaardbo
24.08
B68-NSÍ
Petur Reinert
1. deild
23.08
AB-EB/S
Rói Jacobsen
23.08
TB-B68
Bárður Mortensen
23.08
07 Vestur-KÍ
Andrew Christiansen
23.08
Víkingur-HB
Birgir Sondum
24.08
NSÍ-VB/S
Alex Troleis
2. deild
23.08
TB-Víkingue
BiBi
24.08
AB-Fram
B71
24.08
MB-KÍ
07 Vestur
24.08
Skála-ÍF
Vinjard Dam
24.08
07 Vestur-B36
MB
Kvinnur
24.08
AB-Víkingur
Johan P. Michelsen
24.08
Skála-B36
Sunniva Vesturtún
24.08
VB/S-KÍ
TB
ÍF-Víkingur:
Víkingar við luksus
trupulleika