fríggjadagur 22. august 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 160 - 22. august 2008
- 1. partur
Í summar vóru eg og drongur
mín, Bárður, eina frálíka ferð á
sólskinsoynni Mallorka. Hetta
var okkara jomfrúferð suðureftir
til sól, strond og sjógv. Tað vóru
tí tveir sera spentir og hvítir
føroyingar, sum sótu í Sterling
flogfarinum úr Billund ávegis til
Mallorka leygarnáttina tann 5.
juli. Bárður hevði sett seg væl
til rættis við pútu, teppi og Lizu
Marklund. Hann var í avbera
góðum lag.
Feriuoyggin yvir
øllum
Mallorka verður kallað tann gylta,
grøna og friðsæla oyggin. Hon er
størsta oyggin í Spania og hoyrir
saman við Ibiza og Menorka til
sjálvstýrandi baleariska oyggja
bólkin. Oyggin hevur eitt sera
fjølbroytt og vakurt landslag við
nógvari sól. Ti er hon eisini um
at bresta av turistum. Mallorka
er komin at merkja hópturisma
og leiguferðir, sum av álvara
byrjaðu í 1950árunum. Tað koma
heili 1011 milliónir ferðandi um
árið. Fólkatalið á oynni liggur
um 790 túsund. Um ein megnar
at berja seg ígjøgnum hópin
av øðrum ferðandi, er oyggin
á tremur við søgu, arkitekturi
og mentan. Har eru loyndarfull
slott, ævintýrakendir havar,
bergtakandi holur og stór og
veldig fjøll, sum minna ikki sørt
um fjøllini í Norðuroyggum, tó
fjøllini í Mallorka eru nakað væl
turrari. Á eystur og vestursíð
uni eru nakrar av vakrastu og
reinastu strondunum í Miðjara
havinum. Havið er klárt asurblátt
og sandurin fínur sum sukur og
næstan snjóhvítur.
Á veg út úr Son Sant Joan
flogvøllinum beint uttan fyri
høvuðsstaðin Palma í Mallorka
sást beinanvegin ein stór og
sjálvkoyrandi turistmaskina. Har
stóðu ferðaleiðarar frá ymisku
ferðaskrivstovunum og leiddu
okkum til eini 20 bussar, sum
allir skuldu koyra tey ferðandi
til ymisk ferðastøð. Fólk tysjaðu
til bussarnar sum meyrur og
vórðu dirigerað í bussarnar sum
bilar, ið vera stýrdir av einum
ferðslupolitisti. Eg og Bárður
skuldu búgva í Santa Ponca á
suðurvestursíðuni. Tilsamans
skuldi bussurin koyra okkum
ferðafólk til 7 ymisk hotell í
ymiskum býum, ikki langt frá
hvørjum øðrum. Bárður var heilt
ovfarin av hesum effektiviteti
og helt við sær sjálvum, at hetta
hevði hann ikki upplivað fyrr.
Frá grísaveitslum til
professionalismu
At ferðast til Mallorka hevur
eisini við sær fordómar. Eg hevði
hoyrt hugtakið grísafest nakrar
ferðir, tá ið eg nevndi, at eg fór til
Mallorka. Ikki visti eg, hvat hetta
var, men fann líðandi út av, at í
1980árunum streymaðu danir til
oynna. Í Mallorka varð skipað fyri
stórum grísaveitslum, sum varaðu
í nakrar tímar. Turistarnir fingu
fleskasteik og ov mikið av víni
ella sangria afturvið. Úrslitið var,
at flestu turistar drukku seg frá
vón og viti, so ringt var at skilja
í millum, hvør var fólk og hvør
var grísur. Hetta hótti umdømið
hjá Mallorka so mikið nógv, at
grísaveitslur í dag eru bannaðar.
Í dag er oyggin ein sera pro
fessionel og trygg feriuoyggj.
Av tí at oyggin leingi hevur verið
vælumtókt og er um at tippast av
turistum, skal ein ikki vænta at
uppliva eina autentiska og óspilta
mentan á oynni. Til tað eru tað
alt ov nógvir turistar. Tú fært
Bratwurst og Grünkohl, english
breakfast, meat pie, danskar
frikadellir, knekkbreyð, indian
curry, kinverska buffét, pizza,
pasta, burgarar og mangt annað.
Í Santa Ponca var gastronomiin
lagað til turistarnar og av tí sama
var hon ikki serliga áhugaverd.
Á oynni eru tó eisini sera góðar
matstovur, har onkur hevur
fingið eina Michelinstjørnu.
Eftirsum Mallorka hevur verið
ein vælumtókt feriuoyggj í langa
tið, er tað ótrúliga ómakaleyst
at vera turistur. Tú kanst altíð
samskifta á sponskum, týskum
ella enskum. Enskir, danskir og
týskir læknar eru lættir at finna
og løgreglumenn ansa dagliga
eftir øllum turistunum. Bárður,
sum sjálvur hevur búð í Granada
í Spania, var heilt bergtikin av,
hvussu væl alt virkaði her. Hetta
var so avgjørt ikki tað Spania,
sum hann hevði upplivað.
Avslappandi Santa
Ponca
Santa Ponca sá út til at vera
ein feriubýur burturav. Býurin
bendir seg sum ein úttambaður
hestaskógvur um eina vakra
og stóra hvíta sandstrond,
har hotellir liggja allan vegin
rundan um strondina og eisini
longri uppi í fjøllunum. Ein vegur
rammar inn strondina og við
henda vegin liggja mathandlar,
matstovur, klædnahandlar,
apotek, bankar, barrir og sjálvandi
eisini McDonald`s og Burger
King. Fólk spákaðu aftur og
fram og hugdu at armbondum
og turrikløðum, onnur sótu og
prátaðu, meðan tey drukku
sangria ella ótu okkurt meira
mettandi. Har vóru forelskað pør,
nýklaktar barnafamiliur, flokkar
av sólbrendum pensionistum,
sum sóu út til at koma her ár eftir
ár og ein hópur av yngri meira
óstruktureraðum tannáringum,
sum óivað vóru farnir ein
ballingartúr suðureftir. Flestu
turistarnir komu ikki óvæntað frá
Norðurevropu og Norðurlondum.
Onkursvegna er tað fantastiskt
at vera á einum stað saman við
einum hópi av øðrum turistum.
Ein heilt serligur dámur veksur
fram, tá øll hesi fremmandu eru
blandað saman. Tað hvíldi ein
Hetta er lívið
Hóast hóttanir um grísaveitslur eru
Bárður og Durita saman við Lizu
Marklund og Camillu Läckberg
í viðførinum farin til Mallorka í
summarfrí. Tey hava ein stálsettan
vilja um at slappa av og Bárður gleðir
seg sum eitt barn
Ferðafrásøgn
Durita Lamhauge
Jóansdóttir
Ótrúligt at síggja hesa sjón hvørt kvøld frá altanini
Bárður nýtir útsýnið