Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 160 - 22. august 2008 aura av ró yvir Santa Ponca. Vit vóru øll komin við sama endamálið og tað var at slappa fullkomiliga av og fáa tað besta burtur úr hvørjum degi. Allir dagar flutu saman og tað tók ikki langa tíð, áðrenn og eg Bárður mistu dagaskilið. Hvønn dag savnaðu øll hesi fólkini sínar tankar um at gera púrt einki. Fólk lógu fyri tað mesta og sólaðu sær við svimjihylin á hotellinum ella á strondini. Fólk lógu undir sólini, meðan tey drukku øl, prátaðu, lósu, hugdu runt og svumu. Tá sólin fór burtur, hugdu øll upp í himmalin og bíðaðu eftir, at sólin kom fram aftur. Hetta er lívið Tað vóru turistar, sum bara lógu við svimjihylin og høvdu fastan liggistól. Svimjihylurin lat upp kl. 10.00. Longu ein tíma áðrenn skundaðu fólk sær út at leggja handkløð á liggistólarnar. Har lógu handkløðini fyri dagin, hóast eingin legði seg á hesar stólar. Eg havi spurt meg fyri og hetta fyribrigdi sær út til at ganga aftur. Nakað tað sama ger seg galdandi á feriustøðum sum Rhodos, Turkaland, Kreta og Kanariuoyggjunum. Eg hoyrdi eina søgu um eina eitt sindur eldri konu, sum hvørt ár fór suðureftir til sama stað, haldi tað var Kreta ella Kos. Hon elskaði tað, men tímdi ikki at skunda sær út hvønn morgun at goyma sær eitt pláss við svimjihylin. Hvønn dag og hvørja feriu endurtók søgan seg. Tann eldri konan fekk næstan ongantíð ein liggistól, tí at fólk skundaðu sær út at goyma sær stólar. Einaferð gjørdist hon so mikið frá sær sjálvari av hesum, at hon tók øll handkløðini av teimum tómu stólunum, savnaði tey í eitt risastórt fjall og legði seg á øll handkløðini. Har lá hon fyri dagin. Til miklan ampa fyri tey, sum áttu handkløðini, men til mikla frøði fyri hini, sum heldur ikki tann dagin høvdu fingið nakað liggipláss. Ein dagin vit lógu við svimji­ hylin helt Bárður fyri, at ein ferð suðureftir var fyrimyndarlig, um einum tørvaði at fáa luft frá dagliga hektiska lívinum. Síðan rembdi hann sær, smíltist sera vælnøgdur og fór aftur at lesa Lizu Marklund. Eg kundi ikki annað enn geva honum rætt. Hetta var lívið, tað einasta vit høvdu at hugsa um var, hvar vit skuldu fara at eta næstu ferð. Meðan vit lógu so æviga sjálvsnøgd vistu vit lítið um, at eitt dámligt og vakurt, men heldur sera trivaligt konufólk hevði sett sær fyri at køla seg niður í svimjihylinum. Hon fekk sær renningarlop og leyp rættuliga fitt uppfrá, áðrenn hon brast niður í vatnið sum ein annar stórhvalur. Eg náddi akkurát at síggja í eygnakrókinum, hetta stóra lívsgleða skepilsið dundra niður í vatnið og fylgjurnar vóru sjálvsagdar. Tað ljóðaði eitt øgiligt tómt plums og ein flóðalda av teirri aðru verð skolaði inn yvir meg og Bárð. Bárður gjørdist eitt sindur firtin inn á at vera órógvaður so ógvusligt og vit samdust um at royna strondina næstu ferð. Tá vóru okkara krimibøkur í minni vanda fyri at gerast vátar. 2. partur av ferðafrásøgnini kemur komandi fríggjadag. Vit slappa av á altanini Ævintýrakendur havi