Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

»Hetta er fitta smágentan, ið handaði kongi blómutyssið í 1949 á filminum,« sigur Høgni Mohr brosandi og presenterar systrina Margretu vanliga nevnd Diddan, sum í dag er væl tilkomin. »Nei, álvara, er tað við á filminum?« spyr Margreta, ið júst er innkomin í Miðlahúsið saman við manninum Sten Balle og er ávegis upp á aðru hædd í søguliga bygninginum í Vágsbotni at hyggja eftir framsýningini av »Føroyskum Søgum«. Filmsverkætlanin »Føroyskar Søgur« fekk eina brakandi móttøku, tá fyrstu brotini burtur úr komandi DVD-útgávuni vórðu víst í Miðlahúsinum alla ólavsøkuna. Framvísingarhølið var sera væl vitjað og fólk livdu væl við. Tað bleiv peikað og prátað, meðan hugt varð. »Hatta er Niklas í Koltri, ið smíðaði kappróðrabátar,« kundi gamli blaðstjórin á Dimmalætting, Benny Samuelsen, greiða frá, meðan hann sat og hugdi at filminum um ólavsøku í 1959, ið verður at finna á »Føroyskar Søgur«. Lunnar undir filmssavn Sýningin av brotum úr »Føroyskum Søgum« bleiv sjósett við einari framløgu sunndagin 27. juli. Tað er danska framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film, ið saman við Eik Grunninum hevur tikið stig til filmsverkætlanina. Thomas Bjørn Tingstrup og Uni L. Hansen frá Substanz fortaldu teimum umleið 60 áhoyrarunum í Miðlahúsinum um bæði bakgrundina og arbeiðinum við »Føroyskar Søgur«. Umboðini frá Substanz vóru sera fegin og ovfarin av góðu móttøkuni, ið verkætlanin fekk á ólavsøku. – Eg havi allatíðina havt ein kenslu av, at søgurnar, ið vit hava valt at fortelja á »Føroyskar Søgur«, vóru nakað út yvir tað vanliga. Men tað var ikki fyrr enn eg sá, hvussu fólk tóku ímóti sýningini í Miðlahúsinum, at tað veruliga varð mær greitt, hvussu framúrskarandi tilfarið er, greiðir Thomas Bjørn Tingstrup frá. »Føroyskar Søgur« fingu brakandi móttøku Miðlahúsið kundi á ólavsøku bjóða gestunum ein forkunninga framsýning av brotum úr komandi DVD-útgávuni »Føroyskar Søgur«. Umboð fyri Substanz Nordisk Film, ið hevur framleitt føroyskar søgur, vóru ovfarin av góðu móttøkuni. "Tað var ikki ordiliga fyrr enn á ólavsøku, at tað gjørdist mær greitt, hvussu nógv hendan verkætlanin hevur at týða fyri føroyingar," ásannaði Thomas Bjørn Tingstrup, ið er ein av stigtakarunum til verkætlanina ➘ Filmur Jan Müller jan@sosialurin.fo Orð og myndir: Uni L. Hansen, Thomas Bjørn Tingstrup og konan Annette Tingstrup leggja seinastu hond á verkið, áðrenn forpremiera fer av bakkastokki í Miðlahúsinum 26 Nr. 160 - 22. august 2008