fríggjadagur 22. august 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ferðin til Føroya í sambandi við
tiltakið á ólavsøku var tann fyrsta
hjá Thomas Bjørn Tingstrup, ið
er annar av tveimum stovnarum
av Substanz Nordisk Film. Tá
verkætlanin varð sjósett, var
tað hin stovnarin av Substanz,
Troels Uhrbrandt Rasmussen, ið
vitjaði oyggjarnar. Felagið hevur
framleitt líknandi útgávur í bæði
Danmark, Noregi, Svøríki og
Finlandi. Men sambært Substanz
stjóranum er »Føroyskar Søgur«
nakað heilt serligt.
– Tað var ikki ordiliga fyrr
enn á ólavsøku, at tað gjørdist
mær greitt, hvussu nógv hendan
verkætlanin hevur at týða fyri
føroyingar. Útgávur okkara í
øðrum londum eru væl móttiknar,
tí søgurnar vóru góðar og tí at
frásøguhátturin var nýggjur
og spennandi. Men í Føroyum
miðla vit ikki einans søgur
– her eru vit við til at gera ein
mun. Allir teir filmar, ið eru
innsavnaðir og yvirspældir í
sambandi við verkætlanina, eru
ein einastandandi møguleiki
fyri at leggja lunnar undir eitt
tjóðsavn við søguligum livandi
myndum, sum ikki finst í Føroyum
í løtuni. Tað haldi eg er feitt at
fáa høvi taka lut í, staðfestir
ein eldhugaður Thomas Bjørn
Tingstrup.
Modellin Armgarð
Ferðin til Føroya var eisini
øðrvísi upp á ein annan máta fyri
Substanz stjóran.
– Tað er fyrstu ferð, eg havi hitt
SO nógv fólk, ið hava persónligar
upplivingar við fólki frá einari
av okkara útgávum. Bara undir
felagssanginum og -dansinum
á ólavsøku, prátaði eg við fimm
fólk, ið antin eru við í »Føroyskar
Søgur« ella hava samband við
onnur, ið eru á filmunum. Tað
bleiv veruliga stórt, sum tað
Uni L. Hansen, samskipari, Jákup
Andreas Arge, myndamaður og
Heðin Mortensen, borgarstjóri í
Miðlahúsinum til forpremieruna
➘
Nógv folk varð samankomið í
Miðlahúsinum til forpremieru
av “Føroyar Søgur”, har Uni
L Hansen og Thomas Bjørn
Tingstrup greiddu frá
27
Nr. 160 - 22. august 2008