fríggjadagur 22. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eitur á donskum, tá eg slapp at
skála við Armgarð McBirnie, ið
upptraðkar sum modell í mínum
yndisbroti á »Føroyskar Søgur«
– eitt mótashow við undirklæðum
og náttkjólum á Hotel Føroyum
á Kongabrúnni í 1966. Undurfull
kvinna og framúrskarandi
skemtisøgur um tíðina.
Sambært Thomas Bjørn
Thingstrup var ferðin til Føroya
eitt stórt upplivilsi, men har var
eitt, sum hann legði serliga merki
til.
– Tað mest irriternadi við
tiltakinum var at hava Una (L.
Hansen, samskipara, blaðm.)
sum vert á ólavsøku. Hann blev
í heilum steðgaður av fólki, ið
vildu heilsa upp á og hoyra um
»Føroyskar Søgur« – so kundi
eg standi og bíða eftir at sleppa
víðari, skemtar Thomas Bjørn
Tingstrup.
Stryktur í trúnni
Fyri Una L. Hansen, ið hevur
samskipað »Føroyskar Søgur« fyri
Substanz Nordisk Film, var tað
sum at vera til eina sveinaroynd,
tá tiltakið fór av bakkastokki í
Miðlahúsinum.
– Eg skal erliga viðganga, at
tað var eitt sindur av fjáltri á
mær, nú vit skuldu hava fyrstu
almennu sýningina av tilfarinum
á »Føroyskar Søgur«. Tað er altíð
trupult at lata nakað, ið ein hevur
arbeitt so miðvíst við í langa tíð,
frá sær. Ivin kemur altíð sníkjandi:
Er tað, ið vit hava gjørt, nóg gott?
Hava vit gagnnýtt frálíka men
eisini sera umfatandi filmstilfarið,
ið fólk hava latið okkum, nóg
væl? Kundu vit ikki hava gjørt
okkurt øðrvísi? Samstundis kenni
eg meg ómetaliga tryggan við
tilfarið á »Føroyskar Søgur«, ið
eg haldi vera bæði forkunnugt og
væl frágingið, og framsýningin í
Miðlahúsinum á ólavsøku var við
til at styrkja meg í trúnni, og tað
er ómetaliga deiligt at uppliva,
greiðir føroyski samskiparin frá.
– Men tað, ið hevði allarmest
týdning fyri meg, var, at fleiri av
teimum fólkum, ið hava hjálpt
okkum so ómetaliga væl við
hesi verkætlan, vóru til staðar
í Miðlahúsinum til hesa fyrstu
framsýning, eitt nú fyrrverandi
ursmiðurin og filmsmaðurin
Jákup Andreas Arge av
Argjum, Daisy Sloan úr Havn og
oyndfirðingurin Andreas Klein.
Uttan treytaleysa álitið, ið hesi
fólk og nógv onnur við teimum,
hava víst okkum, so hevði tað
verið ógjørligt at framleitt
»Føroyskar Søgur«, staðfestir Uni
L. Hansen.
»Føroyskar Søgur« verða
útgivnar 19. september.
»Føroyskar Søgur« verða útgivnar 19. september.
Tað eru danska fraleiðslufelagið Substanz Nordisk Film og Eik
Grunnurin, ið hava tikið stig til verkætlanina.
Talan er um eina DVD-útgáva við gomlum dokumentariskum
filmsupptøkum, ið er upptiknar í Føroyum seinastu 100 árini. Upp-
tøkurnar eru settar saman til 11 sjálvstøðugar søgur, ið hava eina
samlaða spælitíð á 104 minuttir.
»Føroyskar Søgur« bera hóaskandi undirheitið "upplivingar úr
gerandisdegnum frá 1907 til dagin í dag". Elstu upptøkurnar, ið
eru funnar í sambandi við verkætlanina, eru av konganvitjanini
hjá Fríðrikki kongi 8. í 1907. Samstundis undirstrikar undirheitið,
at »Føroyskar Søgur« ikki er tann almenna Føroya søgan, men løtu-
myndir úr gerandisdegnum hjá føroyingum seinastu øldina.
Allar tær hundraðtals filmsrullurnar, ið eru innsavnaðar til verkæt-
lanina frá privatum og almennum gloymslum, eru allar talgildar og
verða handaðar føroyskum skjalagoymslum, so tær kunnu vera til
gagn hjá komandi ættarliðnum av føroyingum. Harvið er føroyski
mentanararvurin á filmi eisini varðveittur fyri eftirtíðina.
Les meira um verkætlanina á: www.substanz.dk & www.eik.fo
Fakta
Fleiri hundrað nýttu høvi á ólavsøku at síggja Føroyar Søgur í Miðlahúsinum
Kanska mest sermerktu filmsrullurnar, ið eru komnar undan kavi í
sambandi við »Føroyskar Søgur«, vórðu funnar í einum gomlum húsum
í Oyndarfirði. Tað var oyndfirðingurin Julius Høgnesen, ið blaðungur
flutti av landinum at læra til apotekara, sum upptók rullurnar í 1930.
Fleiri av skilfólkum hansara vóru til framløguna av »Føroyskum Søgum« í
Miðlahúsinum - summi vóru komin heilt úr Noregi. Filmstilfarið hjá Juliusi
var tíverri ikki partur av framsýningini á ólavsøku, men samskiparin av
»Føroyskar Søgur«, Uni L. Hansen, hevði eitt eintak á telduni og fekk tískil
givið teimum eina eksklusiva framsýning av sermerktu upptøkunum hjá
Julusi Høgnesen, ið er at finna á »Føroyskar Søgur«
28
Nr. 160 - 22. august 2008