Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 22. august 2008 29 Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · info@foroyaprent.fo Føroyaprent søkir miðla grafikara lærling Droymir tú um at arbeiða innan grafiska økið, er læru pláss sum miðlagrafikari nakað fyri teg. Tær dámar at gera eitt arbeiði við stórum neyvleika og høgari góðsku, og tú trívist at arbeiða við tíðarfreistum. Við eini útbúgving sum miðlagrafikari fært tú førleika, vitan og royndir, sum geva nógvar møguleikar, bæði á arbeiðsmarknaðinum og til víðari útbúgving. Sum miðla grafikara lærlingur lærir tú at brúka tíni kreativu evni, saman við nógvum tekniskum snildum. Tú arbeiðir bæði við at menna hugskot, sniðgevur hesi, og sendir hesi víðari til aðrar framleiðslur. Men tú lærir eisini nógv um teg sjálvan, og hvussu tú skalt fyrihalda teg til tað fakliga, til arbeiðsplássið og til starvsfelagarnar. Útbúgvingin bjóðar annað enn drúgvar bøkur og tímalangar undirvís ingar dagar Sum lærlingur á Føroyaprent sleppur tú beinanvegin at royna teg í einum livandi arbeiðs lívi við ábyrgd. Tú ert undir útbúgving, men eisini longu í ferð við at fáa tær arbeiðs- royndir á størstu grafisku fyritøku í landinum. DROYMIR TÚ UM AT ARBEIÐA SUM MIÐLAGRAFIKARI? Vilt tú vita meira far inn á heima síðu okkara www.foroyaprent.fo/net Umsókn við CV skal verða okkum í hendi seinast 15. sept. 2008. N O R Ð U R L E N D S K T U M H V Ø R V I S M E R K I 5 4 1 7 0 5 PETERSEN CONTRACTORS Hevur tú hug at gera tunnil? So er møguleikin her, tí vit hava brúk fyri arbeiðsfólki til tunnils- arbeiði í Eysturoynni. Góð løn verður latin, og møguleiki er fyri upplæring. Verkætlanin er partur av EIÐI2 vatnorkuútbyggingini hjá SEV, og umfatar atkomuveg og uml. 2,6 km av tunnilsgerð. EIÐI2 Konsortiet Hoydalsvegur 42 FO-100 Tórshavn Hevur tú hug at verða við, so fæst meira at vita við at ringja til Hilbert Elisson á tel. +298 585014, e-mail: hie@mth.dk foroyaprent.fo EIÐI2 KONSORTIET Tórshavnar kommuna søkir eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum skrivstovufólkum/ skrivarum til spennandi størv á løgdeildini. Uppgávur Tit verða eitt toymi, ið tekur sær av uppgávum fyri teir tríggjar løg frøð ing- ar nar á deildini. Tit fara m.a. at reinskriva skeytir og sáttmálar/avtalur, avgerðir hjá skattakærunevndini og hýruvognsnevndini, umframt at tit fara at avgreiða aðrar vanligar skrivarauppgávur. Tit arbeiða tætt saman við løgfrøðingunum og mugu tí vera ábyrgdarfull og duga væl at samstarva. Harumframt er neyðugt at kunna arbeiða sjálvstøðugt. Førleikakrøv Til bæði størvini er neyðugt at hava skrivstovuútbúgving ella líknandi lærdóm. Í øðrum starvinum er eisini fyrimunur at hava útbúgving sum advokatskrivari. Neyðugt er at duga væl at samskifta á føroyskum, bæði skrivliga og munnliga. Setanarviðurskifti Størvini verða lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóhan E. Simonsen, deildarleiðara, á telefon 30 20 10 ella við teldubrævi á johans@torshavn.fo. Umsóknir við avritum av prógvum, upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum skulu stílast til Tórshavnar kommunu, Postsmogu 32, 110 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. august 2008 kl. 12.00. Umsóknir kunnu eisini latast inn á Snarskivuni ella sendast við teldubrævi til torshavn@torshavn.fo. Ætlandi verða setanarsamrøður í viku 35. Um løgdeildina Løgdeildin veitir løgfrøðiliga ráðgeving til stjórn, nevndir og aðrar deildir hjá kommununi. Deildin umsitur keyp og sølu av føstum ognum umframt allar leigusáttmálar. Harumframt virkar deildin sum avgreiðsluskrivstova hjá kommunalu skattakærunevndini og hýruvognsnevndini. Á deildini starvast fimm fólk – tríggir løgfrøðingar og tvey skrivstovufólk. Skrivstovufólk til løgdeildina Tórshavnar kommuna