fríggjadagur 22. august 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 160 - 22. august 2008
tíðindi
mítt land
Føroyar
Á Rás 2 sunnudagin 24. august kl. 13
Tað eru tær fimm sendingarnar, sum vóru nú í vikuni, sum verða
endursendar á Rás 2 sunnudagin kl. 13. Í teirri fyrstu varð røtt um ein
á mangan hátt sjáldsaman mann, sum búsettist úti í óbygdum inni við
Skálafjørðin miðskeiðis í 19. øld. Síðani varð hugleitt um læknaviðurskifti í
Norðoyggjum fyri væl fimmti árum síðani, blaðað varð í føroyskum ávísum
frá fyrru helvt av farnu øld, greitt varð frá um deksbátar, sum bygdir vóru í
Havn, Vestmanna, Klaksvík og á Skála tíðliga í farnu øld, og vikan endaði
við áhugaverdari frásøgn um Sandoyarprestin Kálv Lítla, sum livdi í 14. øld.
Alt hetta søguliga tilfarið verður høvið til at hoyra aftur á Rás 2 sunnudagin
kl. 13.
Føroyar mítt land í næstu viku:
25/8 Hanus A. Samuelsen
26/8 Janus Mohr
27/8 Regin Debess
28/8 Kristianna Rein
29/8 Eirikur Lindenskov
Hvønn gerandisdag kl.8, kl.9, kl.22 og kl.23, (týsdag tó 22.30)
Føroyar mítt land