fríggjadagur 22. august 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 22. august 2008
35
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Starvsfólk til Býlingshúsið undir Brúnni
Søkt verður eftir einum pedagogi, fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi, at arbeiða
35 tímar um vikuna at byrja 8. september 2008 ella eftir nærri avtalu. Farloyvistíðin er
fram til 30. juni 2009. Um pedagogur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett í staðin.
Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólki til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar um
vikuna at byrja 8. september 2008 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt tíðaravmarkað
starv fram til 31. desember 2008. Starvstíðin verður møguliga longd.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Pedagogar til Dagstovnin í Øksnagerði
Søkt verður eftir einum pedagogi til serstovuna at arbeiða 35 tímar um vikuna at
byrja 15. september 2008 ella eftir nærri avtalu.
Eisini verður søkt eftir einum pedagogi til barnagarðin at arbeiða 35-40 tímar um
vikuna at byrja 1. oktober 2008 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá
Dagstovninum í Øksnagerði, Øksnagerð 1, 100 Tórshavn, í seinasta lagi
leygardagin 6. september 2008.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Jesper Roos Nielsen, leiðara, ella Gunrid á Plógv,
varaleiðara, telefon 30 22 60, 21 99 59, ella við at vitja heimasíðu okkara:
www.oksnagerdi.fo.
Pedagogur til Dagstovnin Sólareygað
Søkt verður eftir pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna og eftir einum hjálparfólki
at arbeiða 20 tímar um vikuna.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá
Dagstovninum Sólareygað, Sundsvegur 23, 100 Tórshavn, í seinasta lagi
fríggjadagin 5. september 2008.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, telefon 28 71 50,
ella Elsu Joensen, varaleiðara, telefon 21 95 19.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá
Býlingshúsinum undir Brúnni, Smærugøta 9b, 100 Tórshavn, í seinasta lagi
fríggjadagin 5. september 2008.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Turið Horn, leiðara, telefon 31 91 80.