Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 160 - 22. august 2008 lýsingar Frá Tórshavnar musikkskúla Til teir næmingar, sum byrja aftur í viku 35. Á heimasíðu skúlans www.tm.fo fæst at vita, nær og hvar næmingarnir møta fyrstu ferð. Tórshavnar musikkskúli Skrivstovustarv á Náttúruvísindadeildini Søkt verður eftir deildarskrivara til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið er fulltíðar skrivstovustarv. Starvið Høvuðsuppgávurnar eru at: • hava ábyrgd av dagliga virkseminum á deildarskrivstovuni • hava ábyrgd av journalini • hava dagligu fíggjarfyrisitingina á deildini • fyrireika fundir og skriva fundarfrágreiðingar • samskifta við studentar og lærarar • annars alt vanligt skrivstovuarbeiði Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Paula Joensen á tel. 35 25 00 ella á teldu- postadressuni hanspj@setur.fo Setanartreytir Starvið verður sett frá 1. oktober 2008 ella skjótast til ber. Løn sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið, 3. flokkur. Førleiki til starvið Vit vænta, at tú: • hevur skrivstovuútbúgving ella tilsvarandi royndir • hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum • hevur góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt • ert ábyrgdarfull/ur og røkin • hevur góð evni at samskifta og samstarva við onnur • hevur góðan telduførleika • evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møgulig- um viðmælum skulu vera Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Postrúm 2109, FO 165 Argir, í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. august 2008. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA KUNNGERÐ UM EIGINDÓMSÁVÍSING/ NÝMATRIKULERING Í NORÐRAGØTU Eftir § 38 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. des. 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., verður farið undir eigindómsávísing/nýmatrikulering av neysta- og út- húsalutum á havnarøkinum (niðanfyri vegin “d”) í Norðragøtu. Innlendismálaráðið hevur í skrivi 18.12. 2006 givið loyvi til nevndu eigindómsávísing/ný- matrikulering. Orsøkin er, at munalig avvik í fleiri førum eru millum matrikul, tingbók og tey veruligu eigindómsviður- skiftini á nevnda øki, og verða tí allir eigarar og onnur, ið varða av ognum á økinum, boðað at møta. Eigindómsávísingin byrjar mánadagin 25. august 2008, kl. 9. Arbeiðið verður gjørt samsvarandi §§ 3-11 í matrikul- eringslógini. Tá rættingarnar eru gjørdar, verða tær sendar Føroya Landsstýri, ið við almennari stevning leggur sak við Føroya Rætt móti øllum og einum, ið hava mótmæli móti rættingunum, og at tær verða gjørdar í matriklinum og tingbókini. Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar tingdagar, frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst, og til stevn- ingarfreistin er farin. Bygdarráðið skal velja tveir mans at hjálpa Umhvørvis- stovuni við at greiða eigindómsviðurskiftini. UMHVØRVISSTOVAN Jákup Pauli Joensen stjóri Ríðiveitsla Felags ríðiveitsla verður í Tølthøllini leygardagin 30. august kl. 19.00. Atgongumerki á kr. 300,- kunnu heintast leygardagin 23. august frá kl. 11.00 til 15.00 í Tølthøllini. Vinarliga Føroyskt Íslendskt Rossafelag Røroya Ríðingafelag Vága Ríðingafelag Endurlýsing Fíggjarleiðari á Fróðskaparsetrinum Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Setursskriv- stovuna á Fróðskaparsetrinum, at byrja 1. okto- ber 2008 ella skjótast til ber. Starvið Fróðskaparsetur Føroya er ein hægri lærustovnur í støðugari menning. Tann 1. august 2008 varð nýggj lóg um Fróðskaparsetur Føroya sett í gildi. Við hesi lóg eru Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Læraraskúlin lagdir saman við Fróðskaparsetrinum. Setursskrivstovan fær væntandi ein týðandi leiklut í samanleggingini, og saman við leiðsluni á Fróð- skaparsetrinum kemur tú miðvíst at arbeiða við hesi tilgongd. Í samstarvi við leiðslu og fyrisiting á Fróðskap- arsetrinum fert tú millum annað at hava ábyrgdina av hesum uppgávum: • ráðgeva leiðsluni í fíggjar-, lønar- og roknskaparviðurskiftum • samskifti við Fíggjarmálaráðið • gerð av fíggjarætlan og roknskapi • eftirlit við rakstri • orðing av mannagongdum á fíggjarøkinum Førleikakrøv og persónurin Vit vænta, at tú hevur: • viðkomandi prógv frá hægri lærustovni ella drúgvar royndir innan fíggjar- og roknskaparøkið • evni at raðfesta og tilrættisleggja arbeiðið • góð samstarvsevni • áhuga í útbúgvingarviðurskiftum • góðan førleika innan KT-økið • evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður. Setanartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum, ævisøgu (CV) v.m. skulu vera Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 2. september 2008. Umsóknir skulu sendast til: Fróðskaparsetur Føroya, Setursskrivstovuna J.C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 FO-110 Tórshavn Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúnu Hjelm, setursskrivara á tlf. 55 25 00 ella t-post: runah@setur.fo SETURSSKRIVSTOVAN · WWW.SETUR.FO · SETUR@SETUR.FO FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Skrivstovupláss til leigu Mitt í Tórshavn. 3 parkeringspláss. Øll skrivstovuútgerð inngongur í leiguna Ring 596061 ella skriva til info@globi.fo www.sosialurin.fo