fríggjadagur 22. august 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 22. august 2008
39
lýsingar
Okkum tørvar nýskapan í bygnaði
og umsiting okkara
Fíggjarfulltrúi til Føroya
Studentaskúla og HF-skeið
Á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði stovna vit nú eitt
nýtt og spennandi starv sum fíggjarfulltrúi.
Vit stovna hetta starvið sum ein lið í eini tilgongd at
nýskapa og nýgera umsiting og fíggjarstýring okkara.
Alt miðnámsskúlaøkið í Føroyum stendur fyri stórum
umskipanum, og í hesum sambandi er Føroya Stu-
dentaskúli og HF-skeið í ferð við at menna sín innanhýsis
bygnað og sínar visiónir fyri at kunna møta teimum
nýggju avbjóðingunum.
Uppgávur
Fíggjarfulltrúin verður ein stápsfunktión, sum skal
stuðla leiðslu og umsiting skúlans, og kemur at arbeiða
tætt saman við rektaranum. Fíggjarfulltrúin setir
fíggjarlætlanir upp í samráði við rektaran og fylgir
teimum loypandi upp. Hann/hon umsitur og roknar
lønir. Hann/hon skal menna mannagongdir í dagliga
arbeiðinum við at leggja til rættis og fylgja fíggjarligu
viðurskiftum skúlans upp. Hann/hon tekur sær av
málsviðgerð, ið hevur við fíggjar- og lønarmál at gera.
Hann/hon ráðgevur leiðsluni í spurningum um fíggj-
arliga stýring, herundir at gera fíggjarligar útgreiningar
av námsfrøðiligum og organisatoriskum átøkum, og
luttekur sum ráðgevi í arbeiðinum við at menna skúlan
bygnaðarliga, skipanaðarliga og strategiskt.
Nýggj skipan fyri gymnasialu miðnámsskúlaútbúgving
arnar kemur eftir ætlan í gildi frá august 2009. Í hesum
sambandi liggur í kortunum, ein heilt nýggjur løn-
arnormur skal setast í gildi. Skift verður frá viku-
tíðarnormi til árstíðarnorm. Tí skal øll lønar- og arbeiðs-
tíðarumsitingin byggjast upp av nýggjum frá grundini
av. Hetta verður eisini ein uppgáva hjá fíggjar-
fulltrúanum.
Harumframt skal Føroya Studentaskúli og HF-skeið inn
í eina umsitingarliga samanleggingartilgongd við hinar
gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar í Streymoynni í
sambandi við skipanina av skúladeplinum í Markna-
gili.
Fyri tann rætta persónin er talan um eitt sjálvstøðugt og
spennandi starv við nógvum avbjóðingum.
Førleikakrøv
Tú hevur hægri útbúgving (Master ella bachelor) innan
búskap og fíggjarstýring ella tilsvarandi útbúgving og
royndir. Vit vænta, at tú hevur góð evni at seta teg inn í
nýggj viðurskifti, hevur góð samstarvsevni og gott
innlit í nútíðar amboð til starvsfólka-, fíggjar- og
lønarumsiting. Vit vænta harumframt, at tú eisini hevur
førleika at geva eitt íkast til arbeiði okkara at menna
skúlan sum organisatión.
Setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið
settur verður má rokna við broytingum í starvs- og
setanarviðurskiftunum í sambandi við tær umfatandi
bygnaðarligu broytingarnar, sum eru nevndar oman-
fyri.
Umsóknarfreist o.a.
Umsóknir skulu vera í okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 28. august. Umsóknin verður at senda til
Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Sanatoriivegur 1,
188 Hoyvík ella á t-post adr. skrivstovan@hoydalar.fo.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikkjal
Helmsdal, rektara, á t-posti mikkjal.helmsdal@skulin.
fo, telefon 312973 ella fartelefon 218404.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Telefon 312973 - Telefax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30
Skúlatænari til
Føroya Studentaskúla
í Hoydølum
Av tí at skúlatænari okkara hevur avgjørt at leita sær
eftir øðrum avbjóðingum, søkir Føroya Studentaskúli
og HF-skeið eftir skúlatænara.
Uppgávur
Uppgávurnar hjá skúlatænaranum eru: At hava
umsjón við og røkja bygningarnar hjá stovninum, at
hava ábyrgd av, at økið uttan um bygningarnar verður
røkt, og at hita-, vatn- og elskipan riggar. At rigga til
høli í sambandi við próvtøkur og onnur tiltøk og at
vera til handa at halda skil á dagligum viðurskiftum
kring virksemi skúlans.
Skúlatænarin er leiðari fyri reingerðarstarvsfólkunum
og hevur harumframt tveir hjálparskúlatænarar undir
sær í dagliga arbeiðinum. Arbeiðið hjá skúlatænarun-
um verður skipað í vaktum, og roknast má við
skiftandi arbeiðstíðum.
Førleikar
Tann, ið settur verður eigur at hava handverkara-
útbúgving, evni at skipa fyri, gott yvirlit og góð evni
at samstarva. Ávísur telduførleiki er eisini neyðugur
í starvinum. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur men
ikki eitt krav. Fyri tann rætta persónin er talan um eitt
spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóð-
ingum.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggj-
armálastýrið og handverkarafeløgini. Afturat sátt-
málalønini verður latin ein viðbót fyri leiðsluábyrgd
og skeivar arbeiðstíðir. Starvið verður at seta skjótast
til ber.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973, fartelefon
218404 ella Holgar Johansen, skúlatænara, fartelefon
214613.
Umsóknir við prógvum, viðmælum og frágreiðingum
um arbeiðsroyndir skulu sendast til Føroya Stud-
entaskúla og HF-skeið, Sanatoriivegur 1, FO-188
Hoyvík, ella sum teldupostur til skrivstovan@
hoydalar.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 28 august, kl. 12.00.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Telefon 312973 - Telefax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30
Sethúsaogn á Argjum
Um hóskandi boð fæst, verður ognin Argja-
vegur 45, matr. nr. 145, Argir, seld.
Grundøki 670 m2.
Húsini eru bygd uml. 1945, tey eru úr betongi
og eru í tveimum hæddum, hvør 65 m2.
Kjallari: Durur, kamar við trappurúmi til í erva,
kamar, stova, baðiverilsi við brúsu, fýrrúm.
Miðhædd: Gangur, tvær stovur, køkur, kamar,
wc, kamar við trappu niðurundir. Á stykkinum
er úthús til støddar 15 m2.
Húsini standa høgliga fyri beint við skúla.
Staðið er sera veðurgott.
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Jens Andrias Vinther, adv.
Aksel V. Johannesen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Sethús og stórt
grundøki Yviri við
Strond 57
Um hóskandi boð fæst, verður ognin matr. nr.
659 a, Tórshavn, seld.
Talan er um eina setstaka ogn, ið liggur
ógvuliga væl fyri við fríum útsýni yvir fjørðin
og Nólsoynna. Patur av grundøkinum er
plantað við m.a. stórun trøum. Økið omanfyri
húsini er bøur. Umframt sethúsini er á økinum
hjallur og gamalt fjós við laðaðari grund.
Grundøkið er 3.057 m2.
Húsini, sum eru bygd í 1956, eru í tveimum
hæddum, hvør 136 m2, alt innrættað. Í erva:
Gangir, køkur, tvær stovur, hjúnarrúm og trý
kømur. Í kømrum og gangi eru innbygd skáp.
Kjallari: Gangir, stór stova, trý kømur, wc/brúsa,
fýrrúm, vaskikjallari, kjallararúm og goymsla.
Fleiri innbygd skáp eru í niðaru hæddini.
Nærri upplýsingar um ognirnar fáast við at
venda sær til undirritaðu. Sí eisini heimasíðu
okkara.
Lesið
-so eru tit við!