Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 Hagstova Føroya Á Hagstovuni er eitt starv sum fulltrúi leyst at søkja Starvsinnihaldið Í høvuðsheitum er uppgávan at arbeiða við vinnuligum og øðrum búskaparligum hag- tølum, sum liggja til grund undir ymsum uppgerðum. Eitt nú til uppgerð av tjóðarroknskapi gera vit sonevndar deildarroknskapir fyri allar pri- vatar vinnur, kommunurnar sum heild, landskassan og donsku statspartarnar í Føroyum. Starvið verður serliga at vera við í arbeiðinum við hesum deildarroknskapum, men kann saktans umfata aðrar hagtals- uppgerðir í sambandi við búskapin annars. Persónurin og útbúgvingin Brúk er tí fyri einum fólki við góðum innliti í roknskaparviðurskifti og skili fyri samfelags- búskapi, sum dugir at arbeiða við mest van- ligu telduforritum og sum ikki óttast at fara í holt við forriting. Tað er ein fyrimunur at kenna eitt sindur til forriting í SQL ella øðr- um forritingarmáli, men ikki eitt krav kortini. Hóast tað krevst at tú sjálvstøðugt ert førur fyri at loysa uppgávurnar tú fert at sita við, fert tú at hava tætt samstarv við aðrar bú- skaparfrøðingar, teldufyrisiting og skriv- stovufólk á stovninum. Til starvið krevst útbúgving sum cand.polit., cand.oecon., cand.merc. ella bachelor út- búgving í búskaparligum/fíggjarligum læru- greinum. Arbeiðsplássið Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit eisini við í lýsingini av øðrum aktu- ellum viðurskiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit framleiða av vitan og upplýsing er til at kunna borgararnar um, so at ein partur av flestu uppgávum er at hava samskifti við onnur. Løn og treytir annars Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag, og setanarøkið er fyrst og fremst Hagstovan, men eisini Fíggjarmálastýrið í síni heild. Umsóknarfreist og annað Umsóknin skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 15. mars 2000, og starvið skal verða sett so at byrjast kann í seinasta lagi 1. apríl 2000. Nærri fæst at vita um starvið frá Hagstovuni tlf. 352028. Maskinurnar á "Gamla Reinsaríi" bíliga til sølu. Eru í sera góðum standi. Maria Olsen Tel. 31 26 53 Sosialurin - 311820 Vit hava eitt st Vit hava eitt stórt og gott rt og gott úrval av val av vaski- og kantinuvognum vaski- og kantinuvognum Heykavegur 1 • 100 Tórshavn • Tel. 311400 • Fax 315574 th-dam@post.olivant.fo Sosialurin - 311820 Vaskivognar askivognar Kantinuvognar Kantinuvognar Vit hava eitt stórt og gott úrval av vaski- og kantinuvognum Vaskivognar Kantinuvognar Til sølu 10 stk. lamineraðir bjálkar 11 x 45 cm x 8 m. Tlf. 217300 ella 316668 FASTALÁVINT Í 3'ARANUM fáa tit steypið tit skulu nýta til KATTAKONGIN 2000. Kom inn til okkara og síggj okkara stóra úrval innan steyp og heiðursmerkir Sosialurin - 311820 SMS • Tel. 31 98 20 - 31 06 06 Fax 31 49 55 E-mail: tryarin@post.olivant.fo 3arin Skrivstovustarv Vegna eitt av viðskiftafólkum okkara, eitt fakfelag við skrivstovu í Tórshavn, verður søkt eftir skrivstovufólki at byrja 01.04.2000. Arbeiði: • at taka sær av brævskifti • taka telefon • annað fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni Førleikakrøv: • skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgv- ing • køn/kønur í rættskriving, serliga í føroysk- um, men eisini í norðurlendskum og ensk- um máli • hollar royndir innan EDV/tekstviðgerð • royndir frá skrivstovuarbeiði Setanartreytir: • sambært avvarðandi sáttmála Umsóknarfreist: • hin 25.03.2000 • við umsóknini skulu sendast avrit av próv- skjølum og møguligum viðmælum Áhugaði kunnu við at venda sær til Páll Nielsen fáa nærri upplýsingar um nevnda starv. Advokatvirkið Páll Nielsen, adv. • Sigmund Poulsen, adv. J. H. Schrøtersgøta 20 • Postsmoga 85 FO-110 Tórshavn Tlf. 312171 • telefax 318574 E-mail: advokat@post.olivant.fo GÓÐIR BRÚKTIR BILAR TIL SØLU Merki Árg. Ford Escort 1,8 Diesel 94 Fiat Cinquecento 95 Fígging kann útvegast Velbastaðvegur 110 Tórshavn Tel. 317300 - 217300 Dagrøktarmamma Søkt verður eftir dagrøktarmammu í Skála- vík, at byrja skjótast gjørligt. Nærri upplýs- ingar fáast við at venda sær til Dagrøktina á Sandi, tlf. 361528. Dagrøktin í Sands kommunu ES-grevstur Tórshavn • Tel. 21 66 00 * Planering * Veitir * Tún * Innkoyringar * Vatn-/kaðalveitir * Dren * Havar o.a. Ring og hoyr nærri. Vit geva óbindandi tilboð. Koyrt verður um landið. Vit átaka okkum allan vanligan grevstur við beltmaskinum so sum: Sosialurin - 311820 sosialin Halt 18 Dagfinn Olsen Nr. 8 - 1. mars 2000 Aqua eru aftur á breyt- ini. Kanska sterkari enn nakrantíð. Ein techno bólkur. Fjas, ið letur teldurnar gera arbeiðið. Ja, mong hava orðini verið frá teimum, ið halda seg hava skil fyri tónleiki. Teldur ella ikki. Aqua er sterkasta boð, ið danir eiga. Ikki tað dyggasta, skal ein røða um tón- leikasnildi og mergjaðan og innviklaðan tónleik. Men nakað, ið treingir beint inn hjá fólki kring allan knøttin. Hvørt tað so bert fer inn ígjøgnum oyruni og inn í knøttin, ella tað klárar at røra hjørtuni eisini, skal ikki metast um her. Men inn fer tað. Melodiøst, so tað stendur eftir. Og at akk- ordirnar so eru tær somu allan sangin ígjøg- num, enntá uttan at býta pláss, er ein fyrimunur, tí tær verða bukaðar so hjartaliga uppá pláss, so vit minnast tær í svøvni. Men tað er nakað gott og avslappað við at koyra t.d. Aqua í fløgu- spælaran. Og øll tey, ið møguliga hildu, at Aqua var ein einasta fløga og ikki meira, mugu nú geva upp. Bólkurin er úti við góðari og sera melo- diøsari fløgu. Eisini verð- ur koyrt líka hart uppá “image” og tað ger ofta góðan mun. Aqua hava prógvað, at dugur er í, um enn talan er um annað enn guit- arar og trummur, men teldur og forrit. Nútíðin er teirra og ikki fyri um- mælarar, ið minnast LP- pláturnar. Tað skal sigast: Ein góð fløga frá Aqua, ið her staðfesta seg. Mark Knopfler kenna mong úr bólkinum Dire Straits, har hann er dug- naligi guitarleikarin við pannibandinum. Hóast summi halda hann ikki síggja út, sum leggur hann petti í nakað sum helst, so er hann leiðarin í bólkinum og drívmeg- in. Bæði innan skriving og ikki minst, tá swing skal fáast í tónlekin. Tá er guitarspæl hansara av alstórum týdningi. Hóast fløgan Golden Heart er frá 1996, so er enn ein søluherferð í gongd. Men tað ger einki. Hann hevur givið út fløgur sjálvur við eydnu og hevur eisini gjørt góðan filmtónleik. Á Golden Heart finna vit góðan tónleik, ið javnvigar. Róligur, men als ikki keðiligur. Tað svingar óført, hóast talan ikki er um tónleikarar, ið gera tær stóru rørslur- nar. Her er nevniliga ikki talan um rørslur, men um dugnaskap. Dygd. Tónleik, rætt og slætt. Og Mark er óivað ein maður við hjartanum á rætta stað. Skemtiligur er t.d. teksturin um fyrr- verandi forsetafrúuna Imeldu Marcos. Kona einaræðisráðharran Ferdinand. Hon gjørdist kend fyri at eiga skógvar í túsundtal, meðan fólkið hugraði. Mark syngur í sangi- num Imelda um hana og fegnu handilsmenninar, ið fáa hana innar í handilin. Um øll sløgini av skóm, hon vil hava og “ They fill a bucket up and laugh behind her back” og “All the poor people saying that they gotta quit paying for you”. Ein fín fløga. Oasis eru aftur, nú vit skriva ár 2000. Heims- kendir og fyri góð løg, ið kunnu larma, men tó ljóma væl. Heimskendir fyri ymsar skandalur eis- ini. Lagt verður út við meira ella minni instru- mentala lagnum Fuckin’ in the bushes. So vita vit nøkulunda hvar vit eru og hvat er at vænta. Tó, ein góð og sterk fløga í rætta Oasis stílinum. Bara tað, at ein kann tosa um egnan stíl, sigur ikki einki um bólk- in, sum áður hevur verið sammettur við The Beat- les. Kanska tað hoyrist í støðum á hesi fløguni eisini. Noel Gallagher hevur skrivað nærum øll løgini og orðini. Hann hevur eisini produserað saman við Mark “spike” Stent. Liam Gallagher hevur skrivað eitt lag. Hóast mong kanska bóru banga fyri villu manningini í bólkinum, og at hetta fór at beina fyri bólkinum, so er enn ein glotti fyri framman. Ein fløga ið prógvar, at enn eru knotur í Oasis. Oasis Aqua Mark Knopfler Standomg on the shoulder of giants Golden Heart Aquarius