Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 Fýra lokaluppgerðir á skránni JÁKUP MØRK Fýra hondbóltsdystir verða leiktir í kvøld, og eru tríggir teirra í bestu mansdeildini, meðan fjórði dysturin verð- ur í kvinnudeildini. Silvurdystur Hjá kvinnunum eru tað tey bæði havnarliðini, Kyndil og Neistin, sum bresta sam- an í einum dysti, sum væl kann vísa seg, at vera av- gerandi fyri, hvat av havn- arliðunum fer at standa seg betri í silvurstríðnum, har VÍF tó eisini hevur nøkur orð at siga. Fyri Neistan man tað hel- st kennast sum dyggur smeitur, at Ileana Manoles- cu ikki verður við, eftir at hon fekk reyða kortið sunn- udagin, tá Neistin og VB leiktu. Einki er at ivast í, at ru- menin hevur verið ein góð- vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan7 7 - 0 - 0 493 383 110 23 2 VÍF 6 4 - 0 - 2 398 356 42 15 3 Kyndil 6 3 - 0 - 3 382 342 40 13 4 Neistin 6 4 - 0 - 2 346 343 3 13 5 VB 7 1 - 0 - 6 424 452 -28 6 6 Tjaldur 6 0 - 0 - 6 285 452 -167 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VÍF 8 6 - 0 - 2 581 457 124 23 2 Neistin 6 6 - 0 - 0 529 450 79 21 3 StÍF 7 5 - 0 - 2 548 472 76 21 4 Kyndil 7 5 - 0 - 2 539 460 79 17 5 KÍF 8 3 - 0 - 5 453 566 -113 7 6 H71 8 1 - 0 - 7 464 568 -104 4 7 Tjaldur 8 0 - 0 - 8 483 624 -141 3 ur fongur hjá Neistanum, síðani hon kom til landið, og kanska hevur hon leikt sínar bestu dystir móti júst Kyndli. Kyndilskvinnurnar eru helst sera uppsettar til henda dystin, tí tað er eingin loyna, at mistu stigini móti Neist- anum hava verið teimum dýr higartil. Megna kyndilsgenturnar at vinna dystin, er lítil ivi um, at tær í hvussu so er enda framman fyri Neistan, tí sum einasti av silvurbið- lunum, hevur Kyndil leikt báðar dystirnar móti Stjør- nuni. tríggjar lokaluppgerðir Eftir at tey bæði kvinnu- liðini hava leikt, skulu menninir hjá havnarliðnum báðum royna seg. Higartil í ár hevur Kyndil verið í teirri heldur óvandu støðu, at teir hava liðið und- ir, hvørja ferð teir hava hitt Neistan í landskappingini. Sum kunnugt gekst Kyndli tó betur í steypa- kappingini, har teir vísti ein øgiligan stríðsvilja í finaluni móti bláu grannunum. Bæði liðini eru nakað skerd, nú seinasta lokalupp- gerðin á árinum stendur á skránni. Kyndil noyðist at verða Leiv Holm og Hannis War- dum fyri uttan, meðan Neistin ikki kann líta á Áka Mørk hesu ferð. Leivur breyt hondina í steypafinaluni og hevur ikki spælt síðani, meðan Hannis hevur meitt sær ryggin, og ivasamt er, nær hann verður tøkur aftur. Áki er í løtuni staddur utt- anlands, og verður tískil ikki við í Neistahópinum. Hini bæði oddaliðinin hjá monnum skulu eisini royna seg í kvøld, men í báðum førum er talan um dystir móti tveimum av botnlið- num. Føroyameistararnir av Strondum skulu eystur um fjørðin at dystast móti Tjaldrinum, og lítið er at ivast í, at StÍF eru stórfa- vorittar at vinna dystin. Eins stórir favorittar mun- nu vestmenningar eisini vera, tá teir skulu royna seg móti grannunum úr Koll- afirði. Talan verður sostatt um fýra lokaluppgerðir í kvøld, men hóast tað vanliga verð- ur tikið til, at alt kann henda í slíkum dystum, so loyva vit okkum at gita, at spenn- ingurin ikki verður serliga stórur í tveimum teirra. Fýra dystir verða leiktir í hondbóltslandskappingini hjá kvinnum og monnum í kvøld, og sermerkt fyri allar teirra er, at talan alla staðni er um lokaluppgerðir. Størsti spenningurin man tó vera um úrslitið, tá havnarliðini bæði hittast hjá báðum kynum Støðan undan dystunum í kvøld 1. deild kvinnur 1. deild menn Kenneth vann Moto-cross: 15 ára gamli gøtudrongurin, Kenneth Danielsen, vann um vikuskiftið fyrstu kappkoyringina hetta kappingarárið JÁKUP MØRK Sum nevnt fyrr í Ítrótta- Sosialinum, so flutti Kenneth Danielsen und- an hesum kappingarári- num upp 125 flokkin, eft- ir at hann áðrenn hetta hevði roynt seg á teim- um súkklunum, sum hava ein 80 rúmsentimetra stóran motor. Ikki kann sigast annað enn, at Kenneth fekk eina stak góða byrjan upp á árið, tí longu í fyrstu koyring síni hetta árið, eydnaðist honum at ger- ast nummar 1. Koyrt varð í tveimum umførum, ella heatum. Fyrsta umfarið megnaði hann at vinna seg av ein- um áttanda plássi upp á triðja pláss, og seinna umfarið gekst enn betur. Tá hevði hann eina byr- junastøðu á fimta plássi, og megnaði so líðandi at vinna seg upp á fremsta plássið. Tá alt var lagt saman, var ungi gøtudrongurin sostatt á fyrsta plássi. Sann- iliga eitt gott úrslit, tí umframt at hetta er fyrsta koyring hansara í flokki- num, telist Kenneth eisini millum yngstu koyrararnar í flokkinum Venjari hjá Kenneth er navnframi danin, Jesper K. Jørgensen, sum áður hevur verið evropameist- ari í 250 flokkinum, so lítið er at ivast í, at før- oyingurin er í góðum hondum. Kenneth Danielsen gjørdi ikki mætari enn at vinna fyrstu kappkoyringina hetta árið Sunnudagin 5. mars verður tann árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki í ítrótt- arhøllini á Hálsi. Tilsamans tíggju lið úr fýra fimleika- feløgum luttaka í teimum fýra aldursbólkunum pink- ur, smágentur, gentur og kvinnur. Fimleikafeløgini, ið eru við, eru Støkk, HF, Ljósið og Fok. Harumframt verða gestalið við úr HF, Støkk og Ljósinum. Hjá pinkum eru fýra lið, sum skulu kappast móti hvørjum øðrum. Í kapping- ini hjá smágentum luttaka trý lið og hjá gentum skulu tvey lið kappast. Bert eitt lið er við í kappingini hjá kvinnum í ár, og tískil er talan ikki um kapping, men tær fáa tó eina støðismetan. Pinkur kappast bert við eini seriu, meðan smágent- ur, gentur og kvinnur gera eina fría seriu og eina við amboði. Í ár hava smágent- ur hoppiband sum amboð, gentur gera fimleik við bólti og kvinnurnar nýta vimpul. Dømingin Tann føroyska stórkapping- in koyrir eftir somu reglum sum donsku Grand Prix- kappingarnar, men tó eru nakrar serligar viðtøkur bert galdandi í Føroyum. Til stórkappingina eru fýra dómarar, sum geva kar- akterir umframt tveir hø- vuðsdómarar. Í stuttum kann sigast, at dømt verður bæði tøkniligt, har serligur dentur verður lagdur á tor- leikastøðið, og listarligt, har mest verður hugt eftir ko- reografiini. Umframt føroy- sku dómararnar, verða eisini tveir danskir dómarar við í ár. Innmarsjurin verður klokk- an 15.00, og síðani verða kappingarnar í hesi raðfylg- ju: pinkur (frí íðkan), smá- gentur (frí íðkan), smágent- ur (amboð), gentur (frí íð- kan), gentur (amboð), kvinnur (frí íðkan) og kv- innur (amboð). Kappingin hjá pinkum og smágentum verður avgreidd við heið- ursmerkjahandan áðrenn gentur og kvinnur koma inn á gólvið. Kappingin verður væntandi liðug klokkan 18.00 sunnudagin. Stórkapping í fimleiki ÍtróttaSosialin kunnu tit sjálvandi eisini lesa á alnetinum: www.sosialurin.fo Nú kappingarárið er farið at halla, byrja fyrstu føroya- meistararnir eisini at koma undan kavi. Vanliga eru tað tey yngstu børnini, sum eru skjótast at avgreiða sínar kappingar, og soleiðis er eisini í ár. Kyndil vann Seinasta vikuskifti var fi- naluumfarið hjá dreingjum 10 ár leikt inni á Skála, og har eydnaðist tað Kyndli at vinna heitið sum fyrstu før- oyameistararnir í hesi øld- ini. Ikki kann sigast annað enn, árið hjá dreingjunum hevur hylnast væl. Áðrenn farið varð undir endaspælið, vóru liðini býtt í tríggjar bólkar, har tey bæði fremstu liðini komu víðari. Í hesum bólkum vann Kyndilsliðið allar sínar dystir, og heldur í finalu- bólkinum var nakað av mót- støðuliðnum, sum megnaði at standa teimum kurl. Á myndini síggjast dreingirnir so við gullmerk- junum um hálsin saman við venjara sínum, Lotte K. Sø- rensen, sum stendur fyri ungdómsvenjingini hjá fe- lagnum. AftastBergur Sólsker, Teitur Hofgaard, Pætur Jør- gensen og Lotte K. Søren- sen, venjari. Fremst frá vin- stru: Ivan Hofgaard, Andr- eas Poulsen, Tummas Pauli Joensen, Janus Jacobsen, Johan Ellingsgaard og Hans Ejdesgaard. ÍtróttaSosialurin ynskir leikarunum og venjaranum hjartaliga tillukku við FM- heitinum. Dreingirnir hjá Kyndli vunnu Finaluumfarið hjá dreingjum 10 ár varð leikt á Skála um vikuskiftið Brøndby vann kappingina hjá gentum 10-12 ár Kappingina hjá smágentunum vann HB Hjá gentum 14-17 ár vann B36 kappingina Manchester United vann í pinkulingadeildini Smápiltarnir hjá AB vunnu sín aldursbólk Í piltadeildini vann HB Føroyar vunnu kappingina hjá smádreingjum Í dreingjadeildini gjørdist Herfølge vinnari Nósa Cup Um vikuskiftið skipaði B36 fyri kapp- ing fyri yngru deildirnar Kappingin bar heitið Nósa- Cup, og sum navnið sigur, var tað Føroya Banki, ið var høvuðsstuðul fyri kapping- ini. Tilsaman høvdu eini 65 lið boðað frá luttøku, so tað var ein rúgva av dystum, sumskuldu fáast frá hond- ini, áðrenn endaligu vinn- ararnir vórðu funnir. Væl gekst tó at avgreiða dystirnar, og sum skilst, gekst hampuliga væl at halda ásettu tíðarfreistirnar. Nósa-Cup er ein aftur- vendandi kapping, sum B36 skipar fyri á hvørjum ári. Á síðuni síggjast myndir av vinnarunum í ymsu al- dursbólkunum.