Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 161 - 25. august 2008 Minnisveik Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Við vindeygað setur gamli sjómaðurin kikarin fyri eyguni og hyggur yvir móti Stangabrúnni. Sjálvt um nøkur ár eru síðani, hann gjørdist minnisveikur og bland kemur í bátanøvnini, veit hann hvønn dag at siga, hvussu tað gongst við land­ ingunum har yviri á Stong­ unum. Við góða útsýninum her frá Dagtilhaldinum fyri minnisveik á Búðatrøðni í Klaksvík er nevniliga lag á manni at eygleiða bátanar á vánni. Í sofuni yvirav eru tvær eldri kvinnur í ferð við at pakka stokkarnir saman. Hóast minnið er farið at bila, so feilar hugurin at binda og práta onki. Men nú er tíð at fara heim. Dagtilhaldið á Búðatrøðni í Klaksvík er nevniliga tað fyrsta og einasta av sínum slag í Norðoyggjum, íð bjóðar heimabúgvandi minnisveikum avlasting og professionella umsorgan í dagtímunum. Her kunnu minnisveik koma og takast við ymiskt ítrív, práta við onnur við somu sjúku ella bara hvíla. Stimbra sansirnir Leiðarin á Dagtilhaldinum, Annika Vágsheyg, greiðir frá, at uppgávan hjá starvs­ fólkunum er í fyrsta umfari at skapa karmar um ein innihaldsríkan og skipaðan gerandisdag hjá teimum minnisveiku ella gestunum, sum hon kallar tey. Innan karmarnar takast tey minnisveiku við tað, teimum dámar best. Nógvar av kvinnunum hava okkurt á stokkunum, meðan menn­ inir práta um útróður og dagsins avreiðingarlista ella fáa sær ein lúr. Serliga væl dámar teimum øllum tó, tá okkurt av starvsfólkunum setur seg at lesa við teimum um gamlar dagar. ­ Tá vakna minnini veru­ liga aftur, og prátið gongur lívliga um torvskurð og annað frá gomlum døgum. Ofta skal tað ikki serliga nógv til fyri at fáa ferð á tankarnar og minnini at daga fram aftur eina løtu, sigur leiðarin á dagtil­ haldinum. Hon greiðir frá, at ein týðandi liður í arbeiðinum við minnisveikum er at leiða tey fram á støður, sum stimbra sansirnir á ein hátt, sum fær tey at minnast aftur. Og tað kann vera alt frá at vaska upp til at vitja eitt fornminnissavn. ­ Tað vísir seg, at so skjótt tann minnisveiki stendur í støðuni, er tað munin lættari at vita, hvussu tey skulu gera ella at minnast aftur á hendingar, sigur hon og leggur afturat. ­ Vit royna minst møguligt at seta teimum beinleiðis spurningar, sum tey illa fáa svara. Í staðin royna vit at leiða tey inn á ymisk evni á ein hátt, so tey náturliga koma upp í prátið. Tá minnini vakna Einans hugnaliga løtan telur, tá heimabúgvandi minnisveik í Klaksvík hittast á Dagtilhaldinum á Búðatrøðni, har tey saman við starvsfólkunum og hvørjum øðrum fáa lív aftur í minnini eina løtu Ingrid Heinesen, heilsuatstøðingur, og Annika Vágsheyg, leiðari á Dagtilhaldinum á Búðatrøðni í Klaksvík, minna á, at við røttu hjálpini kunnu eldri minnisveik saktans fáa nógv góð ár afturat heima Mynd: Høgni Thomsen ” Eitt hugnaligt prát, ein góður drekkamuður, eitt smíl – alt er við til at gera løtuna góða. Og her er tað bara løtan, sum telur Ingrid Heinesen, heilsuatstøðingur Westward Ho á oljuráðstevnu Sum partur av ONS verður skipað fyri festivali á bryggjuni í Stavanger. Her fer m. a. Westward Ho at liggja – beint yvir av tjaldinum, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett upp. Tjaldið saman við sluppini fara at vera karmur um føroyska mentan, mat og tónleik. Harafturat skipa Tórshavnar Kommuna og Runavíkar Kommuna saman við fyritøkunum á landabásinum fyri móttøku umborð á Westward Ho mikudagin. Samlaða framsýningarøkið á ONS 2008 er 17.500 fermetrar í 10 hallum. Føroyski básurin er 60 fermetrar til støddar, og er hetta væl størri enn á ONS 2006. Í 2006 vitjaðu næstan 40.000 fólk framsýningina og fyriskipararnir aftanfyri framsýningina vænta, at framsýningin í ár verður enn størri. »Offshore Northern Seas« byrjar í morgin Aftur hesaferð hava Føroyar egnan landabás á ONS 2008. Stevnan er í døgunum 26. – 29. august. Tað eru Oljuvinnufelagið og SamVit, sum samskipa føroyska básin. Tær 15 fyri­ tøkurnar sum luttaka eru: Atlantic Airways, Atlantic Supply Base, Beras, Bitland, Faroe Petroleum, Faroe Ship, Føroya Tele, Keel Solution, Simprentis, Shefa, Skipasmiðjan, Supply Service, Virkisráðgeving, Runavíkar Havn og Tórshavnar Havn. Landsstýrismaðurin í tilfeingismálum, Torbjørn Jacobsen, verður eisini við á ferðini, saman við umboðum frá Jarðfeingi.