mánadagur 25. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 161 - 25. august 2008
Tosa við tann minnisveika
• Tosa ongantíð um men altíð við tann
minnisveika, tá hann ella hon er til staðar
• Halt eygnasamband, meðan tit práta – bíða
við at byrja prátið, til tann minnisveiki hevur
fangað tíni eygu
• Tosa seint, klárt og týðiliga og gáa eftir, um
hoyritólið er tendrað
Ver tolin
• Set helst ikki beinleiðis spurningar, sum
kunnu gera tann minnisveika ótryggan, tí hann
ikki fær svarað alt fyri eitt.
• Leið heldur prátið inn á okkurt evni við at
tit til dømis hyggja at gomlum myndum saman.
• Ber yvir við, at tann minnisveiki endurtekur
seg sjálvan – endurtøkurnar hanga oftast saman
við, at minnini daga fram í smáum brotum.
Ger dagbók
• Horvna tíðarkenslan ger, at tann minnisveiki
ofta ikki minnist, um nakar hevur verið á vitjan.
Ger eina dagbók, har tit saman skriva eitt sindur
um, hvat er hent gjøgnum dagin, og hvør hevur
verið inni á gólvinum
Vís kærleika
• Knípur tað at halda lív í prátinum, halt so
bara hondina hjá tí minnisveika í tíni eina løtu.
Tað kensluliga hevur stóran týdning fyri tann
minnisveika, og jú meir kærleika og tryggleika
tú kanst geva, jú betri verður samveran.
Skapa tryggleika
• Lat tann minnisveika hava eitt sindur av
pengum uppi á sær. Kenslan av ongar pengar at
hava skapar ótryggleika.
• Farið ein túr saman, um tann minnisveiki
brádliga heldur seg vera noyddan at fara eitt
ørindi í bankan, á posthúsið ella líkandi. Hóast
ørindið er óneyðugt nú, er ábyrgdarkenslan hjá
tí minnisveika ikki horvin.
Far uppá ein góðan máta
• Sig frá í góðari tíð, tá tú ert á veg avstað.
Endurtak tað nakrar ferðir og sig, nær tú kemur
aftur, so tit skiljast uppá ein góðan máta.
Kelda: ”Når åndsevnerne svigter”,
Komitéen for Sundhedsoplysning, 2007
Sjúkan hjá teimum
avvarðandi
Á Dagtilhaldinum á Búða
trøðni ivast tey ikki í, at
nýggja tilboðið er júst tað,
nógv minnisveik og teirra
avvarðandi í Norðoyggjum
leingið hava longst eftir.
Tað er týðiligt, at gest
irnir gleða seg til at koma
her hvønn morgun. Vit fáa
eisini javnan at vita frá
teirra avvarðandi, hvussu
nógv lættari dagurin heima
er vorðin, síðani tey byrjaðu
at koma her, sigur Annika
Vágsheyg.
Hon minnir á, at tað ikki
er av tilvild, at minnissvik
ofta verður kallað sjúkan
hjá teimum avvarðandi.
Ofta tora tey avvarðandi
illa at lata tann minnisveika
vera einsamallan heima, og
hava sum heild ampa av,
hvat tey kunnu finna uppá.
Tað er eisini ein stór
sorg fyri tey avvarðandi at
’missa’ makan ella foreldr
ini uppá hendan mátan, tí
tann minnisveiki broytist
ofta nógv og kennir onkun
tíð ikki síni nærmastu aftur.
Samstundis, sum tey av
varðandi syrgja yvir missin,
verða tey ofta noydd at
átaka sær leiklutin sum
foreldur hjá foreldrunum
ella makanum, og tað setir
nærum ómenniskjalig krøv
til tey, sigur hon.
Stórur tørvur
Leiðarin á Dagtilhaldinum
vísir á, at av tí at so fá tilboð
hava verið til minnisveik í
Føroyum, halda fólk oftast,
at ongin hjálp longur er at
fáa, tá sjúkan hevur rakt
familjuna.
Tí er tað eisini so ómeta
liga
svárt
hjá
teimum
avvarðandi yvirhøvur at
seta orð á sjúkuna, um tey
harvið eisini mugu sleppa
vónini um at fáa hjálp. Av tí
sama royna tey ofta heldur
bara at klára støðuna sum
frægast heima, sigur Annika
Vágsheyg.
Men mark er er fyri,
hvussu langt orkan hjá
teimum avvarðandi røkkur.
Og á Dagtilhaldinum á
Búðatrøðini hava tey hoyrt
nógv av teimum avvarðandi
greiða frá, hvussu familjan
var um at hokna av ampa
og ráðaloysi.
Vit vita, at tørvurin á
einum tilboði til heima
búgvandi
minnisveik
er
stórur, og at hann uttan iva
verður vaksandi. Ein stórur
partur av teimum minnis
veiku eru nevniliga so
mikið væl fyri likamliga, at
tey ikki hava brúk fyri at
fara á ellis ella røktarheim.
Við eitt sindur av avlasting
og professionellari umsorg
an í dagtímunum, kunnu
tey saktans fáa nógv góð ár
afturat heima, sigur leiðarin
á dagtilhaldinum.
At tey minnisveiku kunnu
verða
búgvandi
heima
hjálpir eisini til, at tey
kunnu varðveita sín sam
leika sum longst. Tí sum
Annika Vágsheyg sigur
Tað er jú ikki tað sama
at vitja ommu á einum
ellisheimi sum heima í
hennara egna køki, har hon
hevur sín kenda leiklut og
tekst við tað, hon plagar.
Tí leggja tey á Dag
tilhaldinum eisini stóran
dent á, at lata tey minnis
veiku takast við slíkt, sum
fellur teimum heimligt og
natúrligt.
Onkur
hjálpir
kanska við at baka bollar,
onkur annar setur seg at
lesa bløðini, meðan summi
kanska fara ein túr oman á
keiina ella í býin at keypa
inn saman við einum av
starvsfólkunum.
Einans løtan telur
Hóast minnissvik ikki kann
lekjast,
so
kann
rætta
hjálpin gera tað munandi
lættari at liva við sjúkuni.
Tí sjálvt um minnið svíkir,
ber væl til at fáa ein
innihaldsríkan gerandisdag.
Tað verður bara eitt annað
slag av innihaldi, staðfestir
Ingrid
Heinesen,
sum
starvast sum heilsuatstøð
ingur á dagtilhaldinum.
Tað er ikki vist, at tey
sum koma her, minnast,
hvat vit gjørdu í gjár, ella
hvørjar ætlaninar eru fyri í
morgin. Men tað ger onki,
tí her er tað bara løtan, sum
telur. Eitt hugnaligt prát,
ein góður drekkamuður, ein
stuttlig søga, eitt smíl – alt
er við til at gera løtuna
góða, og meir krevja vit
ikki av teimum, sigur Ingrid
Heinesen.
Hon leggur afturat, at tað,
sum
ofta
plágar
tey
minnisveiku
mest,
er
kenslan av, at tankarnir eru
berur ruðuleiki. Tí hevur
tað so ómetaliga nógv at
siga, at umhvørvið kring
tey
kennist
trygt
og
friðarligt, har eitt nú larmur
og útvarpstól ikki áhaldandi
órógva.
Um tey hava brúk fyri at
vera fyri seg sjálvan eina
løtu ella fáa sær ein lúr,
hava vit eitt rúm við góðum
hvílistólum til tað sama.
Her fær alt tað tíð, tað skal
hava, og so vítt gjørligt lata
vit dagin fylgja teirra egnu
rútmun, sigur Ingrid Heine
sen, men leggur afturat, at
onkrir fastir tættir eru
kortini.
Eitt nú er fimleikur á
skránni hvønn fyrrapart,
eins og máltíðirnar koma á
borðið til vanligar tíðir. At
skipa dagin í ávísan mun
hevur týdning, tí ein av
trupulleikunum hjá minnis
veikum er netupp, at nátt og
dagur hava lyndi til at flóta
saman, og tað skapar altíð
mistrivnað í longdini.
Heil menniskju
Tað eru nú níggju mánaðir
síðani Dagtilhaldið á Búða
trøðni lat upp, og tey sum
koma her, eru mest at líkna
við húsfólk. Starvsfólkini
eru komin at kenna teirra
lívssøgur og kunnu tí fylgja
við, tá tey siga frá tí, sum
hendir í lívinum hjá teimum
heima. Eisini er pláss altíð
fyri, at teirra avvarðandi
støkka inn á gólvið til eitt
prát um, hvussu tað gongur.
Sambandið við tey
avvarðandi hevur sera nógv
at siga, tí tað eru jú tey, sum
eru um tey minnisveiku, tá
dagurin her er av. Hóast tey
eru her hjá okkum um
dagarnar, síggja vit tey ikki
sum sjúklingar sumso, men
sum heil menniskju, ið vit
eru góð við. Og sum vit
gleða okkum til at síggja
aftur, tí sjálvt um minnið er
farið at bila, hava hesi
gomlu so ótrúliga nógv
at geva av – bara tú gevur
tær stundir til tey, sigur
Annika Vágsheyg, sum sær
fyri sær, at slík Dagtilhald
verða ein týðandi partur av
framtíðar
eldrarøkt
í
Føroyum.
Alt bendir nevniliga á, at
slík tilboð um hjálp til
heimabúgvandi minnisveik
eisini eru við til at útseta
dagin, tá tað kanska verður
neyðugt at fara á ellis ella
røktarheim.
Dagtilhaldið á Búðatrøðni
Dagtilhaldið á Búðatrøðni er ætlað heimabúgvandi minnis-
veikum í Norðoyggjum, sum hava fingið staðfest sjúkuna.
Á Dagtilhaldinum fáa tey minnisveiku møguleika at vera
saman við øðrum, sum eru í somu støðu, og gera ymiskt, ið
hugur er til.
Møguleiki er at gera fimleik, mat, spæla onkur spøl, hondar-
beiði, lesa bløðini, hvíla og ymiskt annað.
Eisini ber til bara at koma og lurta, práta og vera saman við
hinum uttan at taka lut í aktivitetunum.
Borðreitt verður við morgunmati, døgurða og kaffi
Á Dagtilhaldinum starvast trý fólk:
Annika Vágsheyg, leiðari og sjúkrarøktarfrøðingur
Ingrid Heinesen, heilsuatstøðingur
Jutta Hansen, hondarbeiðslærarinna
Til ber at seta seg í samband við Dagtilhaldið
á Búðatrøðni á telefon 22 30 08.
Opið er allar gerandisdagar frá 9 til 17
FAKTA
Góð ráð, tá tú
ert saman við
minnisveikum
”
Tað er jú ikki
tað sama at vitja
ommu á einum
ellisheimi sum
heima í hennara
egna køki, har
hon gongur og
tekst við tað, hon
plagar
Annika Vágheyg, leiðari
á Dagtilhaldinum á
Búðatrøðni
Sangportalur á alnetinum
Nú hava føroyingar eisini fingið ein SANGportal á alnetinum. Talan er
um heimasíðuna http://sang.fo. SANGportalurin skal við tíðini inni
halda allan tann føroyska sang og sálmaskattin í breiðastu merking
umframt løgini, sum hesir sangir brúka bæði sum nótar og ljóðfílir.
Eisini er møguligt hjá fólki sjálvum at leggja tilfar inn í savnið, sum
hevur addressuna http://sang.fo