mánadagur 25. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 161 - 25. august 2008
SamferðSla
Orð&mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mikladalur: - Eg eri fult
greiður yvir, at vit fáa ong-
an undirsjóvartunnil enn á
sinni. Men hetta er eitt mál,
sum vit í øllum førum
kunnu tjakast um, sigur
mikladalsmaðurin
ið
er
maskinmeistari av yrki.
Christian Andreasen sat í
síni tíð í bygdaráðnum í
Mikladali, og er í dag limur
í serstøku Mikladalsnevnd-
ini, eftir at bygdin varð løgd
saman
við
Klaksvíkar
kommunu.
Eitt av hansara hjartamál-
um er at tryggja oyggjar-
fólkinum gott og regluligt
samband við meginøkið.
Hetta hevur hann ikki bert
tosað um, men hevur eisini
skrivað eitt bræv til komm-
ununa um eina endaliga
loysn til samferðsluna um
Kalsoyarfjørð.
Hugskot hansara er at
útseta bygging av nýggjum
skipi og í staðin stovna ein
grunn við stovnsfæi, sum
skal hava til endamáls at bora
ein tunnil, til dømis úr Knúts-
dali ella Syðradali á Kals-
oynni og yvir á Bumshamar í
Klaksvík.
Skriv hansara er nærmast
at meta sum eitt upplegg til
eitt tjak um samferðsluvið-
urskiftini til og úr oynni. Tí
hvørki hann ella nakar ann-
ar veit til fulnar enn, hvussu
langur ein slíkur kann
verða, hvat hann kemur at
kosta – og ikki minst, nær
koyrandi
verður
undir
Kalsoyarfjørð.
Christian Andreasen hev-
ur í øllum førum sagt sína
hugsan. Spurningurin er
nú, um eitt konstruktivt tjak
fæst í lag um hetta málið.
Gott skip
Í mong ár hevur Barsskor
annars røkt farleiðina mill-
um Klaksvík og Kalsoynna.
Hóast skipið var gamalt,
var hetta kortini álitið hjá
fólkinum í oynni um tey ætl-
aðu sær inn á meginøkið.
Tað var tí ein stórur bati
hjá Christiani og øllum hin-
um í oynni, tá strandferðslan
fyri nøkrum árum síðani
setti SAM í sigling millum
Klaksvík og Syðradal.
Við hesum batanum kundu
fólk fara fleiri ferðir um dag-
in til og úr Klaksvík. Ferða-
ætlanin varð haraftrat løgd
soleiðis til rættis, at møgu-
leiki var at búgva á Kals-
oynni og arbeiða ella luttaka
í ymiskum frítíðarítrivum í
Klaksvík um kvøldið.
Kalsoyingar eru kortini
so bjartskygdir – og realist-
iskir! – at teir duga væl at
síggja, at tann besta loysnin
fyri teir er at fáa ein tunnil
millum Borðoynna og Kals-
oynna.
Ein av talsmonnunum
fyri hesi ætlanini er Christi-
an Andreasen, sum fyri
sløkum ári síðani sendi
skriv um hetta málið til
Klaksvíkar kommunu at
arbeiða víðari við.
Ætlanin hansara gongur í
stuttum út uppá loysn av
tveimum viðurskiftum: Í
fyrsta lagi, at hava SAM
siglandi í eina tíð aftrat. Og
í øðrum lagi at seta pening í
ein grunn, til tess at fíggja
ætlaða undirsjóvartunnilin.
- Vit eru púra sannførd
um, at SAM er eitt gott
skip. Skipið er stabilt, kann
taka bilar og hevur verið ser-
stakliga regulerur á rutuni.
Tað er henda regularitetin,
sum vit ikki á nakran hátt
ynskja at missa.
- Men okkara hægsta
ynski er kortini tað, at fáa
eina varandi loysn innan
samferðsluna, sigur mikla-
dalsmaðurin.
At liva við
Fólk eru fult greið yvir, at
SAM sum varð bygdur í
1975 fer skjótt at fella fyri
aldursmarkinum.
Tey eru eins greið yvir, at
tann komandi ferjan verður
av heilt øðrum slagi enn
SAM: Loyvt verður ikki í
framtíðini at hava ferða-
fólkini sitandi undir bildekk-
inum, og hetta kravið fer
eisini at verða galdandi á
Kalsoyarleiðini.
- Henda nýggja ferjan
verður tí bæði størri, og utt-
an iva eisini hægri enn
SAM. Og hetta fer at skapa
trupulleikar, tá leggjast skal
at við ferjuleguna í Syðra-
dali.
- Hetta skipið verður
nógv viðbreknari í siglingini
enn SAM, tí tað fer at taka
so nógvan vind á seg, sigur
Christian Andreasen.
Eitt úrslit av hesum verð-
ur, at vandi er fyri fleiri
avlýsingum á vetrartíð, tá
vindur, sjóvarfall og myrkur
gera um seg.
Júst avlýsingar eru eitt,
sum fólkið tíbetur ikki hava
verið von við: SAM er so
mikið lágur, at tá hann fyrst
er komin inn um grótkastið,
so verjir tað fyri vindi og
hann kann lættliga leggja til
bryggju.
Hinvegin er SAM eitt
opið skip, soleiðis at bilar-
nir, í ringum líkindum, fáa
sjórok omanyvir seg. Men,
sum Christian Andreasen
tekur til:
- Tað er til at liva við, um
ein ístaðin kundi sæð fram
til eina varandi loysn – ein
undirsjóvartunnil!
Oyggin hevði blómað við e
Ferja ella tunnil til Kalsoy
Fyri mong ljóðar tað kanska sum ein ørvitisætlan at fara undir enn ein undirsjóv-
artunnil í Føroyum, og so til eitt øki við einans 123 íbúgvum. Christian vísir tó
á, at hesin nýggi og komandi Kalsoyartunnilin hevur verið uppi og vent, og at
eitt uppskot um ein slíkan tunnil eisini hevur verið á borðinum hjá Landsverki,
tá málið um Norðoyatunnilin varð viðgjørt. Ein hugsan var tá, at ein átti at gjørt
ein avstikkara til Kalsoynna, soleiðis at oyggin kundi verið knýtt upp í
meginøkið. Henda ætlanin gjørdist kortini ikki til veruleika. - Tað hevði verið
nokkso stuttligt, um ein tók hesa ætlanina fram aftur fyri at kanna, hvat hon
hevði kostað, í mun til at skula skifta strandfaraskipið út, sigur Christian
Andreasen. Hann vísir somuleiðis á, at Magni Laksáfoss var inni á eini líknandi
loysn í sambandi við Suðuroyarleiðina, tá hann sat sum fíggjarmálaráðharri.
Positiv ætlan fyri
Kalsoy
Eftir at Christian Andreasen skrivaði brævið í fyri sløkum
ári síðani hevur hann fingið fleiri afturboðanir frá fólki,
sum eru positivt sinnað fyri hesi ætlanini. - Tey siga, eins
og eg, at vit áttu at havt SAM í sigling í nøkur ár aftrat.
Tí eg trúgvi, at nógv tey flestu vildu heldur behildið
SAM enn at fingið eitt nýtt skip fyri einhvønn prís.
Nýggj skip í dag eru kostnaðarmikil at byggja og dýr at
reka. Harumframt krevja tey viðlíkahald – og oljuprísirnir
fara neyvan at lækka í framtíðini!
Kalsoyingar eru ikki júst teir, ið skulu klaga um mangulin uppá tunlar. Teir
fimm tunlarnir hava skapt lív og framtíð í bygdunum, men skal ein tosa um
ta ultimativu loysnina, er fast samband til Klaksvíkar tað einasta rætta. – Ein
slíkur undirsjóvartunnil hevði verið til gagns fyri allar kalsoyingar, sigur
mikladalsmaðurin, Christian Andreasen
Ein tunnil um Kalsoyarfjørð - úr Syðradali og yvir á
Bumshamar - verður neyvan boraður í dag ella í morgin. Men
fyri Christian Andreasen í Mikladali er hetta ein avgjørd treyt
fyri framhaldandi menning í oynni