Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 161 - 25. august 2008 inum undirsjóvartunli Barnavinarlig Kalsoyggj Í heimbygdini hjá Christiani Andreasen – Mikladalur – er stak gott byggilendi. Fyri fólki í bygdini er eingin ivi um, at hetta er eitt sera barnavinarligt umráði, sum hevur stórar møguleikar í framtíðini. Her kundi ein slíkur undirsjóvar­ tunnil havt sín avgjørda leiklut: Oyggin hevði blómað, góðir møguleikar kundu verðið fyri ferðavinnu um summarið. Ella sum Christian Andreasen sigur tað: ­ Eg kann sita í køks­ vindeyganum og síggja lundan flúgva í ring í bakkanum niðanfyri bygdina. Tað sær ein ikki allastaðni! - Púra Rætt, Christian Eftir at mikladalsmaðurin, Christian Andreasen hevði sent skrivið til Klaksvíkar kommunu, segði borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen soleiðis við Sosialin: ­ Tað var harmiligt, at ein ikki gekk gjørt tunnilin til Kalsoynna beinanvegin (altso í samband við Norðoyatunnilin, blðm.). Hetta hevði verið nógv lagaligari, tí kalsoyingar kundu soleiðis havt fast samband hvønn einasta dag. ­ Eg veit væl, at ein slíkur tunnil er ein stór íløga. Men í seinna enda krevur hann ikki eins nógv viðlíkahald sum ein ferja og ein ferjulega, segði Steinbjørn O. Jacobsen í síni viðmerking. Tol krevst Tá Christian Andreasen í september mánaði í fjør setti seg niður at orða hetta skrivið til Klaksvík­ ar kommunu, hevði hann somuleiðis eitt uppskot um, hvussu ein kundi fíggja ein slíkan undir­ sjóvartunnil: At ein ístaðin nýtir ein part av kostnaðinum til eitt nýtt skip sum stovns­ fæ til hesa stóru verkætl­ anina, sum kann verða framd einaferð í fram­ tíðini. Hann dugir væl at síggja, at ein slíkur tunnil verður hvørki boraður í dag ella í morgin. Men hansara ynskið er at fáa í lag eitt tjak um henda spurningin. ­ Tað er heilt víst, at var koyrandi higar gjøg­ num tunnil, so hevði oyggin blómað og vit høvdu sæð nógv fleiri ferðafólk herúti. Tað eru nevniliga ikki øll sum tíma at sigla, staðfestir hann. Sum skilst er SAM helst tað strandfaraskipið sum oftast er fullsett av bilum. So okkurt týður uppá, at tað var ein røtt avgerð at seta skipið inn í siglingina á Kalsoyar­ leiðini. Ella sum Christian sjálvur tekur til: ­ Vit hoyra onkutíð sagt, at um Smyril er fullsettur, so er hann ov lítil. Men eitt skip sum ongatíð er fullsett, er altíð ov stórt, ­ ikki sannheit: Er tað ongatíð ov lítið, er tað altíð ov stórt. ­ Hetta sama kenna vit væl til. Serliga sum summarið kemur tað meiri enn so fyri, at allir bilarnir ikki sleppa við SAM, staðfestir hann. ” Tað er heilt víst, at var koyrandi higar gjøgnum tunnil, so hevði oyggin blómað og vit høvdu sæð nógv fleiri ferðafólk herúti ” Vit hoyra onkutíð sagt, at um Smyril er fullsettur, so er hann ov lítil. Men eitt skip sum ongatíð er fullsett, er altíð ov stórt ” Vit eru púra sannførd um, at SAM er eitt gott skip. Skipið er stabilt, kann taka bilar og hevur verið serstakliga regulerur á rutuni. Tað er henda regularitetin, sum vit ikki á nakran hátt ynskja at missa - Ein undirsjóvartunnil millum Kalsoynna og Borðoynna (í baksýni) hevði verið til stórt gagn fyri okkum í Kalsoynni, sigur Christian Andreasen í Mikladali