mánadagur 25. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 25. august 2008
13
Tú hevði verið mentamála
ráðharri í stutta tíð, tá ið tú
fekst at vita, at ov nógv var
brúkt av kontuni til “ser
námsfrøðiliga hjálp”. Men
tú bað bara um eykajáttan
og fekst hana uttan nakað
hóvasták, tí tú vart so hepp
in, at tú visti einki um
hetta. Eingin á tingi spurdi
um nøvn, og eingin spurdi
um ábyrgd, hóast onkur í
útvarpinum nærkaðist
hesum.
“Eingi nøvn!” hugsar tú;
og kortini er tað júst tað,
hetta brævið snýr seg um –
nøvn og ábyrgd (ella eingi
nøvn og onga ábyrgd?).
Tí, tú segði so skilliga í
útvarpinum, at tú ikki ætl
aði tær at siga, hvør ið
hevði ábyrgdina av, at ov
nógvur peningur var brúkt
ur. Men tú segði eisini nokk
so óskilliga, um tú ætlaði at
finna tann ella tey seku.
Og tað er her, eg ætli at
blanda meg uppí.
Tí, Kristina! Jógvan,
undanmaður tín í stólinum,
gjørdi av at spæla við
nøkrum opnum kortum.
Men hann kom ikki longur
enn at vísa 9ini og lærarar
teirra. Hetta gjørdi hann
við pisakanning og at kalla
pressuna saman og biðja
hana fara út á gøtuhornini
at rópa úrslitini.
Pisakanningin segði, at
næmingarnir í 9. flokkun
um eru umleið teir ódugna
ligastu av øllum.
Men ongantíð bað Jógv
an um at kanna t.d. hesar
neyðugu fortreytir fyri
einum góðum fólkaskúla:
Pengar, játtaðir av landi
og kommunum
•Føroya Læraraskúli
•Embætisfólk tíni í
mentamálaráðnum
•Leiðslurnar í fólkaskúlanum
•Skúlabygningar
•Amboð at undirvísa við
•Tilfar at undirvísa við so
sum bøkur á móðurmálinum
•Sálar og aðrir frøðingar
Hvussu munnu okkara
fortreytir at reka fólkaskúla
vera, um vit bera tær sam
an við londini, sum luttaka
í pisakanningum?
Pisakanningarnar framdi
Jógvan. Men hann náddi
ikki longur enn at siga, at
royndir eisini skuldu vera í
4. og 6. flokkunum, og at
úrslitini skuldu berast út á
gøtuna.
Lýðin Jógvani, hevur tú,
Kristina, skipað fyri roynd
unum í 4. og 6. flokkunum.
Sjálvur var eg tá lærari í
støddfrøði í tveimum 4.
flokkum í Eysturskúlanum,
og um skamma stund – í
september mánaði? – fert
tú at biðja embætisfólk tíni
at rópa, so tað gellur ímill
um húsaveggirnar um alt
landið, at eg eri ikki nóg
góður lærari, og at fittu
næmingar mínir hava lært
ov lítið. Og so er tað, Kris
tina, at eg næstan sjálvandi
spyrji, hví eg og næmingar
nir; men ikki hon/hann ella
tey, sum skipaðu soleiðis
fyri, at ov nógvur peningur
var brúktur – hví ikki teirra
nøvn?
Fleiri av tínum nærmastu
embætisfólkum hava verið
lærarar í fólkaskúlanum:
Olavus, Jenny, Janus og
Emmy.
Ein teirra sigur í Skúla
blaðnum fyri stuttum, at í
Eysturskúlanum verður
undirvíst í tí nýmótans
námsfrøðini, sum verður
nevnd “teir mongu
førleikarnir”.
Tað er satt, at stjórin í
Eysturskúlanum onkuntíð
hevur tikið hesa námsfrøði
fram. Ja, onkur vildi kanska
sagt, at hann av og á veru
liga hevur roynt at blást
hana upp og rent mjølið
tann vegin, at vit lærarar í
Eysturskúlanum skuldu
undirvísa eftir “teimum
mongu førleikunum”. Men
Kristina. Sakin er tann, at
eg undirvísi slettis ikki eftir
hesari námsfrøði; og hóast
eg havi spurt nokk so dúg
liga, so hevur ikki hepnast
mær at finna nakran lærara
í Eysturskúlanum, sum
sigur seg vera í námindi av
hesum leiðum... Men hesin
fulltrúi tín sigur seg vita, og
sjálvandi veit hann – tað er
eisini tí, hann er førur fyri
at verða tær góður í ráðum.
Fari tí at spyrja teg: 1. Er
tað sætt, at stjórin hevur –
og eg endurgevi fulltrúan –
“sett í verk undivísingarligu
meginreglurnar við teimum
sjey førleikunum/intelli
genser” í Eysturskúlanum?
2. Hvør hevur sagt MMR,
at hetta er sett í verk í
Eysturskúlanum?
Nú hugsar tú kanska, at
eg skal ikki skriva um
navngivnar fulltrúar – tí
hóast 4 eru nevndir, so er
rættiliga lætt at finna hann,
sum eg havi skrivað um –
ella stjóran, hóast hann
slettis ikki verður nevndur
við navni. Tað er ikki so
grúiliga langt í frá, at eg
eri samdur í hesum.
Men kortini er tað júst
hetta MMR ger í pisa og
kanningunum av 4. og 6.
flokkunum. Nøvn verða
ikki nevnd; men tað er
kortini lætt at seta navnið á
rætta lærara á fleiri av
úrslitunum. Bæði í pisa
kanningunum, har úrslitini
eru kunngjørd, og eisini í
teimum, har úrslitini fara
at fyriliggja í september.
T.d. í Eysturskúlanum. Her
eru tveir 4. flokkar, og eg
havi báðar flokkarnar í
støddfrøði. Hvussu næm
ingarnir í hesum báðum
flokkum hava klárað seg í
mun til aðrar flokkar/
skúlar, fara tit at kunngera
fyri almenninginum. Hví
fjalir tú ikki mítt navn eins
og tú fjalir nøvnini á
fultrúum tínum?
So ger tú, sum eg geri í
hesari grein: Skriva bara
nøkur nøvn og sig, at tað er
onkur av hesum, sum er
sekur í, at ov nógvur pening
ur var brúktur. Men minst
til, at fjala tann seka so illa,
at øll, sum vilja, skulu
megna at finna hann. Hetta
er jú starvsfólkapolitikkur
in, sum MMR rekur, tá ið
tað snýr seg um lærarar. Og
sum almennur “stovnur”
skal MMR fara líka við
øllum. Er tað ikki so?
Fari at venda eitt sindur
aftur til hasar pengarnar.
Onkur hevur so tikið
avgerðina at brúka ov
nógv; men peningurin var
ikki brúktur í ein dag ella í
eina viku. Nei, tað má hava
vart í nakrar mánaðir.
Varnaðist eingin alla hesa
tíð, at her gleið skeivan
vegin? Eru her eingi nøvn
at teska út í lotið?
Tá ið hesi tøl úr bók
haldinum høvdu smoygt
sær ímillum rivurnar á
eygunum á embætisfólkum
tínum, og onkur hevði
rembt sær, harka og sagt,
at her ruggaði ikki rætt,
nevndi tá eingin um ábyrgd
ina av hesum skeiva ruggi,
at hana áttu tit sjálvi? Var
tað heldur eingin av full
trúunum við rótum í fólka
skúlanum, sum søgdu tær,
at nú mátti tú fara varisliga
fram, og at tú mátti ikki
revsa næmingarnar, for
eldur teirra og kanska
lærararnar, fyri feilin, teir
sjálvir høvdu ábyrgdina
av? At tú mátti ikki fara
upp á fjallatindarnar at
spjaða ræðslu og angist
oman ígjøgnum líðirnar
um, at nú fóru færri pengar
at verða játtaðir til sernám
frøðiliga hjálp.
Søgdu hesi embætisfólki
tíni ikki, at tú heldur skuldi
leggja alla ábyrgd á herðar
nar á teimum sjálvum, og
at tú eyðmjúk skuldi fara
oman á sjóvarmálan við
teimum í hølunum og
spakmælt teska niðan í
grønu líðirnar, at tú viður
kendi feilirnar, embætis
fólk tíni høvdu gjørt, og at
tú skjótt fórt at siga
nøvnini á teimum seku.
Síðani skuldi tú fara í
Løgtingið við trupulleik
anum og ikki sørt hám
biðja um fleiri pengar.
Og, Kristina, um so
skuldi verið, at tú hevði
vitað um hendan feilin,
hevði tú tá ikki sjálv farið í
Løgtingið og sagt: “Feilurin
er mín! Takið høvur mítt;
men latið næmingarnar,
foreldur teirra og kanska
lærararnar fáa frið”? Er tað
ikki hetta, eg skal læra
næmingarnar? At taka
ábyrgd av egnum gerðum!
Hetta var tað.
Og nú siti eg við einum
smakki í munninum av, at
eg kanska verði ákærdur
fyri ikki at vera loyalur
ímóti harrakortunum –
stjóranum í Eysturskúlan
um og tær og tínum
embætisfólkum.
Til Kristinu, núverandi mentamálaráðharra
lærari í
Eysturskúlanum
Edvard OlsEn
Tann gongdin, ið hevur
verið í samgonguni og í
Løgtinginum seinasta
hálva árið er ótolandi og
óvirðilig. Síðani CHE
samgongan varð skipað og
samgonguskjalið undir
skrivað, hevur ruðuleiki
valda í løgtinginum, og satt
at siga hevur stjórn
landsins verið óarbeiðsfør.
Hetta merkir beinleiðis, at
Føroyar hava ligið tætt upp
at stjórnarloysi í nærum
hálvt ár, og er hetta uttan
fyri øll mørk.
Tað má sannast at sam
gongustevið hevur verið
sera vánaligt, og nógv er at
fýlast á.
Fyrst av øllum er tað út
av lagið vánaligt, at nógv
mál verða løgd fram fyri
tingið, uttan at Føroya fólk
er kunnað. Landstýrismenn
og løgtingsmenn eiga at
kunna tingið fyrst og
fremst og harafturat fólkið,
áðrenn týðandi mál og
kabinettspurningar verða
løgd fram.
At Føroya stjórn verður
løgd lamin av tunnilsmáli
num og fiskidagamálinum
líkist ongum. Hetta er
óvirðiligt og undir alt
lágmark. Vit áttu heldur
latið donsku stjórnina sett
Føroyar undir administra
tión enn at latið stjórnar
loysið hildið fram. Um ikki
annað, so hevði Føroya
fólk kunna følt seg trygt,
við at tað tá visti, at ein
stjórn var hóast alt.
Ódugnaligir og óbúnir
politikarir
Manglandi dugnasemi
hevur verið ein afturvend
andi trupulleiki í føroysk
um politikki. Men seinasta
hálva árið hevur verið sera
sjónligt, at fleiri óduganlig
ir og óbúnir politikarir sita
á valdinum í Føroyum.
Fyrsta dømið er málið
um Sandoyartunnilin. Við
tað at Gerhard Lognberg
áhaldandi setti so hart upp,
at eingin onnur loysn enn
2009 var til at góðtaka, og
var alt annað enn semju
søkjandi í hesum málinum,
vísur bara hvussu óbúgvin
politikari hann er. Sjálv
andi er tað rætt at standa
við sítt orð, men ein dugna
ligur politikari eigur eisini
at verða semjusøkjandi.
Tað sama geldur í máli
num um fiskidagar, har
bæði Torbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður í fiski
vinnu og tilfeingismálum,
og Heini O. Heinesen,
løgtingsmaður, bóru seg
býttisliga at. Tað er skeivt
av Torbirni Jacobsen og
samgonguni at skunda eitt
so týðandi mál ígjøgnum,
uttan at fólkið, fiskimenn,
reiðarar, flakakvinnur og
løgtingsmenn hava fingið
neyðugu kunningina. Tað
má ikki koma fyri at slík
mál, serliga tá tey verða
sett upp sum kabinettspurn
ingar, verða skundað
ígjøgnum.
Hesi bæði málini og tann
mátin tey hava verið við
gjørd, hava úrslitað í at ikki
minni enn tveir tinglimir
eru meir ella minni koyrdir
úr samgonguni, og hetta er
sera vánaligt av báðum
pørtum.
Finni samgongustevið og
aðalmálið
Nú samgongan heldur fram
sum minnilutastjórn við
Sjálvstýrisflokkinum sum
samstarvsflokki, er neyð
ugt at atburður og hugburð
ur hjá øllum løgtingslimum
og landsstýrisfólkum
broytist.
Týðandi tingmál og ting
mál yvirhøvur, eiga ikki at
verða skundað ígjøgnum.
Latið mál verða gjøgnum
førd, viðgjørd innanflokka,
í samgonguni og landsstýri
num, áðrenn tey verða løgd
fyri tingið. Harafturat
hevði verið ynskiligt, um
teir samfelagsbólkar, ið
týðandi mál hava ávirkan
á, verða neyvt kunnaðir um
ætlanir og innihald í ting
málinum, áðrenn hetta fer
til seinastu viðgerð.
Eisini mugu politikarar
nir royna at semjast betur
enn higartil. Higartil hevur
diplomati og rationell hugs
an verið ókent í løgtings
arbeiðinum. Aftur at tí sær
út til, at einki álit er mill
um tingmennirnar. Ross
ahandlar og persónligt agg
tingmanna millum gera, at
høvuðsendamálið hjá
løgtinginum – nevnliga at
gera tað, ið er best fyri alt
Føroya fólk – verður van
røkt. Hetta er at reyvrenna
fólkið, ið hevur víst løg
tingsmonnunum álit og
handa teimum valdið í
landinum.
Latið aðalmálið hjá
løgtinginum koma fram
um persónligt agg, og
roynið at semjast í øllum
førum. Latið harafturat
vera við at seta hart upp
ímóti hørðum, soleiðs at
landið legst lamið hvørja
einastu ferð, tingfólk eru
ósamd.
Vónandi verður hetta
hetta havt í huga, nú
minnilutastjórnin fer til
verka. Við verandi gongd
verður ógjørligt at halda
fram, og um verandi gongd
heldur fram, eigur løgmað
ur at lata upp fyri formans
rundu ella skriva út nýval
sum skjótast.
Vísið tí virðing fyri
fólkinum, sum hevur valt
tykkum á ting, og prógvið
tykkum nóg búnar og
dugnaligar til at sita við
valdinum í hesum fagra
landi.
Áheitan á Føroya Løgting
forkvinna
Vegna landsnevnd
Unga Tjóðveldsins
BarBara
HOlm
viðmerkingar