Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 161 - 25. august 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 26. august. Líradagur. Dagurin verður eisini róptur líramariumessa, men tað hevur ongan kristiligan ella kirkjuligan týdning; navnið hevur dagurin fingið bara av teimum mongu mariumessunum um heystið. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Anna Hermannsen fødd Rasmussen, úr Havn (Anna hjá Rasmussi á Háskúlanum) andaðist leygardagin 23. august, 89 ára gomul. Bønarhald verður á Tjarnargarði týsdagin 26. august kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju, mikudagin 27. august kl. 13.00. Vegna tey avvarðandi Ada og Herman Góða kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Kirstin Henriksen á Dul, Strondum f. 11. juli 1927 andaðist leygardagin 23. august 2008. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju mikudagin 27. august kl. 14.00. Familjunnar vegna Jeffrei Elin og Hervør Í dag, mánadagin 25. aug­ ust, fyllir Snorri Brend blað­ maður á Sosialinum, bú­sit­ andi í Hoyvík, 50 ár. Snorri er føddur í Reykja­ vík, men er uppvaksin í Havn. Hann er elstur av teimum fýra børnunum hjá Almu Brend og Halldór Jóhannsson. Snorri er giftur Thurid, f. Lassen, av Viðar­ eiði. Tey eiga døturnar: Dag­ unn, Rut og Noomi. Snorri hevur havt eina sera fjølbroytta lívsleið og hevur starvsroyndir á nógvum ymiskum økjum. Í 1977 tók hann HF­prógv í Hoydølum. Frá 1979 til 1981 arbeiddi hann sum blaðmaður á Oyggjatíðindum. Eftir at hava tikið prógv sum fjøl­ miðlanæmingur í Norra í 1982, arbeiddi hann sum blaðmaður á Dimmalætting til 1987, tá hann fór at lesa til pleygara. Hann var blaðmaður og layout­medarbeiðari á Trú­­ boðanum og hjá Heima­ missiónini í Føroyum frá 1991 til 1993, tá hann fekk starv sum pleygari á Deild 2 á Landssjú­krahú­sinum, har hann arbeiddi frá 1993 til 1997. Hetta árið fór hann aftur at arbeiða sum blað­ maður á Dimmalætting. Í 1999 flutti familjan til Noregs, har Snorri og Thur­ id gingu á bíbliuskú­la í eitt hálvt ár, síðan gekk leiðin til Fraklands, har tey gingu á málskú­la í eitt ár, áðrenn tey fóru til Mali í Vestur­ afrika, har tey arbeiddu sum trú­boðarar til 2004 ­ Snorri við ábyrgd fyri einum studio til framleiðslu av ú­tvarpssendingum á fulani­ málinum. Síðan hevur Snorri arbeitt sum blaðmaður á Sosialin­ um. Hansara høvuðsøki og stóri áhugi er at vitja bygdir og oyggjar kring landið, umframt at hann eisini hevur ábyrgd av átrú­naðar­ ligu tíðindunum. Snorri hevur eisini drú­gv­ ar royndir innan fyri sang­ og tónleikaarbeiði í Havn og aðrastaðni. Hann var urgu­ leikari við Havnar Kirkju í fleiri ár. Hann hevur sítt fasta pláss í Meinig­ heitshú­sinum í Havn, umframt at hann er klokkari og hevur sunnudagsskú­la í nýggju kirkjuni í Hoyvík. Vit á Sosialinum ynskja okkara góða starvsfelaga, sum er burturstaddur á føð­ ingardegnum, hjartaliga til­ lukku við 50 ára føðingar­ degnum. Heilsan Starvsfelagarnir Snorri Brend 50 ár Í døgunum 30.­31. august verður Trucker Festivalurin 2008 hildin í Klaksvík. Trucker Festivalurin hevur annars verið hildin í Runavík síðan 2003. Á skránni verða nógv ymisk tiltøk fyri bæði børn og vaksin. Í sambandi við Trucker Festivalin verður eitt inn­ legg í Sosialinum hósdagin 28. august við ymiskum til­ fari um lastbilar og festi­ valin. Bilradio á Rás2 hesa vik­ una kemur eisini at snú­gva seg um Trucker Festivalin. mg Leygardagin 23. august andaðist Kirstin Henrik­ sen, fyrrverandi lærari, á Strondum, 81 ára gomul. Kirstin var dóttir Louisu, f. Hansen, og Sof­ us Jensen, bæði av Strond­ um. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskú­la í 1950 og var lærari í Tórs­ havnar Kommunuskú­la skú­laárið 1950­51. Síðan var hon eitt skutt tíðar­ skeið lærari á Strondum og í Norðradali og á Syðra­ dali. Seinni var hon av og á vikarur á Strondum og á Spesialskú­lanum og Venj­ ingarskú­lanum í Havn. Kirstin var gift Jeffrei Henriksen ú­r Sørvági, sum eisini er fyrrverandi lærari. Tey bú­settust í Havn og fingu døturnar Elin og Hervør. Kirstin og Jeffrei hava seinastu árini bú­ð á Strond­ um. Kirstin Henriksen 11. juli 1927 – 23. august 2008 Trucker Festivalurin 2008