Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 161 - 25. august 2008 ] Eftir onga úrtøku í fýra royndum á útivølli eydnaðist tað at venda gongdini hjá EB/Streymi, sum í átta teimum seinastu umførunum verður seks ferðir á heimavølli Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað liggur til høgra beinið hjá EB/Streymi. Aðra staðfesting ber tað illa til at koma til, eftir at fyrsta umfarið í síðsta triðinginum av hesum kappingarárinum í gjár varð avgreitt. Tað hevur ikki verið sannførandi hjá oddaliðnum í summar. Tølini siga, at EB/Streymur hevur tapt á útivølli fýra ferðir upp í slag, og fyri einari viku síðani vístu vit í hesum teigi á, at tað var meiri soltna úrtøkan hjá kapping­ arneytunum heldur enn úrtøkan hjá oddaliðnum, sum var orsøk til, at EB/ Streymur framvegis var greitt oddalið. Hesa ferð var EB/ Streymur á Sandi. Toppliðið vann 2­1, og tað er eingin ivi um, at hetta var ein tann týdningarmiklasti sigurin á árinum hjá teimum í Sundalagnum. Fulla úrtøk­ an ber við sær, at tað fram­ vegis eru átta stig frá topp­ inum og aftur til B36, sum er næstfremst. Fyri tveimum árum síðani kiksaði tað orduliga hjá EB/Streymi fram ímóti kappingarenda. Møguleikin fyri endurtøku spøkir sjálv­ andi í huganum hjá bæði teimum í Sundalagnum og teimum, sum royna at hanga uppi í oddaliðnum. Men eftir sigurin á Sandi er tann møguleikin nógv svunnin. Tølini siga, at tað hevur hilnast væl betri á heima­ vølli hjá oddaliðnum, enn tað hevur gjørt á útivølli. EB/Streymur hevur spælt átta heimadystir, sum teir hava vunnið fulla úrtøku burturúr. EB/Streymur hevur verið ellivu ferðir á útivølli, og úrtøkan hevur bara verið seytjan stig. Eitt nú tí fýra útidystir á rað vórðu taptir, áðrenn EB/ Streymur í gjár vitjaði á Sandi, har tað fyrr í ár endaði 2­2. Átta umfør eru eftir av hesum kappingarárinum, og tað tykist vera reitt upp til fyrsta FM heitið hjá EB/ Streymi. Seks av hesum átta ferðunum skal odda­ liðið spæla á heimavølli, og sambært úrslitunum higartil í ár skuldi tað boðað frá góðum. Gomlu sigursharrarnir í skugganum Sandoyingar taptu tepurt ímóti EB/Streymi, og tað er lætt at skilja, at teir í B71 iðra seg. Sandoyingar eru framvegis undir niður­ flytingar strikuni, og harvið er tað framvegis stórt trýst á teimum. Avrikið og úrslitið hesa ferð vísti, at B71 hevur møguleika at bjóða øllum av, og tað kennist sum um, at tað býr meiri í liðnum, enn at tað skal flyta niður. Hjá Skála stendur tað uppaftur verri til. Tá ið skálamenn 14. september fara at vitja á Sandi verður talan um lagnuløtu. Tá hava skálamenn longu framm­ anundan havt vitjan av KÍ. Á sínum 104 ára føðingardegi hevði KÍ vitjan av HB. Nú eru tað nógv ár síðani, at hesi bæði feløgini vóru einaráðandi. Avrikið hesa ferð boðaði ikki frá meistaraspæli, og úrslitið var vónbrot fyri báðar partar. Nú ber ikki til at ímynda sær, at HB skal endurtaka bragdið, sum varð útinnt í fyrraárið, tá ið teir – við hjálp frá KÍ – tóku EB/Streym á málstrikuni. Og úrslitið flutti ikki KÍ so mikið úr botninum, at tað á nakran hátt er víst, at 105 ára føðingardagurin ikki skal haldast í næstbestu deildini! Fuglfirðingar og tofta­ menn eru eisini við í kapp­ ingini um at sleppa undan niðurflyting. Hjá NSÍ og Víkingi snýr tað seg um at røkka heiðursmerkjunum. Í løtuni tykist Víkingur vera besta boðið upp á avbjóðara til B36 – í kappingini um silvurmerkini. Tað skal ganga verri enn illa, um EB/Streymur ikki í átta heimadystum – og tá ið oddaliðið fer at vitja á Skála og í Runavík – fer at tryggja sær fyrsta FM heitið og fyrstu greipuna. Sunnudagin vendu teir á oddaliðnum sær ímóti keðiliga rákinum, sum teir hava verið í síðani eina ferð tíðliga í summar! Sundalagið vendi streyminum Við sigrinum á B71 staðfesti EB/Streymur sína oddastøðu. Og við at fáa fyrsta útisigurin í tveir mánaðir hildu teir eisini trýstinum frá B36, Víkingi, NSÍ og HB burtur Mynd: Sofus D. Johannesen Milan fekk Sheva Líka síðani Andriy Shevchenko fyri tveimum árum síðani skifti til Chelsea, hevur áhaldandi ljóðað, at áleyparin vildi sleppa aftur til Milan. Spælarin, sum á sinni varð kosin sum besti spælarin í Europa, hevur ikki trivist serliga væl í Chelsea, har hann í stóran mun hevur hitað beinkin fyri Didier Drogba. Í summar hava Milan og Chelsea tingast um áleyparan, men í vikuni varð sagt, at handil­ in varð av ongum, tí feløgini ikki kundu semjast um treytirnar fyri einum møguligum skifti. Leygarkvøldið varð tó staðfest, at feløg­ ini kortini kundu semjast, og so sleppur áleyparin, sum nú er 31 ára gamal, aftur til felagið, har hann í sjey ár vann sær status sum ein tann vandamesti áleyparin í heiminum. Bannaður fyri lívið Cubanski Angel Valodia Matos, sum vann OL­gull fyri átta árum síð­ ani, sleppur ongan tíð aftur at kappast Tað hevur altjóða taekwondo­ sambandið boðað frá eftir tilburðin í morgun, har Matos sparkaði dóm­ aran í øði um, at cubanski stríðsmaðurin varð dømdur at tapa. ­ Hetta er groft brot á andan í taekwondo og olympiska andanum. Og revsingin er hendan og galdandi frá hesi løtu: Lívlangt bann til venjaran og íðkarin til allar kappingar, sum verða skipaðar av altjóða taekwondo­sambandi­ num, sigur altjóða sambandið í tíðindaskrivi. Matos, sum berjist í 80 kg flokkinum, vann gull í Sydney fyri átta árum síðani. Í morgun bardist hann um bronsuna móti Arman Chilmanov úr Kasahkstan, tá svenki dómarin, Chakir Chelbat, dømdi Matos at tapa dystin. Sagt í 3. hálvleiki Ein partur av triðja hálvleiki á Rás2 eru SMS-boð frá lurtarunum. Í tann mun at tíðin røkkur, verða hesi boð lisin upp í sendingini. Og bestu SMS’ini verða eisini prentað í mánadagsútgávuni av Sosialinum. »Hòast Atli royndi at vìsa næstrakærleika vid sjàlvmàli, so var klassamunur i Fuglafyri« »Frálíkt víkingur .. ?, haldi fram við at vinna.« »Ki kvinnur eru suvurenar! Greipuvinnarar! Fm kom i hus i dag, vid einum 9­0 sigri a vb­sumba! Ein ordulig fødingardags gava til ki! Tillukku ki kvinnur,9 ferd a rad !« »Ki vìsti arbeids innsats og Dagfinn eitt avrik ì heimsflokki!:­) Takk, fyri ì dag Dagfinn!:­)« »Simun hansen gjørdi eitt sera flott màl i dag. Men kediligt at teir skuldi tapa dystin i dag móti Eb streym. Og mikkjal hentze spaldi mega gott heilsan ein b71 fjeppari« »Gott ki! Tad er bara at bliva vid at spæla aftur til malmannin, og guppa boltin fram. A harra gud also!« »E haldi at ìf skal skifta venjarin« »I dag kann man vera stoltur av at vera b36'ari! Hava ik marginalar vid okkum og vinna allikavæl :) super! Haldi à fram vid hasum :)« »Bláa Bylgjan vil her vid takka Red Lions fyri ballid í gjárskvøldid. Eitt super kvøld!« »Vìlja tit hava vinnarar à landslidi tak Vìkingar:)« »Verdins flottasta màl scora av verdins flottasta manni, sìmin hansen tù er allar best :­)« »Koyr Sigurdsson à landslidid ! Tra la la la la;­)«