Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 161 - 25. august 2008 ] Russland fekk ikki eitt bein til jørðina, tá olympiska finalan í kvinnuhondbólti var á skránni OL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Norsku kvinnurnar settu seg á dystin frá fyrsta bríksli, og longu eftir einum korteri høvdu tær bygt sær eina stóra leiðslu. Og hesa hildu tær fast um allan dystin. Tá Russland kom nærmast, minkaðu tær munin í seks mál, men spenningur kom ongan tíð í dystin, sum Noreg vann 34- 27. Talan var um søguligan sigur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Noreg hevur vunnið gull í liðítrótti í OL summarleikum, og hetta var fyrsta ferðin, at norski venjarin, Marit Breivik, vann OL gull. Hon hevur annars verið við til at vunn- ið tólv meistaragullmerkir í seytjan EM, HM og OL finalum. Marit Breivik hev- ur verið venjari hjá norska kvinnulandsliðnum síðani 1994. Í bronsudystinum vann Suðurkorea 33-27 á Ungarn. Bara fýra minuttir fyri leik- lok var støðan annars 27- 27, men so settu suðurkor- eansku kvinnurnar veruliga trumf á. Heldur enn at gera verjugarð um dómarayrkið, um ágangurin til tíðir er stórur, eigur Fótbóltssambandið at taka einastu røttu avleiðingina av hesum FótbóLtur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast fótbólturin eigur at vera og skal vera í fokus, so skerst ikki burtur, at dóm- arin í dystinum í Gundadali vann sær eitt heldur keðiligt pláss í fokus. Talan er ikki um fyrstu ferð, at hetta hendir, og tað er vert at bíta merki í, at tað so smátt er talan um sama domara, sum støðugt kemur í fokus. Takið avleiðingarnar Sum ítróttarskrivari er vandin fyri at fáa leikbann nokk ikki tann heilt stóri. Men uttan at fara niður um markið fyri fólkaligheit kann væl staðfestast, at talan tær báðar seinastu vikurnar hevur verið um avrik undir meðal hjá sama dómara. Og at talan í báðum førum hevur verið um hálv- gum løgnar brotssparks- dómar, sum hava havt av- gerandi ávirkan á úrslitið. Í Klaksvík kostaði hetta eisini leikbann til bæði liðskipara og venjara, tá hesir søgdu sína hugsan um dómaraavrikið, og fyrr í ár kostaði tað ÍF dýrt, tá til samans fýra karantenudagar komu burtur úr einum dysti. Har rokið veruliga byrjaði við einum innkasti! Sjálvandi skal vera mark fyri, hvat kann sigast við dómaran og um dømingina. Men heldur enn at sláa ring um dómaran, áttu FSF at tikið avleiðingarnar. Og her kundi ein verið, at við- komandi dómari fekk eina pausu, um ágangurin í eina tíð er ov harður. Dómara- eygleiðarar eru til hvønn dyst, og so ella so munnu hesir helst eisini stuðla fatanini, sum fólk flest hava av avrikunum, tó at ósam- svar helst eisini er av og á. Neyðugt við pausum Verður sammett við spæl- arar, so hevur ein venjari væl altíð til uppgávu at fáa maksimalt burtur úr til- farinum. Og er ein spælari, sum hevur eitt dykk í formkurvuni, so er avleið- ingin oftast, at hesin verður settur á beinkin ella á eykaliðið at spæla. Ikki sum revsing, men heldur sum ein háttur at endur- byggja spælaran. Og tað sama má væl vera galdandi fyri dómaran. Eins og spælararnir, so er talan her um menniskju, og tað vildi verið nærum ómenni- skjansligt, um dómarin ikki letur seg ávirka av ágang- inum, sum hevur verið sein- astu tíðina. Og tá er tað hvørki mennandi ella spenn- andi fyri dómaran, at hann longu komandi mikudag er settur til døma útidyst hjá Skála í Gundadali. Í Formula-deildini verður endaspurturin nú settur ígongd. Serliga í niðaru hálvu verður talan um nakrar dystir, har heilt nógv stendur upp á spæl hjá ymsu liðunum. Tí verður talan uttan iva um bæði tættar, intensar og kanska eisini harðligar uppgerðir. Fyri fótbóltin er tað av- gerandi, at dómararnir eisini eru so væl fyri, sum tað á nakran hátt ber til, til hesar uppgávur. Og tí eigur og skal FSF taka neyðugu atlitini. Eisini á dómara- økinum. Hvíld til dómaran Suverenar jentur Seinastu tíðina hevur ágangurin móti Rúna Gaardbo verið harður. Og tá er ein pausa til dómaran ofta besti heilivágurin Norskt gull í spjótkasti Andreas Thorkildsen var alla tíðina á odda, tá finalan í spjótkasti var á skránni sunnudagin. Við 90,57 metrum setti norski spjótkastarin nýtt olympiskt met. Samstundis endurvann hann gullið, sum hann fyri fyrstu ferð vann í Athen fyri fýra árum síðani. Gamla metið varð sett í 2000, og var tað pólverski Jan Zelyzni, sum átti hetta. Selyzni eigur tó framvegis heimsmetið. Hetta varð sett í 1996, tá hann kastaði spjótið imponerandi 98,48 metrar. Nummar tvey gjørdist litaviski Ainars Kovals, og finski Tero Pitkämäki vann bronsu.