Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 161 - 25. august 2008 ] Antic skal venja Serbia Tað verður Radomir Antic, sum fer at standa á odda fyri serbiska landsliðnum, tá hol verður sett á bólkaspælið til HM í 2010. Tann 6. oktober vitja føroyingar í Serbia, og tá skal nýsetti venjarin fyrstu ferð til próvtøku sum landsliðsvenjari. 59 ára gamli Radomir Antic hevur áður staðið á odda fyri sponsku Real Zaragoza, Real Madrid, Barcelona og Atletico Madrid. Danski 49’arin varðveitir gullið Eftir mikið stríð seinastu vikuna kunnu Jonas Warrer og Martin Kirketerp endiliga kalla seg olympiskar meistarar í 49-jolluni. Leygardagin gjørdi Altjóða ítróttardómstól- urin, CAS, av eftir ein seks tíma langan fund og tveir tím- ar votering at avvísa klaguna, sum annars kundið tikið gullheiðursmerkini frá Jonas Warrer og Martin Kirketerp, sum teir vunnu sunnudagin fyri viku síðani. Stuttligt at vera víkingur Andreas Lava Olsen hevur hetta kappingar- árið veruliga prógvað, at hann skal roknast millum teir bestu í landinum. Sunnudagin staðfesti hann sigurin móti ÍF, og tað vildi verið løgið, um hann ikki var í landsliðshópinum, sum varð tikin út, eftir at hesar reglur vórðu skriv- aðar. Meira enn hetta, so fegnast Andreas tó um, at tað gongst felagnum somikið væl í ár. - Vit vistu ikki reiði- liga, hvat mál vit skuldu seta okkum, tá árið byrj- aði. Vit vóru jú nógvir nýggir spælarar, og sum heild var kanska ógreitt, hvar vit flutu, sigur Andreas Lava Olsen. - Og kanska eru vit eitt sindur bilsnir av, hvussu væl tað hevur gingið seinastu nógvu umførini. Men tað hev- ur verið ótrúliga stutt- ligt. Ikki minst, tí vit hava ein so fantastiskan uppbakning á vøllinum. Eg rokni við, at vit eru tað liðið, sum fær størsta stuðulin frá áskoðarum, og tað ger tað sjálvandi enn stutt- ligari at vera á vøllinum, sigur hann. Og nú er veruliga líkt til, at tit fara eftir heið­ ursmerkjunum? - Ja, tað fara vit. Vit eru sera væl koyrandi í løtuni, og tí stimanum royna vit bara at halda fast um. Vinna vit so eisini móti B68 næstu- ferð, fer at síggja heilt spennandi út í so máta, sigur Andreas Lava Olsen. -mørk Víkingur er ikki at steðga í løtuni. Hesa ferð vóru teir aftan fyri í steðginum, men grannarnir úr ÍF máttu at enda geva seg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Víkingur skal leita leingi, um teir skulu finna seinasta tapið hjá liðnum. Fyrstu umførini av kappingini var tað bara aðru hvørja ferð, at nøkur úrtøka var til nýggja liðið, men spakuliga er skil komið á, og í løtuni er ikki løgið, um fólk óttast nýggju samanleggingina. Sunnudagin fekk Víking- ur enntá hevnd fyri tapið móti ÍF í Sarpugerði í næsta umfarinum. Eitt tap, sum uttan iva smakkaði illa í Gøtu og Leirvík, og tí mundi sigurin hesa ferð eisini kennast eyka søtur. Fyrstu trý korterini var annars ikki tað nógva, sum bendi á, at talan skuldi verða um sigur til gestirnar. Gaman í hevði Víkingur bóltin nógv, men tað var ikki tað heilt stóra bitið í álopspartinum. Tá lá mun- andi betur fyri hjá ÍF. Teir bíðaðu sum longst, og so varð ferð sett á í kvikum kontaspæli, og fleiri ferðir stóð nógv á hjá gestunum. Og tó at talan var um sjálvmál, sum Atli Greger- sen sendi í netið, so var leiðslan hjá fuglfirðingun- um væl og virðiliga uppi- borin, verður sagt. Og tað vildi ikki verið nakað forgjørt í, at heima- liðið var á odda undan steðginum, men stórspæl- andi Sølvi Vatnhamar vildi tað øðrvísi, tá hann stóð fyri upplegginum til málið, sum Zoltan Bukzegy sendi í netið dygst undan steðg- inum. Og tað var kanska hetta, sum fekk Víkingarnar at tenda. Í øllum førum vóru teir hamskiftir, tá seinni hálvleikur byrjaði. Alt fyri eitt vórðu fugl- firðingar trýstir aftur á vøll- in, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Hans Jørgen Djurhuus hevði lagt Víking á odda. Kanska var talan um mál av heldur hepnara slagnum, har horna- spark so ella so varð trýst í málið at enda. Men tað und- irstrikar eisini viljan, sum samanlagda liðið hevur við sær hvørja ferð, teir fara á vøllin. Og so var ongan tíð av álvara líkt til, at ÍF skuldi hótta. Seinastu løtuna fluttu teir Bartal Eliasen fram í álopið, og tað gav nøkur veldug op í verjupartinum. Og eftir eitt fyrimyndarligt kontraálop, har Víkingur við kvikum sendingum púr- asta útspældi ÍF-verjuna, kundi Andreas Lava Olsen staðfesta sigurin. Og tað er eingin ivi um, at lagið er í topp í Gøtum og í Leirvík. Góða úrtøkan seinastu nógvu umførini hevur av álvara flutt Víking fram í oddin av føroyskum fótbólti. Og tað er ikki av tilvild, at so er. Fyrst og fremst, so hevur Víkingur veruliga ment sítt egna konsept, og hesum fylgja spælararnir, líkamik- ið hvør mótstøðan er. Stríðs- viljin, sum altíð hevur eyð- kent GÍ, er væl og virðiliga komin við í nýggju saman- leggingina, og saman við góðu fótbóltsevnunum, sum eru á liðnum, hevur hetta veruliga fingið liðið at blóma. Andreas Lava Olsen hevur hetta árið tikið stórar yvirskriftir, og nú tykjast spælarar sum eitt nú Sølvi Vatnhamar og Sam Jacob- sen veruliga at blóma. Hjá ÍF hevur gongdin ver- ið júst tann øvuta. Fuglfirð- ingar byrjaðu annars árið við buldur og brak, men hóast teir eitt skifti tóktust fáa glið á aftur, so er liði nú aftur í veruligum niðurflyt- ingarvanda. Um venjara- skiftið so fer at fáa ynsktu effektina, er ilt at siga, men nýggir kustar feia ofta bet- ur, og kanska er tað hetta, sum fuglfirðingar hava tørv á, nú tað av álvara er farið at sansa at hjá teimum. ÍF-Víkingur 1-3 (1-0): Víkingar í gleðisrúsi Símun Louis Jacobsen og Alexander Jovevic stríðast um bóltin. Tann dystin vunnu víkingarnir oftast, og við einum góðum seinna hálvleiki eydnaðist teimum eisini at vinna øll stigini Mynd: Álvur Haraldsen