mánadagur 25. august 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 161 - 25. august 2008 ]
Marcell givin í EB/Streymi
Tíðliga í síðstu viku kom fram, at Peter Foldgast og EB/Streymur
steðgaðu samstarvinum, eftir at danin varð lagdur undir skurð, og
skuldi hava drúgva tíð at koma fyri seg. Nú hevur felagsliðið eisini
steðgað samstarvinum við ein annan áleypara. Marcell Balog er farin
heim til Ungarn. 19 ára gamli Marcell hevur ikki spælt tað stóra. Tá
flytingarvindeyga var opið í summar ljóðaði, at hann var á veg til NSÍ,
men hetta skiftið var av ongum. Seinastu tíðina hevur Marcell Balog
ikki spælt orsaka av onkrum smáskaða, og nú hann er farin av
landinum, kemur hann ikki at spæla meiri fyri felagsliðið.
Nýggir mans á beinkinum
Tvey nýggj andlit vóru at finna á dómaraseðlinum hjá EB/
Streymi í gjár: Niels Pauli Danielsen og Arnar Joensen. Marni
Djurhuus var leikbannaður, Brian Olsen skaddur, René Tórgarð
sjúkur og Mikkjal Thomassen kundi ikki spæla, hóast hann stóð
skrivaður á dómaraseðilin, umframt at Marcell Balog og Peter
Foldgast ikki eru í felagnum longur. Tí vóru boð send eftir
teimum báðum unglingaleikarunum, sum eisini hava spælt á 1.
deildarliðnum hjá EB/Streymi, har teir hava staðið seg væl.
Harmiligt
hornaspark
Rasmus Nielsen, mið
vallarleikari í høgru hjá
B71 í gjár, heldur, at
hansara lið burdi fingið
minst eitt stig úr dystin
um í gjár. – Vit hava
nógvar góðar kjansir
har vit skuldu skora,
heldur Rasmus Nielsen,
sum tískil iðrar seg um,
at teir ikki fingu meiri
burtur úr dystinum. Ikki
minst tí, at EB/Streymur
ikki átti at fingið horna
sparkið, sum leiddi til
seinna málið, metir Ras
mus Nielsen. – Tað var
rættiliga opinlýst, at vit
áttu málspark, og tí var
tað eitt sindur spell, at
tað varð dømt øðrvísi,
heldur Rasmus Nielsen,
sum saman við liðfeløg
unum gjørdi uppgávuna
trupla fyri EB/Streym.
– Vit hava staðið okkum
væl ímóti teimum í ár. Í
dag spæla vit ikki til
okkara besta, men geva
oddaliðnum dygga mót
støðu. Tað er hugaligt at
staðfesta, og gevur okk
um góðar vónir til dyst
irnar, ið eftir eru, sigur
Rasmus Nielsen.
Strævnir
sandoy-
ingar
Bárður Olsen, høgri
bakkur hjá EB/Streymi,
ásannaði, at dysturin í
gjár á ongan hátt var
lættur. – Hetta var triðji
landskappingardystur,
umframt
teir
báðar
steypadystirnar
ímóti
B71, og enn hevur eing
in verið lættur, helt Bárð
ur Olsen fyri eftir dystin.
Hann rósti annars Sím
ini Hansen fyri sítt
vakra mál, og staðfesti
síðani týdningin av, at
málini hjá EB/Streymi
komu so tíðliga í seinna
hálvleiki. – Tað gjørdi
tað eitt sindur lættari,
hóast vit vóru undir
trýsti síðstu løtuna, sig
ur Bárður Olsen, sum
hevur góðar vónir tl
síðstu landskappingar
dystirnar.
Fyrsti hálvi tímin
var elendigur. So
syrgdi Símin Han
sen fyri einum fram
úrskarandi málið,
sum setti gongd í
dystin, har B71 hevði
nógv teir størstu
kjansirnar, men
EB/Streymur var
effektivari
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fá mál eru gjørd frammi í
Dal á Sandoy, ið eru vakrari
enn tað, Símin Hansen gjørdi
seinnapartin í gjár. Patrick
Sunday legði bóltin tvørtur
um vøllin til kontroversiella
høgra bakkin hjá B71. Hesin
lyfti hegnisliga bóltin fram
við Hanusi Eliasen, og dróg
inn í vøllin. Skamt uttanfyri
brotsteigarmarkið
reiggjar
Símin Hansen vinstra bein.
Bólturin hevur góða kós og
nógva ferð, áðrenn hann
brestur í handaru stong og í
netið. Eitt framúrskarandi
mál frá sandoyinginum, sum
harvið vaksaði skommina av
sær frá næstsíðsta vikuskiftið,
har hann fekk eina beinleiðis
tápiliga útvísing, og soleiðis
var
leikbannaður
síðsta
vikuskiftið.
Vánalig byrjan
Men líka so vakurt málið
frá Símini Hansen var, líka
so vánaligur var dysturin
henda hálva tíman undan
málinum. Óskipað og hug
flogsleyst spæl eyðkendi
báðar partar.
Men Símin skoraði og
tað setti ferð á dystin. Sein
asta korterið undan steðgin
um áttu liðini hvør sín stóra
møguleika. Gunnar á Steig
vardi fyri, tá Rasmus Niel
sen royndi seg úr stuttum,
og Hanus Eliasen misnýtti
stóran kjans, tá hann púra
ópressaður sendi skot upp
um málið eftir hornaspark.
Gjørdu skjótt av
Fyrri hálvleikur hevði eina
vánaliga byrjan, men sama
kann ikki sigast um seinna.
Fáir minuttir vóru farnir, tá
Clayton
Soares
gjørdist
púra leysur við Gunnari á
Steig, ið vardi málið fyri
sjúka René Tórgarð, men
skeyt framvið.
Tað gjørdi Arnbjørn Han
sen ikki, tá hann fekk møgu
leikan seinni. EB/Streymur
kontraði og Levi Hanssen
sendi
Arnbjørn
Hansen
avstað. Kollfirðingurin setti
ógvuliga vælleikandi Fabio
Vieira av, lyfti róliga bóltin
upp um Símun Rógva Han
sen og javnaði fyri EB/
Streym.
Hetta hendi, tá seks min
uttir vóru spældir av seinna
hálvleiki.
Seks
minuttir
seinni legði EB/Streymur
seg á odda. Arnbjørn Han
sen vann liði sínum horna
spark við at hala bóltin í
egið skinnabein. Sandoying
ar royndu at mótmæla dóm
inum, men lítið batti.
Hans Pauli Samuelsen
sendi hornasparkið innfyri,
Fróði Clementsen longdi
við høvdinum, og við hand
aru stong stóð liðformaðurin
Egil á Bø, og stýrdi bóltin í
netið.
Vandamikil langskot
B71 royndi at vinna taptu
leiðsluna inn aftur. Á odda í
hesum stríðið stóð Símin
Hansen, ið sum høgri bakk
ur átti vandamestu royndir
nar hjá B71. Tvær ferðir
var hann ógvuliga nær við
eftir frísparksroyndir, men
Gunnar á Steig vardi fyri
nasku skotunum.
Hinvegin hevði hann ikki
megnað at gjørt tað stóra, um
Clayton Soares hevði fingið
høvdið ordiliga á bóltin, tá
innlegg kom úr vinstur fáar
minuttir fyri leiklok. Brasiliu
maðurin, sum annars plagar
at vera góður fyri nøkur mál,
stóð púra blankur framman
fyri tómum máli, men onkurs
vegna megnaði hann at fáa
bóltin framvið.
Seinastu løtuna undan
leikloki
kringsetti
B71
brotsteigin hjá EB/Streymi.
Hóast eitt øgiligt trýst,
megnaðu sandoyingar ikki
at koma nóg nær málinum,
til at veruligur vandi var á
ferð. Men tá tað er sagt, so
hevði B71 sanniliga havt
møguleikar fyri at gera mál
í gjøgnum dystin, uttan
hetta hevði hepnast teimum
meiri enn ta einu ferðina.
Staðfestu munin
Harvið var munurin millum
topp og botn í Formuladeild
ini staðfestur. Ikki í spælbýt
ið ella kjansum, men í
effektiviteti.
– Hvussu skulu vit vinna
dystir, tá vit brenna slíkar
kjansir, mestsum ýldi venj
arin hjá B71, Eli Hentze, tá
Clayton Soares misnýtti risa
møguleikan
stutt
undan
leikloki. Henda spurning
sleppur hann sjálvur at
svara, tí nú eru átta dystir
eftir at spæla og 24 stig at
spæla um. Liðið vísti á
vøllinum í gjár, at teir ikki
hoyra heima í 1. deild, men
skal sessurin í fremstu deild
ini varðveitast, er neyðugt at
vinna, og fyri at vinna skulu
slíkir stórir kjansir í mál.
Skal líknandi meting ger
ast við EB/Streym, so kann
staðfestast, at teir út frá
spælinum at døma ikki
spældu sum heitastu FM
favorittarnir. Á pappírinum
kundu teir tó ikki fingið
meiri burtur úr. Trý stig og
EB/Streymur ger sítt fyri at
varðveita fjarstøðuna til
mótstøðuliðini. EB/Streym
ur gjørdi eisini sítt á vøllin
um í gjár, men heldur ikki
meiri enn tað.
B71 – EB/Streymur 1-2 (1-0):
Effektivitetur punkteraði
dreymamálið
Fagnaðurin var ovurstórur, tá EB/Streymur fekk sær fyrsta útisigurin síðani 22. juni. Ein sigur,
sum samstundis er eitt stórt fet nærri FM-heitinum
Mynd: Sofus D. Johannesen
EB/Streymur
B71