Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 161 - 25. august 2008 ] Hetta var stórur lætti Lagið í NSÍ leguni var ógvuliga gott, eftir at full úrtøka var vunnin burtur úr grannaupp­ gerðini. NSÍ skifti for­ mann fríggjakvøldið, tá ið Andrias Lamhauge, sum eisini var formaður í 2005 og 2006, aftur tók um stýrisvølin, og onkrir skemtaðu við, at sigurin var fyrsta úrslitið av formanseffektini! ­ Vit eru nøgdir við avrikið og serliga, at vit hesa ferð vóru so fok­ useraðir og megnaðu at halda tætt í verjupartin­ um. Tað skulu vit halda fram við. Vit hugsa ikki so nógv um, hvør enda­ støðan verður. Nú ræður um at taka eina avbjóð­ ing í senn og at greiða hana til fulnar. So fæst at síggja seinni í heyst, hvør endastøðan verður, var skilagóða NSÍ stað­ festingin eftir fyrsta sig­ urin, síðani 10. juli, tá ið HB varð sent úr Runa­ vík við 1­0 tapi. -jh Toftamenn iðraðu seg Tríggir dystir síðani summarsteðgin og trígg­ ir sigrar. Tað var úrtøkan hjá B68, tá ið teir fóru undir grannauppgerðina á Svangaskarði. Eftir 1­ 0 tapið var lætt at gera niðurstøðuna: ­ Tað er ongantíð hugaligt at tapa og als ikki fyri grannunum. Eftir tepra heimasigurin á B36 vónaðu vit, at óhepna gongdin á heima­ vølli var vend, men nú mugu vit enn eina ferð staðfesta tølini, sum siga, at tað í ár hevur hilnast heilt illa á heimavølli, var viðmerk­ ingin frá heimaliðnum. Tá ið B68 heima­ skansin ikki vísir seg at vera tann, sum hann hevur verið, so er tað kanska ikki verri hjá toftamonnum, at teir tvær tær næstu ferðirnar skulu spæla á útivølli – fyrst í Gøtu og síðani í Streymnesi! -jh USA vann longu stafettirnar USA vann sunnudagin tvífalt gull á stafettunum í 4X400 metra renning. Men har leikaði hart á hjá kvinnunum. Russlandi tók leiðsluna á næst seinastu stafettini, men ein ótrúligur spurtur frá Sanya Richards tryggjaði USA gullið. Hjá monnunum var ivin ikki tann heilt stóri, og við 2.55,39 settu amerikonsu menninir nýtt olympiskt met, tá teir runnu gullið heim. Hondbóltur er fyri mannfólk Venjarin hjá russiska kvinnulandsliðnum var ikki mjúkur mótvegis sínum spælarum eftir norska finalusigurin leygarmorgunin. Jevgenij Trefilov verður vanliga mettur sum ein venjari av gamla russiska skúlanum, og mótvegis spælarum sínum ber hann seg at sum sannur einaræðisharri. ­ Gentur gráta kanska, men eg gráti ikki. Tíverri spæla tær í eini harðari kapping. hondbóltur er fyri mannfólk, og tað mugu tær læra, segði Trefilov við miðlarnar eftir dystin. ­ Hyggur tú at mínum spælarum, so eru tær ikki menn. Tær eru skjótar, sterkar og tær venja hart. Men tær eru ikki menn. Um tit ikki trúgva mær, so kunnu tit fara í skiftirúmið at kanna eftir, segði Trefilov sambært altjóða tíðindastovunum. Meistararnir endaðu oman á, tá ið teir tepurt vunnu tætta grannauppgerð á Svangaskarði Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo NSÍ er framvegis partur av stríðnum um heiðurskrónur­ nar, og B68 er framvegis partur av stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað sigur talvan eftir 18. umfar. Hóast trý stig á Toftum, so má møguleikin fyri, at NSÍ skal endurvinna meist­ araheitið, metast at vera burtur. Men teir í Runavík tykjast, eftir í trimum teim­ um fyrstu umførunum eftir summarsteðgin bara at hava vunnið eitt stig, at vera komnir aftur á beint. Hóast onga úrtøku ímóti grannunum, so má møgu­ leikin fyri, at B68 skal flyta niður, metast at vera lítil. Teir á Toftum eru tilvitaðir um sína støðu, og tað snýr seg um at sleppa undan at enda aftur í deildini, sum teir í fjør vunnu og fluttu upp úr. NSÍ tryggjaði sær stigini við málinum, sum teir skor­ aðu, tá ið tað restaði eitt stórt korter av 1. hálvleiki. Hjalgrím Elttør og Nenad Stankovic spældu seg ígjøg­ num fram eftir miðásinum, og Hjalgrím sneiddi tveir mótstøðumenn av sær, áðr­ enn hann smekkaði til. Vlada Filipovic í B68 mál­ inum hálvbjargaði, og Kar­ oly Potemkin var fyrstur á returinum. Tað var langt millum mál­ møguleikarnar, og NSÍ átti teir mest sum allar. Øssur Dalbúð kundi havt avgjørt, tá ið hann tíggju minuttir undan hvíldini úr góðari støðu setti krúllin undir bólt­ in, sum sigldi á málverjan. Karoly Potemkin var fleiri ferðir tætt við, men hann misnýtti stórar møguleikar. Onkra ferðina sendi hann við síðuna av málinum, og aðrar ferðir var Vlada Filipovic á rætta staðnum. Tannleyst Hóast heimaliðið hevði fríska lágættarlotið undan í 1. hálvleiki, so hildu tofta­ menn seg til konseptið, sum í trimum teimum fyrstu royndunum eftir summar­ steðgin hevði givið fulla úr­ tøku. Við væl skipaðum verjuparti snúði tað seg um at gera tað torført hjá mót­ støðumonnunum at leypa á, og so at bíða eftir møguleik­ anum fyri at fara í mótálop. Sammett við undanfarnu ferðirnar, tá ið tað hevur hilnast so væl og úrtøkan hevur verið maksimal, var verjan broytt. Pól Jóhannes Justinussen, ið saman við Jóhan Dávur Højgaard hev­ ur verið sannur brandur í miðverjuni, var ikki við. Orsøkin var tann, at hann í summar er fluttur úr Runa­ vík og út á Toftir. Tað sigst vera partur av treytini, at hann ikki skuldi vera við ímóti sínum gamla felag. Í hansara stað var Dánial Hansen miðverji. Hann flutti eisini í summarsteðg­ inum úr Runavík og út á Toftir, men eftir øllum at døma var tað undir lagalig­ ari treytum, enn flytingin hjá Justinussen manninum. B68 mótálopini vóru heilt fá og smá, og skot­ royndir undan lotinum í 1. hálvleiki sást einki til. Sum 2. hálvleikur leið, slepti B68 meiri í verjuni í roynd at fáa mál og harvið at tryggja sær stig. Serliga eftir, at NSÍ mið­ verjin og landsliðsspælarin Jóhan Troest Davidsen mið­ skeiðis í 2. hálvleiki hevði sæð reytt fyri neyðbremsu, royndi B68 at spenna álopsbogan. Dánial Hansen varð fluttur fram í álopið, og royndu vongverjarnir, Arnbjørn Danielsen og Øss­ ur Hansen, vóru ofta gestir í NSÍ brotsteiginum. Men tað spurdist einki burturúr. Næst við vóru toftamenn, tá ið teir høvdu bóltin á træverkinum aftanfyri Tórð Thomsen, sum var stinnur í NSÍ málinum. Óli Hansen var sannur brandur í NSÍ miðverjuni, tá ið høgar sendingar vóru lagdar í brotsteigin, og Aco Pandurovic megnaði eisini miðverjuuppgávuna, tá ið hann var fluttur av vongverj­ anum, sum Hjalgrím Elttør síðani tók sær av, inntil verjukendar útskiftingar vórðu framdar. Gamal hugburður NSÍ snittið, sum í fjør bar so nógvar sigrar og at enda fyrsta FM heitið við sær, hevur tað leingi verið tor­ ført at fingið eyga á. Í gjár kendist tað sum um, at NSÍ spælararnir í hugburði og harvið viljanum at geva seg fyri hvønn annan vóru á rættari kós, og tað bar fulla úrtøku við sær. Um meistararnir aftur í ár skulu vinna heiðursmerkir, og hvørjum slagi hesi so skulu verða av, valdast ikki minst, hvussu tað fer at hiln­ ast, tá ið NSÍ í fýra uppgerð­ um á rað fer at spæla ímóti kappingarneytunum at vinna heiðursmerkini: Vík­ ingur (ú), B36 (h), EB/ Streymur (h) og HB (ú). Áðrenn toppliðini tørna fyri, skulu meistararnir mikukvøldið prógva yvir fyri sær sjálvum og hinum, at teir hava funnið seg sjálvar, tá ið teir fáa vitjan av B71, og tá ið ÍF sunnu­ dagin kemur til Runavíkar. Men nú ræður um at taka ein dyst í senn! Toftamenn – við Pól Jóhannes Justinussen í miðverjuni, fara at fáa sína søk fyri longu mikukvøldið, tá ið teir fara at vitja Víking, sum tað í løtuni liggur betri fyri hjá enn teimum flestu. B68-NSÍ 01- (0-1): Aftur gerandisdagur á Skálafjørðinum NSÍ B68