Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 161 - 25. august 2008 ] Hetta var stórur lætti Lagið í NSÍ leguni var ógvuliga gott, eftir at full úrtøka var vunnin burtur úr grannaupp­ gerðini. NSÍ skifti for­ mann fríggjakvøldið, tá ið Andrias Lamhauge, sum eisini var formaður í 2005 og 2006, aftur tók um stýrisvølin, og onkrir skemtaðu við, at sigurin var fyrsta úrslit­ ið av formanseffektini! ­ Vit eru nøgdir við avrikið og serliga, at vit hesa ferð vóru so foku­ seraðir og megnaðu at halda tætt í verjupartin­ um. Tað skulu vit halda fram við. Vit hugsa ikki so nógv um, hvør enda­ støðan verður. Nú ræður um at taka eina avbjóð­ ing í senn og at greiða hana til fulnar. So fæst at síggja seinni í heyst, hvør endastøðan verður, var skilagóða NSÍ stað­ festingin eftir fyrsta sigurin, síðani 10. juli, tá ið HB varð sent úr Runavík við 1­0 tapi. -jh Toftamenn iðraðu seg Tríggir dystir síðani summarsteðgin og trígg­ ir sigrar. Tað var úrtøkan hjá B68, tá ið teir fóru undir grannauppgerðina á Svangaskarði. Eftir 1­ 0 tapið var lætt at gera niðurstøðuna: ­ Tað er ongantíð huga­ ligt at tapa og als ikki fyri grannunum. Eftir tepra heimasigurin á B36 vónaðu vit, at óhepna gongdin á heima­ vølli var vend, men nú mugu vit enn eina ferð staðfesta tølini, sum siga, at tað í ár hevur hilnast heilt illa á heima­ vølli, var viðmerkingin frá heimaliðnum. Tá ið B68 heimaskans­ in ikki vísir seg at vera tann, sum hann hevur verið, so er tað kanska ikki verri hjá toftamonn­ um, at teir tvær tær næstu ferðirnar skulu spæla á útivølli – fyrst í Gøtu og síðani í Streym­ nesi! -jh Sólvá fer til Luxemburg Ein føroyskur flogbóltsspælari skal næsta árið luttaka í landskappingini í Luxsemburg. Suðurrás veit at siga, at 19 ára gamla Sólvá Dimon av Tvøroyri hevur gjørt avtalu við felag í bestu flogbóltsdeildini í Luxsemburg. Avtalan kom í lag, tá ið EM undankappingin varð hildin í Føroyum í mai mánaði í ár. Felagið eitur VBAmberlenster, sum í fjør vann sær pláss í bestu kvinnudeildini í Luxsemburg. Fyrsta avbjóðingin hjá Sólvá Dimon verður næsta vikuskifti, tá liðið skal luttaka í kapping í Suðurtýsklandi. Fyrsta umfarið í landskappingini verður síðst í september, og hildið verður fram í landskappingini inntil síðst í apríl, skrivar Suðurrás á heimasíðu síni sudurras.com. Tríggir íslendingar á All-Star Seks av teimum, sum spældu mansfinaluna í hondbólti, vórðu valdir á olympiska All­Star liðið hjá altjóða hondbóltssamband­ inum, IHF. Grannar okkara fyri eystan hava heilar tríggjar spælarar við á All­Star­liðnum. Teir eru Snorri Steinn Guðjónsson, Guðjón Valur Sigurðsson og so livandi legendan, Ólafur Stefánson. Teir tríggir fronsku spælarnir, sum eru valdir, eru málverjin, Thierry Omeyer, strikuspælarin, Bertrand Gille, og so stórskjúttin hjá Fraklandi, Daniel Narcisse. Sjeyndi maðurin á All­Star liðnum, er spanski vongurin, Albert Rocas. Á 104 ára føðing­ar­ deg­num hjá Klaks­ víkar Ítróttarfelag­ fing­u áskoðararnir við Injector Arena ong­a stórveg­is upp­ living­, tá føroysku fótbóltsrisarnir hitt­ ust. Nóg­vi vindurin fekk stóra ávirkan, og­ møg­uleikarnir vóru fáir í tali Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Klaksvíkingar høvdu lítið at frøast um í gjár. Í nógva vindinum og kuldanum á Injetcor Arena sóu teir seg gjarna fáa øll stigini. Fót­ bóltsspælið var í stórum løtum út av lagi í málleysa javnleikinum. Stutt sagt, so var talan ikki um nakra stóra uppliving á 104 ára føðingardegnum hjá Klaks­ víkingar Ítróttarfelag. Gomlu risarnir í føroysk­ um fótbólti líktust tí, sum teir seinnu árini eru vornir. Tvey lið, sum ikki megna tað, sum fjepparar, fótbólts­ áhugaði og ikki minst feløg­ ini sjálvi vænta og vóna. Klassikarin var ikki serliga væl leiktur, har serliga nógvi vindurin fekk stóra ávirkan. Hóast klaksvíking­ ar fóru vónbrotnir til hús, so er veruleikin, at teir vunnu eitt kærkomið stig í botnstríðnum. Rodrigo stóð seg væl Størsta og kanska mest óvæntað broytingin í KÍ­ hópinum var, at Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, ikki stóð á síðulinjuni. Hann var leikbannaður, og tí stóð Trygvi Mortensen, hjálparavenjari, á odda fyri klaksvíkingum hendan dagin. Og hann kundi fyrstu løtuna gleðast um væl upp­ lagda Rodrigo Silva, sum var framherji í vinstru. Pæt­ ur Jørgensen, sum var vong­ verji í høgru, hevði stórar trupulleikar av brasiliu­ manninum í fyrra hálvleiki, og áðrenn umfarið var hálv­ runnið, hevði hann gjørt trý fríspark móti honum. Dysturin hevði ikki tað stóra at bjóða. Grundleggj­ andi manglaði hugflog og gjøgnumbrot í framrættaða spælinum, har liðini royndu at leggja nógv fyri. Í verju­ støðu stóðu bæði væl. Tað eydnaðist hvørgum at trýsta mótstøðuliðið, og sum dyst­ urin leið gjørdist alt heldur tilvildarligt. Vøllurin Tað er eyðvitað, at graslíki­ vallirnir við gummileydum taka ferðina av spælinum. Tað var næstan syrgiligt at síggja í gjár, at bólturin skuldi sendast upp frá fyri at fáa ferð á hann. Tað loysti seg oftast væl betri, tíverri. Dagfinn Olsen dømdi dystin á Injetcor Arena, og tað gjørdi hann fyrimyndar­ ligt. Fingur kann ikki setast á nakra avgerð, og hann loysti allar ivastøður í sam­ ráð við leikararnar. Flott. KÍ vísti tenn Seinni hálvleikur var heldur frægari. Hann øtlaði vindin, og tað gav KÍ lítlan fyrimun, sum hevði vindin undan. HB søkti at málinum fyrstu minuttirnar eftir hvíldina, og Milan Kulic, Hendrik Rubeksen og Rókur av Fløtum Jespersen vóru tætt við. Vandamestu royndina átti Rógvi Jacobsen, tá hann hegnisliga legði bóltin nið­ ur, áðrenn hann smekkaði til úr 20 metrum. Marcin Daw­id fekk vart fyri skot­ royndini. KÍ vísti tenn sein­ astu løtuna, men teir vóru ongantíð nær við at fáa avgerandi málið. Andrew­ av Fløtum stóð seg væl sum framherji hjá HB. Fyrrverandi landsliðs­ leikarin dugdi væl at halda bóltinum og sleppa sær skilagott av við hann. Saman við Róki av Fløtum Jespersen var hann mest eyðsýndur á HB­liðnum. KÍ vann sær hóast alt eitt kærkomið stig í gjár. Bæði Skála og B71 taptu sínar dystir, og fjarstøðan til niðurflytingarstrikuna er nú trý stig. HB stríðist fram­ vegis fyri heiðursmerkjum, og mátti síggja Víking fara fram um á stigatalvuni. KÍ-HB 0-0 Linligur føðingar- dagur Skipaða spælið sást ikki so nógv til, tá KÍ helt føðingardag á heimavølli móti HB Mynd: Álvur Haraldsen HB KÍ