Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 161 - 25. august 2008 ] Farvæl til Eystur- skúlan Frælsur ítróttur Tíðindaskriv Tá kastararnir fyri sein­ astu ferð dystaðust á kastivøllinum við Eystur­ skúlan oysti regni so niður, at ein kundi billað sær sjálvum inn, at vøll­ urin græt soleiðis sum droparnir komu í stríðum streymum úr erva. Hóast ringa veðrið darvaði kast­ ararnum so steðgaði tað teimum tó ikki Besta úrslit á degnum stóð Randi Kúrberg fyri í hamarkastinum tá hon kastaði hamaran út á 35,56 m. Annars vóru úrslitini so sum so, og var tað kanska serliga í diskus at úrslitini vóru serliga nógv ávirkaði av veðrinum. Hetta tí at ein ikki kann halda á einum vátum diski. Úrslitini vóru: Kasti 5-kamp, kvinnur: 1 Randi Kúrberg 2211 stig 2 Meiðfríð Hansen 1800 stig Kasti 5-kamp, menn: 1 Heri Ziska 2245 stig 2 Rógvi Højgaard 1621 stig 3 Uni Højgaard 1253 stig 4 Hjalti Lamhauge 1012 stig Vektkast, kvinnur: 1 Randi Kúrberg 7,04 m 2 Meiðfríð Hansen 5,44 m Vektkast, menn: 1 Heri Ziska 10,40 m 2 Uni Højgaard 6,76 m 3 Hjalti Lamhauge 6,73 m 4 Rógvi Højgaard 6,10 m Næsta kapping hjá vaksnu kastararnum verð­ ur opin kapping tann 13 desember, og verður tað á Tórsbreyt, skrivar www. hvirlan.fo Jón Rói Jacobsen er nú aftur tøkur, og Høgni Madsen er einasti spælarin, sum er gliðin úr landsliðshópinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jógvan Martin Olsen kunn­ gjørdi í morgun, hvørjar spælarar hann hevur við sær, tá A­landsliðið í fót­ bólti í næstum spæla undan­ kappingardyst móti Serbia og Rumenia. Í mun til hópin móti Portu­ gal var greitt, at Jón Rói Jacobsen aftur var tøkur, og ikki óvæntað var hann mill­ um teir 18, sum vórðu úttiknir. Tí skuldi Jógvan Martin sálda ein spælara frá, og hesin gjørdist Høgni Mad­ sen úr ÍF. Dysturin móti Serbia verður á útivølli tann 6. september, og 9. september verður so heimadystur móti Rumenia. Skulu frameftir Seinasta uppgávan hjá landsliðnum var í Portugal, har liðið eisini mátti vera fleiri týðandi spælarar fyri­ uttan. Jógvan Martin Olsen sig­ ur, at hann sum so var nøgd­ ur um tað, sum hann sá seinasta mikudag – serliga í verjupartinum – men hann vónar, at tað kann bera til at betra um føroyska upp­ spælið. ­ Í Portugal var Rógvi øgi­ liga einsamallur, og tá tað so eisini er móti monnum sum Pepe og Carvalho, so fær hann ikki gjørt tað stóra. Her mugu vit so finna útav, um vit skulu broyta um uppspælið, ella um vit kunnu fólkið longur niðan á vøllin. Kann tað geva eitt pláss í byrjunaruppstillingini til Boga Løkin, Arnbjørn Han­ sen ella Andrias Lava Olsen, nú Christian Lam­ hauge Holst ikki er tøkur at fylla tann leiklutin út? ­ Tað fari eg ikki at siga her og nú. Tað veldst eisini um, hvussu vit velja at skipa uppspælið, men gjarna kann tað verað ein maður við eitt sindur av ferð í, segði Jógvan Martin Olsen. Úttøkan hjá U21- landsliðnum er merkt av, at fleiri spælarar eru togaðir upp á A- landsliðið. Men tað er nú ikki bara ringt, halda venjararnir Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo ­ Sjálvandi vilja vit eisini hava sterkasta møguliga landsliðið, men tað er nú einaferð so, at A­landsliðið er A­liðið, meðan vit eru B­ liðið at kalla. Og eg haldi eisini at tað væl og virðiliga prógvar nyttuna í U21­ liðnum, at vit til komandi uppgávurnar mugu vera seks spælarar fyriuttan. Soleiðis sigur Heðin Ask­ ham, sum saman við Bill McLoud Jacobsen er venj­ ari hjá føroyska U21­lands­ liðnum í fótbólti. Teir báðir hava nú úttikið hópin til dystirnar móti Azerbadjan og Grikkalandi, sum báðir verða á útivølli ávikavist 6. og 9. septem­ ber. Leif Niclasen, Jóhan Tro­ est Davidsen, Jónas Tór Næs, Bogi Løkin, Arnbjørn Hansen og Andrias Lava Olsen eru allir uppløgd evni til U21­liðið, men felags fyri teir seks er, at teir eru at síggja í A­landsliðshópin­ um. Fegnast um at missa spælarar Høgni gleið út Jógvan Martin Olsen tók í morgun út A-landsliðshópin til komandi uppgávurnar. Her sæst hann saman við Bill McLoud Jacobsen og Heðini Askham, U21-venjarum, sum eisini tóku sín hóp út til komandi uppgávurnar Mynd: Álvur Haraldsen Gerrard bjargaði Liverpool Tað vóru farnir meira enn tríggir minuttir av yvirtíðini, tá ið miðvallarovastin hjá Liverpool, Steven Gerrard, skoraði sigursmálið í dystinum ímóti Middlesbrough á Anfield Road leygardagin. Dómarin legði annars tríggjar minuttir afturat, men ein steðgur kom í dystinum beint fyri leiklok, og tí fekk Liverpool ein seinasta minutt at fáa sigursmálið, og tað eydnaðist. Liverpool vann dystin 2­1 og hevur fyri fyrstu ferð í fleiri ár vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í einum kappingarári. Seinasta tilboð til Tottenham Sir Alex Ferguson er meira enn vanliga forliptur uppi í álopsspælaranum Dimitar Berbatov, sum spælir fyri Tottenham, og Manchester United hevur roynt at keypa spælaran. Tað hevur ikki eydnast higartil, og United, sum ætlar at styrkja liðið við einum álopsspælara áðrenn freistina 1. september, hevur nú givið Tottenham eitt seinasta boð upp á Berbatov. Tilboðið er 25 milliónir pund. A-landsliðið Jákup Mikkelsen, KÍ René Tórgarð, EB/Streymur Leif Niclassen, EB/Streymur Jóhan T. Davidsen, NSÍ Jón Tór Næs, NSÍ Egil á Bø, EB/Streymur Bartal Eliasen, ÍF Jón Rói Jacobsen, Frem Atli Danielsen, Frem Símun Samuelsen, Keflavík Christian Høgni Jacobsen, AB Mikkjal Thomassen, EB/ Streymur Bárður Olsen, EB/Streymur Bogi Løkin, NSÍ Jákup á Borg, B36 Rógvi Jacobsen, KÍ Arnbjørn Hansen, EB/Streymur Andrias Lava Olsen, Víkingur U21-landsliðið Gunnar Nielsen, Motherwell Pól Johannus Justinussen, B68 Odmar Færø, B36 Magnus Olsen, B36 Poul Thomas Dam, HB Levi Hanssen, EB/Streymur Sølvi Vatnhamar, Víkingur Ólavur S. í Ólavsstovu, HB Emil N. Leifsson, KÍ Kristoffur Jakobsen, KÍ Gudmund S. Nielsen, B71 Fritleif í Lambanum, ÍF Øssur Dalbúð, NSÍ Rógvi Poulsen, HB Pætur T. Jørgensen, HB Tórður Thomsen, NSÍ Róaldur Jacobsen, B36 Erling Jacobsen, FC Amager FAKTA um dystin