Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 161 - 25. august 2008 ] Minsta landið í liðítrótta- finalu Ísland er nógv tað minsta landið, sum hevur verið í eini finalu í einum endaspæli í liðítrótti. OL Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Kinesisku áskoðarnir yvirgóvu seg í hálv­ finaluni millum Ísland og Spania. Fólkið frá Heimsins fólkaríkastu tjóð, sum sótu á áskoðaraplássunum í hondbóltshøllini róptu: ”Ísland Jia Yuu”, sum merkir ”Koyr á Ísland”. Íslendingar hava veru­ liga sett seg á heims­ kortið í dag. Og eftir, at hava kannað tað kann staðfestast, at Ísland er minsta tjóðin nakrantíð, sum hevur verið í einari finalu fyri A­landslið í einum endaspæli í liðítrótti. Sama um vit tosa um hondbólt, fót­ bólt, flogbólt, kurvabólt, landhokki, íshokki, vatn­ polo, baseball ella soft­ ball. Litava hevur verið í nøkrum hálvfinalum í kurvabólti, og Uruguay hevur vunnið HM í fótbólti tvær ferðir, um­ framt, at Uruguay hevur verið í øðrum HM­ hálvfinalum. Uruguay vann eisini OL­gull í fótbólti í 1924 og í 1928. Í Uruguay búgva 3.500.000 fólk, í Litava búgva 3.400.000 fólk, í Íslandi búgva 300.000 fólk. So talan er veruliga um nógv tað minstu tjóðina, sum hevur verið í einari finalu í einum endaspæli í liðítrótti. Tað verið seg OL, HM ella EM. Men stoltu og røsku íslendingarnir hava ikki latið seg tølað av íbúgvaratalinum, men hava í hondbólti havt tað, sum fasta slagorð sítt, at ”Vit eru 7 ímóti 7 á vøllinum”. Íslendingar vórðu stórliga fagnaðir eftir dystin, men teir formáddu sær ikki tað heilt stóra móti Fraklandi HOndbóLtur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er fáur, sum kann muta ímóti, at Frakland tók hondbóltsgullið hjá monnum í OL. Ísland, sum hevur tikið alt og øll á bóli í kappingini, stóð fyri síni størstu hond­ bóltsavbjóðing í søguni, men bitin var snøgt sagt ov stórur. Tíðliga í fyrra hálvleiki streyk Frakland avstað, og so var sera avmarkað, hvat kundi gerast. Ìslendski málverjin bjargaði 31%, meðan franski málverjin bjargaði heili 52% av skotunum. Fagnaðurin um íslendska bragdið var ikki minni fyri tað. Klappsalvurnar rung­ aðu í høllini í Beijing, tá íslendsku hetjurnar fóru eftir sínum silvurmerkjum, ið verða mett sum størsta ítróttarbragd í íslendskari søgu. Silvurheiðursmerki er tað fjórða olympiska heiðursmerki Íslands í søguni. OL Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Tað er ikki lætt hjá einari pinkutjóð at vinna olympisk heiðursmerki, men hend­ inga ferð eydnast tað tíbetur. Og ígjár var silvurheiðurs­ merki Ìslands millum tey lukkuligu undantøkini. Hini trý olympisku heiðursmerk­ ini hjá Íslandi hava øll verið í einstaklingaítrótti. Á olym­ pisku summarleikunum í Melbourne í 1956 vann Vil­ hjálmur Einarsson silvur­ heiðursmerki í trístøkk. 28 ár gingu áðrenn Ísland vann heiðursmerki aftur. Á OL í Los Angeles vann Bjarni Fríðriksson bronsumerki í judo. Tá OL var í Sidney í 2000 vann Vala Flosadóttir bronsumerki í stangarlopi. Nú 8 ár seinni fáa íslend­ ingar sítt fjórða OL­heið­ ursmerki. Vónandi verður tað eitt gullheiðursmerki! Fyrsti íslendingur ið tók lut á OL var Jóhannes Jósefs­ son, sum var glímari. Hann tók lut á olympisku leikun­ um í London í 1908, also fyri 100 árum síðani. Jóhannes Jósefson gjørdist tá nr. 4 í glíming. Søguligt silvur til Ísland Franska yvirvaldið var ov stórt. Í finaluni mátti Ísland geva seg, men eftir stendur eitt ítróttarbragd av teimum heilt sjáldsomu Mynd: Polfoto/AP Fjórða OL-heiðursmerkið Frakland-Ísland 28-23 (15-10) Støður frá dystinum: 1-0, 2-2, 2-3, 4-3, 8-4, 14-7 (15-10), 18-12, 21-12, 24-15, 25-17, 25-19, 27-22, 28-23 Frakland: Nikola Karabatic 8, Bertrand Gille 5, Cedric Bur- det 4, Luc Abalo 4, Michael Guigou 3 (1), Daniel Narcisse 2, Olivier Girault 1 (1), Joel Abati 1. Frakland fekk 28 mál burturúr 42 royndum, sum er 67%. Frakland setti 2 av 2 brotskøstum í netið, sum er 100%. Thierry Omeyer hevði eitt bjargingarprosent uppá 52%. Ísland: Ólafur Stefansson 5, Arnór Atlason 4, Snorri Guðjónsson 4 (3), Guðjón Valur Sigurðsson 3, Logi Geirs- son 3, Alexander Petersson 2, Sigfus Sigurðsson 1, Robert Gunnarsson 1. Ìsland fekk 23 mál burturúr 49 royndum, sum er 47%. Ìs- land setti 3 av 5 brotskøstum í netið, sum er 60%. Bjørgvin Páll Gústavsson hevði eitt bjargingarprosent uppá 31% Útvísingar: Frakland 4, Ísland 3. FAKTA um dystin FC Amager spældi seg víðari Við tveimum málum frá Kristoffer Wichmann og einum frá Anders Qvist vann FC Amager seg trygt víðari í donsku steypa­ kappingini leygardagin. Teir vitjaðu í Allerød, og vunnu 3­0. Lyngby, við Henrik Larsen sum venjara, vann sær eisini víðari luttøku. Lyngby vann heili 4­1 á B93, men hvørki Tem Hansen ella Christian Holst vóru við vegna skaða. Arsenal manglar styrki Leygardagin tapti Arsenal ímóti Fulham í Premier League, og tað var langt frá spælinum hjá Arsenal hendan dagin og til tað, sum teir eru kendir fyri seinastu árini. Ofta hava Fabregas, Hleb, Rosicky og Flamini mannað Arsenal­miðvøllin, men eingin spældi við um vikuskiftið. Flamini og Hleb eru seldir, og hinir báðir eru skaddir. Arsene Wenger segði eftir dystin, at veikleiki á miðvøllinum kostaði sigurin.