Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 161 - 25. august 2008 Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Norska vaktartænastan tók í gjár nýggja russiska trol­ aran, Nikolai Afanasjev, í Svalbard­økinum. Vaktar­ tænastan sigur, at veiðidag­ bókin hjá russiska trolar­ anum var ikki rætt førd. Sum skilst, eru tey á fiski­ vinnuskrivstovuni í Moskva ikki serliga fegin um tøkuna av Nikolai Afanasjev. Ósemja ­ Noreg heldur ivaleyst, at hesi økir hoyra undir norskt búskaparligt øki. Men hetta stríðir ímóti París­sáttmál­ anum frá 1920. Hvørki Rus­ land ella nakað annað land í heiminum hevur góðkent hesar leiðir sum norskt bú­ skaparligar, sigur kunning­ arleiðarin á fiskivinnuskriv­ stovuni í Moskva, Aleksander Saveljov. Tað er sjónvarpsrásin Vesti, sum ber hesi tíðindi. Noreg tók russiskan trolara Gass í Barentshavinum Norska oljumálaráðið sigur, at StatoilHydro hevur funnið gass í einum brunni norðanfyri Norðkapp. Í stutta tíðindastubbanum, sum kann lesast á heimasíðuni hjá FiskeribladetFiskaren, stendur, at brunnurin, har StatoilHydro hevur funnið gass, er 16 sjómíl norðanfyri Norðkapp. Aðrastaðni í sama greinastubba stendur, at brunnurin er funnin 160 kilometrar norðanfyri Norðkapp. Sambært norska oljumálaráðnum er í hvussu er greitt, at felagið hevur funnið gass í Barentshavinum, og at hetta er fyrsti kanningarbrunnurin í útbjóðingarumfarinum 394, sum var í 2006. Norska oljumálaráðið sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um talan er um rakstrarverdar nøgdir av gassi í brunninum. Myndin, vit prenta saman við hesum greinastubbanum, er úr FiskeribladetFiskaren. (-vilmund) - Tað kundi gingið galið, um skipið ikki fekst av aftur, áðrenn tað rættiliga fjaraði, sigur brandmeistarin í Fuglafirði, Jóhan Clementsen, sum heldur, at Næraberg, sum lá á Fuglafirði og var klárur at koma til hjálpar, saktans kundi togað kypriotiska farmaskipið leyst úr landi. Skipið hevði nevniliga 300 tons av tungolju í tangunum FuglaFjørður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár kundu Føroyar aftur verið vitni til eina dálkingar­ vanlukku, tá stívliga hundr­ að metrar langa farmaskipið Forline 1, sum hevur heim­ stað í Limasol á Kypros, endaði uppi í grótkastinum við deksbátahavnina í Fuglafirði. Tað var stutt fyri døgurða í gjár, at farmaskipið, sum um náttina hevði ligið uppankrað á Pollinum í Fuglafirði, kom inneftir vánni við heldur nógvari ferð. Ein russiskur trolari, sum eisini hevði ligið við Pollin um náttina, kom í øllum góðum til bryggju í Fugla­ firði fyrr um morgunin, og ætlanin var, at farmaskipið skuldi leggja uppat síðuna á trolaranum. Farmaskipið, sum í lág­ ættarvindinum stevndi inn á Fuglafjørð, var tómt og hevði eftir øllum at døma eisini ov nógva ferð. Í fyrstu atløgu rendi skipið bulbustevnið inn í bryggjuna aftanfyri russ­ iska trolaran, sum lá undir Vónavirkinum. Hol kom á stevnið, sum tó var so mikið úr sjónum, at sjógvur ikki kom í skipið. Í aðru syfti royndi skip­ arin á Forline 1 at bakka útaftur, men tá megnaði hann ikki at hava tamarhald á skipinum, sum tók nógvan vind á seg. Úrslitið var, at kypriotiska farmaskipið endaði uppi í grótkastinum við deks­ bátahavnina. Við bryggjuna í Fugla­ firði lá uppisjóvarskipið hjá JFK í Klaksvík, Næraberg, sum var fúsur at koma farmaskipinum til hjálpar. Aðrir bátar vóru eisini skjótir á staðið, eitt nú Ziska og Pilot. Bjargingarfeløg og fólk hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði vóru eisini á staðnum, men manningin á farmaskipinum var ongantíð í lívsvanda. Vandin var, at hol kundi komið á skipið, sum við bakborðssíðu fyri lá og gnaddaði upp í grótkastið. Meðan Forline 1 soleiðis lá uppi í grótkastinum, vóru kavarar, sum Faroe Ship hevði boðsent, niðri, og einki bendi á, at hol var komið á skipssíðuna. Tað var mest slengrikjølurin á Tað kundi gingið galið Noreg kannar sær rættin til at umsita havøkið við Svalbard - Tað stóð nógv á, men tíbetur eydnaðist at loysa skipið í øllum góðum, sigur brand- meistarin í Fuglafirði, Jóhan Clementsen Mynd: Høgni Thomsen