mánadagur 25. august 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 161 - 25. august 2008
Eingin stjørna er
stjørna allan dagin,
og flaggskipini hava
eisini sína tíð
Upphøgging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Einki stendur í stað og
allarminst tíðin. Alt, sum
hevur eina byrjan, hevur
eisini ein enda. Soleiðis er
eisini við okkara fiskiskipa
flota. Gomul skip og bátar
hava sína tíð, tó at summi
kunnu sigla og fiska í 100
ár ella meira.
Sluppin Ester var um 100
ára gomul, tá menninir, sum
við henni vóru, drógu snell
urnar fyri seinastu ferð.
Men tað er undantakið.
Upphøgging
Ein lesari hevur sent okkum
myndir av gomlu Krúnborg,
sum varð smíðað í Noregi í
1973.
Skipið – ella tað,
sum tá var eftir av skipinum
– stendur á skipasmiðju í
Frederikshavn í Danmark,
har tað verður høgt upp og
selt sum gamalt jarn.
Enn sást navnið Krúnborg
á hekkuni og heimstaðurin
Tórshavn.
Gamla Krúnborg fór úr
føroyska fiskiskipaflotan
um í 1999, tá ið Eiler Jacob
sen, reiðari, læt nýggju
Krúnborg byggja. Skipið,
sum fór av bakkastokki í
1999, eitur nú Fagraberg og
er heimahoyrandi í Fugla
firði.
Tað
var
skipasmiðjan
Westcon (West Contractors)
í Ølensvåg í Noregi, sum
tók gomlu Krúnborg í býti
við nýbygningin, ið skipa
smiðjan smíðaði fyri reið
aran.
Gamalt jarn
Petur H. Jacobsen, sonur
Eiler Jacobsen, sum vit
høvdu í telefonini í morgun,
var bert trý ára gamal í
1973, tá gamla Krúnborg
fór av bakkastokki í Ulstein
í Noregi.
Mær vitandi seldi West
Contractors ongantíð skipið
aftur, men skipasmiðjan
kann síðan hava selt skipið
sum gamalt jarn, nú tað
verður høgt upp.
Hann sigur, at Eiler førdi
Krúnborg, tá hon kom, og
hann veit eisini at siga, at
millum aðrar skiparar, sum
loystu pápan av, vóru eitt
nú Agga í Garðastovu, sáli,
úr Vestmanna.
Krúnborg var uppruna
liga kraftblokkaskip, sum
fiskaði sild, makrel og
lodnu, men tá svartkjafturin
kom fyri, fór skipið eisini
at trola, sigur Petur H.
Jacobsen.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast danskir fiskimenn
fiskaðu 10% meira fyrra
hálvár í ár, minkaði brutto
inntøkan kortini somu 10%
í mun til fyrra hálvár í fjør.
Tilsamans fiskaðu donsk
skip og bátar fyri 1.226
miljónir krónur fyrra hálvár
í ár.
Bruttoinntøkan hjá skip
um og bátum, sum fiska
matfisk, var fyrra hálvár
916 miljónir krónur, sum er
73 miljónir krónur minni
enn fyrra hálvár í fjør. Í
nøgd var talan um ein
vøkstur upp á 4%, men
miðalprísurin lækkaði við
11%.
Hjá ídnaðarvinnuni var
bruttoinntøkan 287 miljónir
krónur, sum er ein minking
upp
á
13%.
Landaðu
nøgdirnar øktust 17%, men
miðalprísurin lækkaði við
heili 26%.
Fiskivinna tjenar minni
Samstarv hóast politiskur kuldi
Granskingarsamstarvið millum Noreg og Rusland í Barentshavinum er gott og óbroytt, hóast uttan
ríkispolitiska veðurlagið millum Rusland og NATO er vorðið kaldari, og Rusland er hildið uppat
við øllum hernaðarligum samstarvi við NATOlond. Norskir og russiskir havgranskarar arbeiða
nevniliga í tøttum samstarvi, nú ársins átak í Barentshavinum er fyri. Enn er óvist, um politiska
stríðið fer at fáa nakrar avleiðingarnar fyri samstarvið millum londini um Barentshavið, har sivil og
hernaðarlig før sigla um hvørt annað undir bjargingaruppgávum, marknaðareftirliti og vaktarhaldi
á fiskileiðum. Á norska Havgranskingarstovninum eru tey fegin um, at einki er broytt millum
londini higartil, tá ræður um granskingarsamstarv í Barentshavinum. Í hesum døgum eru norsk og
russisk havrannsóknarskip í holt við ársins størstu og mest umfatandi kanning av havumhvørvinum.
Endamálið við átakinum er einki minni enn at kanna støðuna hjá økoskipanini í øllum tí ísfría
partinum av Barentshavinum. (-vilmund)
Gamla Krúnborg
sum gamalt jarn
Alt, sum hevur eina byrjan, hevur eisini ein enda. Her verður gamla Krúnborg, sum kom í 1973,
høgd upp sum gamalt jarn
skipinum, sum tók í grótið.
Farmaskipið
tók
ikki
sjógv inn, og eingin olja var
at síggja rundan um skipið.
Trupulleikarnir í Fugla
firði hendan dagin vóru, at
bjargingarfólkini
høvdu
tíðina og sjóvarfallið ímóti
sær, tí tað var fjarandi
sjógvur, og ivasamt var, um
skipið kom út úr aftur
grótkastinum, meðan tíð
enn var.
Út á seinnapartin í gjár
varð bíðað eftir sleipi
bátinum, Thor Goliat, og tá
hesin um seytjanda tíma
kom á Fuglafjørð, settu
Thor Goliat, Ziska og Pilot
á kypriotiska farmaskipið,
sum eftir lítlari løtu fekst
leyst úr grótkastinum í
øllum góðum.
Russiski skiparin á
kypriotiska farmaskipinum
var serliga bangin fyri
skrúvuni á skipinum. Hann
hevði hug at bíða, til sterk
ari kreftir vóru til sleip, og
tá Thor Goliat kom á staðið
og setti á skipið aftan,
samstundis sum Ziska og
Pilot settu á framman, gekk
væl at toga skipið út frá.
Tað sigur Jóhan Clement
sen, brandmeistari í Fugla
firði.
Hann vísir á, at tað var
nógvur
sunnanvindur
í
Fuglafirði, tá skipið varð
hálað út úr aftur grótkast
inum.
Tað stóð nógv á, men
tíbetur eydnaðist at loysa
skipið í øllum góðum.
Forline 1 liggur nú undir
Vónavirkinum. Hol er á
bulbustevninum, og helst er
okkurt prus eisini á skips
síðuni, sum lá ímóti grót
inum.
Vit halda ikki, at onnur
hol eru á skipinum enn
holini á bulbustevninum,
sum tó eru omanfyri vatn
linjuna, nú skipið ikki hevur
last,
sigur
Jóhan
Cle
mentsen.
Brandmeistarin í Fugla
firði sigur, at Forline 1 hev
ur 300 tons av tungolju
umborð, og tí kundi ein
størri
dálkingarvanlukka
staðist, um hol kom á
skipið, meðan tað lá og
gnaddaði móti grótkast
inum.
Næraberg, sum hevur
eitt pelatrekk upp á eini 100
tons, hevur ligið klárur í
allan dag, men skiparin
umborð á farmaskipinum
var kanska í so varin, helt
Jóhan Clementsen, tá ið vit
høvdu hann í telefonini
beint eftir, at farmaskipið í
øllum góðum varð lagt til
bryggju undir Vónavirk
inum.
Ziska, Pilot og Thor
Goliat hava eitt pelatrekk í
part, sum liggur millum
eini 12 og 17 tons.
Fuglafjarðar Sløkkilið
hevði tryggjað sær olju
sperrur, um olja fór at leka
úr skipinum, men hesar
vórðu ongantíð lagdar út.
í Fuglafirði
Líkt er ikki til, at Forline 1 hevur fingið stórvegis skaða, men
hol er á bulbustevninum
Mynd: Høgni Thomsen