mánadagur 25. august 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 161 - 25. august 2008
lýsingar
Føroya Barnaheim
søkir húsavørð
Søkt verður eftir einum húsavørði at byrja sum
skjótast.
Starvið umfatar:
• At arbeiða hálva tíð.
• Mest viðlíkahald bæði innan og uttan og
annars alt fyrifallandi arbeiði.
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir einum fólki, ið
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Er handaligt
• Er fyrikomandi
• Hevur koyrikort
Handverkarir hava fyrimun, men tað er einki
krav.
Lønarviðurskiftir:
Starvið er lønt sambært avtalu við avvarandi
yrkisfelag.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møgu-
ligum viðmælum, skal verða okkum í hendi
innan 8. september 2008. Merk umsóknina
»Húsavørður«.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Djóna Nolsøe
Joensen, deildarleiðara, á tlf. 31 23 20 ella
22 56 72.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steingøta 10
FO-100 Tórshavn
Starv
sum havnameistari
við Fuglafjarðar havn
Starvið sum havnameistari við Fuglafjarðar
havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01.
november 2008 ella so skjótt sum til ber eftir
hetta.
Starvið:
Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av
Fuglafjarðar havn, sum umframt havnameist-
aran hevur 2 havnaumsjónarmenn í føstum
starvi.
Førleikakrøv:
Útbúgving sum skipsførari, førleika í enskum
máli í skrift og talu, somuleiðis sum tú skalt
duga at orða teg væl bæði munnliga og
skrivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til
nýmótans leiðsluamboð.
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú
sum leiðari umframt dagligu leiðsluna, eisini
kemur at verða við til og menna havnina, sum
seinastu árini hevur verið í støðugum vøkstri,
og sum ídag telist millum størstu havnir í
landinum.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður fyribils lønt sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før-
oya (KAF) og Føroya Skipara- og navigatør-
felag fyri havnameistarar, somuleiðis sum
skrivligur sáttmáli eisini verður gjørdur part-
anna millum um arbeiðstreytir vm.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hava tygum áhuga
so eru tygum vælkomin at senda skrivliga
umsókn saman við prógvum og møguligum
CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð,
Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda
verða ráðnum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 12. september 2008 kl. 15.00.
Fleiri upplýsningar
fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen,
borgarstjóra á telefon 737777 ella Jákup
Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 21. august 2008
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar
Býráð
Skrivstovupláss til leigu
Mitt í Tórshavn. 3 parkeringspláss. Øll
skrivstovuútgerð inngongur í leiguna
Ring 596061 ella skriva til info@globi.fo
Hús til sølu á Tvøroyri
Um nøktandi boð verður givið, verða húsini við
Sílá 33 seld.
Stykki er 505 m2, húsini eru Bygd 1952, í 2
hæddum uml. 75 m2.
Í ovastu hæddini er gangur, køkur, baðiverilsi,
2 stovur og 3 kømur.
Í kjallarahæddini er vaski-/og arbeiðsrúm, 2
kømur og gangur.
Húsini liggja væl fyri, við sera góðum útsýni.
Áhugaði kunnu ringja
tlf. 225656-317451 284112
Starvsfólk søkist
Søkt verður eftir krambafólkið til at arbeiða
kvøldvaktir í Kiosk Activ, J. Broncksgøtu at
byrja skjótast gjørligt.
Nærri fæst at vit við at ringja
á tlf. 73 37 41
Nýtt teoriskeið byrjar mikudagin
27. august 2008 kl. 18:00.
Tilmelding hjá:
Jari Lykke
503002
Mikkjal Hansen
722578
Hugo Kristiansen 225225
EYSTUROYAR TEORISKÚLI