Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 162 - 26. august 2008 Skálaberg liðugur við kanningarnar norðanfyri Skálaberg varð í dag liðugur við kanningarnar fyri Fiskirannsóknarstovuna norðan fyri Føroyar. Kanningarnar eru partur av stórari alttjoða verkætlan, ið hevur til endamáls at meta um útbreiðslu, nøgd og uppruna hjá tí uppsjóvar trantkongafiski norðanfyri, ið m. a. føroysk skip hava fiskað seinastu árini, serliga í smoguni. Skálaberg hevur í tvær vikur verið við í kanningunum fyri Fiskirannsóknarstovuna, tað hava verið trý fólk frá Fiskirannsóknarstovuni við Skálaberg hesar tvær vikurnar, eisini hevur ein maður frá Vónini verið við, fyri at kannað hvussu eitt nýtt trol riggaði. Sagt verður, at royndarveiðan hevur gingið væl. I tí fyrru vikuni var fínasta veður, men veðrið teir seinastu dagarnar hevur ikki verið nakað serligt. Royndarveiðan endaði tíðliga í morgun, síðan var kósin sett norður eftir, ætlandi skal Skálaberg møtast við Tróndi í Gøtu, sum kemur frá Jan Mayn, ávegis til Fáskrúðsfjarðar, at landa sild, teir tríggir frá Fiskirannsóknarstovunu og tann eini frá Vónini, skulu so umborð á Trónd í Gøtu, sum landar á Fáskrúðsfirði mikudagin. Viljin til at samstarva við teir fimm norð­ urlendsku vinar­ býirnar er stórur í Klaksvík. Og øvugt! Tað varð staðfest undir 100 ára hátíð­ arhaldinum fyrr í mánaðinum, og kanska fer Klaksvík eisini at seta dám á eitt stórt ment­ anartiltak í svenska býnum Norrkøping í 2014 SamStarv Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík/Norðurlond: – Vit kunnu øll læra av hvørjum øðrum. Og so er líkamikið um talan er um tey 5000 fólkini í Klaksvík ella tey 470.000 í finska býnum Tampere! Eitt av stóru málunum í hesum samstarvinum mill­ um allar vinarbýirnir er økta tilvitanin fyri umhvørvi og heilsuni hjá tí einstaka borg­ aranum. Hesir fimm vinar­ býirnir hjá Klaksvík eru Norrkøping í Svøríki, Tam­ pere í Finnlandi, Odense í Danmark, Kópavogur í Íslandi og Sisimiut ír Grøn­ landi. Í Odense eru tey komin væl áleiðis við at leggja dent á reint og gott um­ hvørvi, men enn er kortini langt á mál. Í løtuni er ein verkætlan í gongd, har ein skal kanna, hvussu rapsolja kann nýtast ístaðin fyri vanligt brennievni til ymisk sløg og ymiskar støddir av bilum. Henda ætlanin byrjaði í ár og verður liðug komandi ár. Ætlanin er, at úrslitið av hesi spennandi verkætlanini skal verða lagt fyri altjóða umhvørvisráðstevnuna, sum verður hildin í Keypmanna­ havn við ársenda 2009. Hóast Klaksvík bert er ein býur við 5000 fólkum, vakti tað ans millum norður­ lendsku gestirnar, at býurin er lýstur sum heilsubýur før­ oyinga av sjálvum heilsu­ málaráðharranum. Luttakararnir lurtaðu við áhuga, tá greitt varð frá inni­ haldinum og teim mongu møguleikunum á hesi leið í Klaksvík. Fólk undraðu seg somuleiðis yvir undirtøk­ una, sum m.a. renningin hevur fingið millum klaks­ víkingar: Tað kemur ikki av ongum, tá tað áður einans runnu 25­30 fólk saman við limunum í ítróttarfelagnum Treystinum. Í dag er talið tíggjufaldað! Fyri klaksvíkingar er líkt til, at heilsan hjá tí einstaka hevur stóran áhuga millum manna. Tað er helst so, sum onkur hevur tikið til: ­ Fólk skilja nú hvønn týdning heilsan hevur fyri tey. Og tey vísa eisini í verki, at tey vilja gera sítt til at teirra egna heilsa er í lagi! Mentanarbýur 2014 Hóast Klaksvík liggur fjar­ skotin frá svenska býnum Norrkøping, sum er einar 20 ferðir størri, fer býurin uttan iva at fáa brúk fyri hjálp úr Klaksvík tey kom­ andi árini. Norrkøping er nevniliga við í kappingini at gerast europeiskur mentanarbýur í 2014. Arbeitt verður í løtuni við at vísa á tær dygdir og møguleikar, sum skulu gera sítt til, at júst hesin býurin verður valdur sum slíkur. Greitt er, at ein svenskur býur fær hetta spennandi heiti hetta ári. Spurningurin er bert hvør, tí í løtuni er Norrkøping við í hesi kapp­ ingini saman við trimum øðrum býum. Ætlanin hjá kommununi í Norrkøping er, at festa á blað allar tær ætlanir sum kunnu setast í verk og hvørj­ ir møguleikar eru at fremja hesar í verki. Umsóknin skal latast inn í oktober mánaði í ár, og í 2010 verð­ ur so greitt, um alt stríðið fer at geva úrslit í kommu­ nuni. Men kommunan í Norr­ køping ætlar kortini ikki at verða einsamøll um at skipa alt virksemið í 2014, men at fáa vinarbýirnar við til hesa ætlanina. Á henda hátt kann tann endaliga skráin gerast so fjølbroytt sum yvirhøvur tilber við luttøku úr øllum hinum fimm vinar­ býunum. ­ Hetta kann samstundis verða við til at seta meiri ferð á norðurlendska sam­ starvið. Og tja, ­ vinna vit ikki, so vóna vit í øllum før­ um at hava sett ferð á og hava ment tann kreativa sektorinum í økinum, verður sagt úr Norrkøping. Færri kommunur Hesin fundurin og 100 ára hátíðarhaldið í síni heild vístu til fulnar, at hóast vin­ arbýirnir eru ójavnir í stødd, eru nógvir av trupulleikun­ um og avbjóðingunum rætti­ liga eins. Ein av stóru avbjóðingun­ um er politiska ætlanin at fækka talið av kommunum. Í summum støðum er hetta gjørt, og í øðrum støðum er ætlanin at fremja hetta í verki í næstum. Á framløgunum varð víst á, at í Finlandi er talið av kommunum lækkað úr 416 niður í 130 og í Íslandi eru kommunurnar nú einans 79 í mun til 204. Her á landi er ætlanin at skipa oyggjarnar í einar 7 til 10 stórar komm­ unur. Bæði í Svøríki og Noregi er ein komin langt í hesum ætlanum: Talið av fylkjum er lækkað munandi, soleiðis at hesi í framtíðini einans verða millum 6 og 10 í tali. At enda varð víst á gongd­ ina í Danmark, har ein longu er komin langt á hesi leið. Her er landið skipað í slakar 100 kommunur og fimm regiónir. Júst hesin munurin mill­ um londini varð ofta tikin fram, samstundis sum víst varð á, at tað er neyðugt at kommunurnar, sum standa við hesum avbjóðingunum tosa saman og læra hvør av øðrum. Tað er helst so sum orða­ takið sigur tað, við eini ávísari umskriving: Hvør av øðrum læra kann! Samstarv er ikki ein spurningur um stødd Skiftis- fólk í um- sitingini Eitt av hugskotunum, sum fekk góð ummæli á fundinum millum vinar­ býirnar, var hugskotið úr Klaksvík um at lata fólk úr umsitingini skifta millum kommunurnar. Tað var býráðsskrivar­ in, John Færø sum legði hetta uppskotið fram. Tí, sum hann segði: ­ Lands­ stýrið hevur eina líknandi skipan við onnur Norður­ lond. Spurningurin er, um vit ikki eisini kundu ført hesa skipanina yvir á kommunala arbeiðið. ­ Eg trúgvi í øllum før­ um, at hetta hevði knýtt okkum nógv meiri saman og hevði bæði lyft okk­ um upp og endurnýggjað okkara arbeiði, legði hann dent á. Nú fara kommunalu stjórarnir at tosa saman um hetta málið. Og tað er mangt sum bendir á, at hetta verður sett í verk einaferð í framtíðini. Umboð fyri allar vinarbýirnar hjá Klaksvík savnaðir uttanfyri býráðshúsini.