týsdagur 26. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 162 - 26. august 2008
Málið um bygningin
hjá Dansifrøi hevur
eftir øllum at døma
fingið eina loysn, og
felagið kann halda
fram við byggingini
BYGGIMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Dansihøllin hjá felagnum
Dansifrøi hevur verið nevnd
speglvendi
bygningurin.
Men sum skilst á lagnum er
ikki talan um eina spegl
venda høll.
Hinvegin eru broytingar
gjørdar í mun til uppruna
tekningina, so bygningurin
ikki longur er í tráð við
givna byggiloyvi.
Vit hava fingið eina
fráboðan frá Dansifrøi um,
at teir fara at halda seg til
byggiloyvi, og so er eingin
trupulleiki,
sigur
Jákup
Egholm Hansen, tekniskur
stjóri
hjá
Tórshavnar
Kommunu.
Byggingin hevur annars
ligið still í fleiri mánaðir,
men hetta er ikki minst
orsakað av summarfrítíðini.
Partarnir hava tosað sam
an fyri at finna fram til eina
loysn, og við hesi fráboðan
ini frá Dansifrøi til Tórs
havnar
Kommunu
kann
byggingin halda fram.
Teir noyðast at gera
onkrar smávegis broytingar,
men annars er einki til hind
urs fyri, at byggingin kann
halda fram, sigur Jákup
Egholm Hansen.
Arbeiðið er ikki tikið upp
aftur enn, men nú er tað
ikki Tórshavnar Kommuna,
sum liggur í buktini.
Andreas M. Andreasen,
nevndarlimur í Dansifrøi,
vil ikki úttala seg í málinum,
men vísir til formannin,
Høgna Mikkelsen. Hesin er
tó í summarfrí tvær vikur
aftrat.
Dansifrøi kann halda fram
Høllin hjá Dansifrøi er
kortini ikki speglvend, og
við smávegis broytingum
kann felagið halda fram
við byggingini
Mynd: Jens Kr. Vang
Veðrið í gjár og um
vikuskiftið hevði
við sær, at sluppin
Westward Ho setti inn
í Hetlandi
OLJURÁÐSTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í
Stavanger
í
Noregi
leingjast teir eftir sluppini
Westward Ho, sum skal
verða við á oljuráðstevnuni
í býnum.
Tað er vánaliga veðrið
seinastu
dagarnar,
sum
hevur ført til seinking, ikki
minst tí valt varð at leggja
inn í Hetlandi at kroka.
Nógvir føroyingar eru í
hesum døgum í Stavanger á
oljuráðstevnu,
millum
onnur borgarstjórin, Heðin
Mortensen, sum vit høvdu í
telefonini í morgun í øðrum
sambandi.
Westward Ho skal verða
við í onkrum tiltaki hjá
okkum, og tí bíða vit eftir
henni. Men seinast eg visti
roknaðu teir við at verða
her í Stavanger einaferð
seinnapartin, sigur Heðin
Mortensen..
Veðrið er betri nú, men at
nógvur vindur hevur verið,
máttu teir sanna í Nólsoy, tá
stóra
mattjaldið
hjá
Stuðulsnevndini, sum stóð
á keiini, fór í luftina mána
náttina og endaði á takinum
á einum húsum ovari í
bygdini.
Westward Ho er seinkað á
ferðini eystur til Stavanger á
oljuráðstevnu
Westward Ho setti inn í Hetlandi
Bankastjórar koyrdir
Forstjórin í Roskilde Bank, Søren KaareAndersen,
gjørdi í gjár greitt, at tilvildarligi kredittpolitikkurin fór
at fáa avleiðingar í fyritøkuni. Fyrstu høvdini rullaðu í
gjár, skrivar børsen.dk. Tað var stjórin fyri vinnu og
kredit í Roskilde Bank, Allan Christensen, ið fekk
fyrsta gráa pappírið. Somuleiðis er vinnustjórin, Lars
Jensen, koyrdur saman við trimum vinnuráðgevum við
stórum vinnukundum.
Danir ringir gjaldarar
Eitt vaksandi tal av dønum megna ikki at gjalda sína skuld,
og verða tí skrásettir sum vánaligir gjaldarar. Talið av málum
per persón økist, og skuldin veksur, vísir ein uppgerð frá
Experian RKI fyri fyrra hálvár í ár. – Hetta er fyrstu ferð í
tvey ár, at talið av vánaligum gjaldarum veksur, sigur
talskvinnan fyri Experian, Camilla Rose. Tað vísir seg, at
helmingurin av teimum skrásettu eru fólk, sum ganga aftur.
Samlaða skuldin er nú oman fyri 8,4 milliardir krónir.