Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 162 - 26. august 2008 - Sjálvandi ynski eg góða løn til limirnar. Men tað er líka týdningarmikið, at teir hava eitt gott lív. Hetta sigur danski fakfelags- bossurin, Poul Erik Skov Christensen, formaður í størsta danska verkamanna- felagnum, 3F, sum vitjar Samtak í hesum døgum ArbeiðsmArknAður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Her er ongin ivi. Hann er tungur, grovmæltur, skallut­ ur við gráum skeggi og brill­ um, og hevur eitt fast lógva­ tak og smílandi eygu: Ein ordiligur fakfelagsbossur is in town! Poul Erik Skov Christen­ sen er formaður í størsta danska fakfelagnum, 3F, sum umboðar nøkulunda somu starvsbólkar sum verkamannafeløgini í Sam­ tak. Tað vil siga faklærdar og ófaklærdar arbeiðarar innan allar vinnugreinir. Í felagnum 3F eru heili 325.000 limir, bæði konu­ fólk og mannfólk, og tað eru nú fýra á síðani, at tey bæði verkamannafeløgini KAD (kvinnurnar) og SID løgdu saman, og soleiðis gjørdust størsta felagið í Danmark: 3F. Samtak bjóðaði umboðum fyri donsku verkamannafe­ løgini upp til Føroyar at greiða frá um samanlegg­ ingar til størri eindir. Eisini varð prátað um, hvussu dan­ ir fáa nýggjar limir, og hvus­ su teir royna at varðveita limaskarðan. Umleið 60 fólk møttu upp á ráðstevnuni hjá Sam­ tak, sum var í gjár, mánadag, og hetta vóru nógv fleiri, enn tey høvdu vónað og væntað hjá Samtak. Úr 3F vóru tvey umboð, sum greiddu frá: Pau Jen­ sen, lokalformaður, og Poul Erik Skov Christensen, landsformaður. Nú, fáar tímar áðrenn donsku gestirnir fara av landinum aftur, hitta vit for­ mannin, Poul Erik Skov Christensen til eitt prát um avbjóðingarnar hjá nú­ tímans verkamannafeløg­ um. Lívskvalitetur til limirna Ætla golfdepil á Sandi Gongst sum borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu (myndin) ætlar, verður Sands bygd ein miðdepil fyri golfspælarar í framtíðini. Á bygdaráðsfundi á Sandi í gjárkvøldið varð eitt uppskot lagt fram um eina verkætlan, sum Páll, saman við konu sínari og Anfinn Rubek Nielsen ætla at seta í verk. Verkætlanin ber heitið “Sandoy Golf and Leirsure Village”, skrivar heimasíðan bkv.fo. Ætlanini er í fyrsta lagi at gera ein 9 hols golfvøll norðast á Traðardalinum, á einum lendi sum í fyrsta lagi verður leigað. Samlað lendið undir golfvøllinum er 318.000 fermetrar. Ein frítíðarbygd við ikki minni enn 150 húsum skal eisini gerast, eins og tænastubygningar uppá tilsaman 200 fermetrar hvør. Á bygdaráðsfundinum fekk málið einmælda undirtøku.