Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

hesaferð Skælingur & Vestmanna 16. partur Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«. Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyri kortum hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit myndir av Oyrabakka, frá Norðskála og úr Svínáum, sum eisini hoyra til Sunda kommunu. 9. partur var úr Ljósáum og av Eiði, Næstseinast vóru vit í teimum tveimum bygdunum í Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði, 10. Partur úr norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar kommunu. Og sum áður nevnt vóru teir báðir síðst partarnir úr Klaksvík. Mikudagin í síðstu viku var túrurin komin til tvær av teimum smærru bygdunum í Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við Strond, og fríggjadagin vóru vit í Haraldsundi, Kunoy og Árnafirði. Fyrradagin fluttu vit okkum víðari norðureftir til Norðtoftir, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði, og í dag fara vit aftur í Streymoynna og hava bygdirnar fyri vestan, Skæling og Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at undirritaðu onki órudd funnu í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tillukku við tí, tit íbúgvar har. Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av Heimsins reinasta Nr. 162 - 26. august 2008 22 Skælingur Vestmanna Vestmanna Vestmanna Vestmanna Vestmanna Skælingur Vestmanna