týsdagur 26. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 162 - 26. august 2008 ]
Hornblástur í Kastrup
Donsku OL-luttakararnir vórðu stórliga fagnaðir, tá teir í
gjárkvøldið komu aftur til Danmarkar. Fyrst og fremst
vórðu heiðursmerkjavinnararnir heiðraðir, men sum heild
hava danir verið sera væl nøgdir við OL-luttøkuna. Og
smílini hjá luttakarunum vóru eisini stór, tá teir komu til
Kastrup, har hornorkestur tók ímóti, áðrenn leiðin gekk
yvir á Hilton, har veitsla varð fyriskipað
Real vil hava Villa
Spanski EM-toppskjúttin, Davic Villa, sigst nú vera
ávegis til Real Madrid. Valencia, har Villa nú spælir, er
ikki væl fyri fíggjarliga, og tí er ikki óhugsandi, at teir
taka av einum boði úr Real Madrid. Fær Real Madrid
hendur á Villa, er sannlíkt, at felagið loyvir brasilska
Robinho at fara úr felagnum. Hesir hevur sagt seg vilja
sleppa til enska Chelsea
Andras Gango, Predrag
Markovic, Marcin Dawid
og Vlada Filipovic.
Teir flestu spæla
Verður hugt nærri at teimum
39 útlendsku nøvnunum í
Formuladeildini,
so
er
felags fyri teir flestu, at teir
eiga pláss millum teir fyrstu
ellivu. Undantøkini eru Pre-
drag Stankovic, sum er næs-
ta val til málverjaplássið í
NSÍ, Marcell Balog, sum
hevur sitið nógv á beinki-
num hjá EB/Streymi, Obele
Okeke Onyebuchi og Alin
Balutoiu, sum í løtuni mest
verða nýttir sum innskiftarar
á Skála, meðan Pape Land-
ing Sambou hjá B68 hevur
drigist við skaða alt kapp-
ingarárið. Somuleiðis er
Peter Foldgast hjá EB/Strey-
mi langtíðarskaddur.
Men tað skuldi eisini ver-
ið lítil meining í at fáa
útlendskar leikarar hendan
vegin, um teir ikki styrkja
um liðini. Serliga hevur
portrið verið trongt hjá teim-
um ungu í Runavík, har
Jann Martin Mortensen og
Pól Jóhannus Justinussen
eitt nú kendu seg noyddar
at skifta til B68 í summar-
steðginum.
B36
og
EB/Streymur
hava fingið minst mál ígjøg-
num í hesum kappingarári-
num. Felags fyri hesi eru, at
tey hava føroyskar málverj-
ar. Á triðja plássinum kem-
ur HB, og har vardi Tróndur
Vatnhamar málið stóran
part av fyrru helvt.
Rodrigo Silva er tann
útlendski leikarin, sum hev-
ur skotið flest mál higartil.
Framherjin úr KÍ er tilskriv-
aður níggju mál, og hevur
Arnbjørn
Hansen
og
Andrew av Fløtum framman
fyri seg á toppskjúttaralista-
num. Tað er tó ikki vanligt
aðrastaðni, at útlendingar
eru toppskjúttar í ymsu
kappingunum. Í løtuni er
tað bara í Danmark, har Dji-
by Fall úr OB hevur skotið
flest mál, av norðanlondun-
um, sum hevur útlendskan
toppskjútta.
Flest úr Serbia
Oftast venda føroysku feløg-
ini seg móti Serbia, tá hesi
leita eftir útlendskum leikar-
um. Árið í ár er einki undan-
tak. Flestu útlendsku leikar-
arnir, sum eru virknir í før-
oysku fótbóltskappingini í
løtuni, eru ættaðir hiðani.
Heili 12 av teimum 48 hava
Serbia sum tjóðskap.
kum fótbólti
Geza Turi hjá Víkingi er ein av ikki færri enn fimm útlendskum málverjum í Formula-deildini í ár
07 Vestur:
Alexandre Da Silva
Braga
Jovan Radinovic-Panic
Andrezej Stretowicz
Piotr Krakowski, venjari
AB:
Morten Overgaard
Evrard Blé
Ikechukwu Onyema
B36:
Dmitrije Jankovic
Alex José Dos Santos
Sam Malson
B68:
Brian Andresen
Vlada Filipovic
Ndende Adama Guéye
Pape Landing Sambou
Ahmed Keita
Badara Diedhiou
B71:
Flavio Santana
Wellington Soares
Clayton Soares
Fabio Vieira
Patrick Sunday Okoro
EB/Streymur:
Anders Post Jacobsen
Sorin Anghel
Peter Foldgast
Marcell Balog
HB:
Marcin Dawid
Milan Kuljic
ÍF:
Andras Gango
Alexander Jovevic
Balasz Sinkó
Nenad Saric
Sasa Jovanovic
KÍ:
Milic Curcic
Joe Zewe
Rodrigo
NSÍ:
Aco Pandurevic
Milan Pejcic
Nenad Stankovic
Karoly Potemkin
Predrag Stankovic
Skála:
Predrag Markovic
Valeriu Mieila
Obele Okeke Onyebuchi
Alin Balutoiu
TB:
Josef Bassene
Ivan Stojkovic
VB/Sumba:
Ongin.
Víkingur:
Geza Turi
Zoltán Bukszegi
Útlendingar í bestu føroysku
fótbóltsdeildini í 2008